hósdagur 11. desember 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annika Kunoy Im
Tær
báðar
Jóhanna
á
Tjaldrafløtti og Elisabeth
Akursmørk hava aftur brett
upp um ermar og útgivið enn
eina kókibók. Leskilig Jól er
sætta í røðini hjá teimum, og
hendan er ein jólabók, sum
eisini kann brúkast, hóast
tað ikki er jól. Tí sum Jó
hanna sjálv sigur, so er altíð
lekkurt við einum konfekti.
Eisini hava tær arbeitt við
eini spennandi verkætlan,
har tær hava sett saman seks
uppskriftir til "Den Store
Julebog" hjá blaðnum "Bo
Bedre." Í mars mánaði ringdi
Bo Bedre til tær og spurdi,
um tær vóru áhugaðar í at
gera konfekt til "Den Store
Julebog". Tá vóru tær báðar
longu í gongd við at arbeiða
við Leskilig Jól, so hýrurin
var jólaligur, hóast várið var
í nánd.
Elisabeth greiðir frá, at
tær fingu fríar teymar til at
gera tað teimum listi. Tær
fingu tó at vita, at onkrar av
uppskriftunum skuldi vera
konfekt og onkur onnur
rúma lakres.
– Vit gjørdu eina rúgvu,
pakkaðu tað væl inn og
fingu tað til Danmarkar,
men ongin mátti vita, hvat
vit gjørdu, so alt mátti gerast
í loyndum, sigur tær báðar.
Eitt uppslag av Den Store
Julebog er prentað og hon
kemur út í øllum norðan
londum.
– Vit eru sera stoltar av
avrikinum, siga tær
Íblástur til jólini
Tær báðar siga, at tær vilja
geva íblástur til jólini, sum
eru bundin at siðvenjum og
minnum, og hava leingi tosað
um, at tað hevði verið stutt
ligt at sett hetta saman til
eina bók. Í bókini er eitt sind
ur til øll, og tær hava tikið
gomlu klassikarnar, so sum
kleynir,
brendar
mandlir
og onkrar smákøkur, men
hava eisini fingið íblástur, tá
tær hava verið úti í heimi og
ferðast. Eitt dømi er leskiligu
fyltu dadlirnar úr Dubai,
sum Jóhanna fall fyri. Eisini
arbeiða tær við ungum fólki
Johanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, ið gera
kókibókarøð, hava fingið heiðurspláss í stórari danskari jólabók
Tilfar:
Kirsjuberjafrost:
1 gl. av kirsjuberjum
í sevju (370g)
Pannakotta:
3 bl. av husblassi
1/2 ltr. av róma
2 súpisk. av sukri
1 tesk. av vaniljusukri
2 súpisk. av mandludropum
Omanyvir:
20-30g av mandluflykrum
Panakotta við kirsuberjafrosti 4 stk.
Hyllublómudrykkur
Jóhanna og
Elisabeth
í danskari
jólabók
Arbeiðsháttur:
• Blenda kirsuberini saman við sevjuni, stoyt í eitt ílat, og
set í frystiboks í uml. 5 tímar ella til næsta dag
• Set husblassini á blot í køldum vatni í uml.. 10 min.
• Hita róman í grýtu saman við sukrinum, vaniljusukrinum
og mandludropunum
• Lat koma upp á kók og tal grýtuna av hitanum
• Legg bloyttu husblassini í róman og rør, til tey eru
upployst. Lat kølna eitt sindur
• Stoyt rómablandingina í gløs og set kalt, til blandingin er
stívnað, uml. 3 tímar
• Tak frystu kirsjuberjasevjuna úr frystiboksini og skava við
gafli, og blandingin líkist ísflykrum/slush-ice. Koyr oman
yvir pannakottaið
• Stroy mandliflykrurnar omanyvir og borðreið alt fyri eitt.