hósdagur 11. desember 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. desember 2014 · Nr. 142
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari
á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
SPURNARSÍÐAN
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
SPURNINGAR OG SVAR
Spurningur 1
Hvussu tíðliga skal mann byrja
at fyrireika seg til hægri lestur
uttanfyri kongaríkið?
Vinaliga Hanna
Góða Hanna,
Tað er týdningarmikið at kanna
umstøðurnar í góðari tíð, tá mann
skal søkja inn á útbúgvingar
uttanfyri kongaríkið.
Á
http://setur.fo/ask/
vegleiding/umsoknarfreistir/ ber
til at síggja umsóknarfreistir til
hægri útbúgvingar í fleiri londum.
Fyri at binda um heilan fingur,
plaga vit vanliga at siga, at mann
skal byrja at kanna viðurskiftini
eitt
ár
fyri
lestrarbyrjan.
Í
summum londum og á summum
hægri
lærustovnum,
skal
mann søkja um upptøku 10-12
mánaðir fyri lestrarbyrjan. Tað
er týdningarmikið, at finna út
av, nær ymsu útbúgvingarnar
havi umsóknarfreist. Síðani skal
mann tryggja sær, at mann lýkur
upptøkukrøvini. Um mann ikki
ger tað, má mann syrgja fyri at
supplera ella taka eina málroynd;
alt eftir hvat krevst. T.d. kanst tú
fara til enska málroynd tvær ferð
um árið í Føroyum.
Sum
danskir
ríkisborgarar
hava vit rætt til at fáa SU við til
lond uttanfyri kongaríkið í 4 ár
og síðani ÚS frá Studna í upp til 2
ár – við tí treyt, at útbúgvingin er
góðkend av SU-styrelsen. Nakrar
útbúgvingar eru longu góðkendar
og eru tískil á Fast Track listanum
hjá SU. Annars skal mann sjálv/
ur søkja um at fáa útbúgvingina
SU-góðkenda og tað kann taka
fleiri mánaðir, eftir at SU hevur
móttikið neyðugu pappírini. Tað
er ikki neyðugt at vera upptikin
á eini útbúgving, fyri at kunna
søkja um SU-góðkenning. Søk um
at fáa útlendsku útbúgvingina
góðkenda so tíðliga sum gjørligt
– í minsta lagi eitt hálvt ár fyri
lestrarbyrjan,
fyri
at
tryggja
tær, at alt er í lagi, áðrenn tú
byrjar.
SU-góðkenningin
er
neyðug, fyri at kunna fáa SU
til livikostnaðin og ÚSUN frá
Studna
til
skúlagjøld/tuition
fees, um lærustovnurin krevur
slík. Tú sært eitt meiri nágreint
yvirlit yvir mannagongdina á
hesum leinkinum hjá Altjóða
Skrivstovuni: http://setur.fo/ask/
vegleiding/rad-og-mannagongdir
Um tú hevur fleiri spurningar,
kanst tú altíð seta teg í samband
við Altjóða Skrivstovuna á ask@
setur.fo
Vinarliga Bjørg og Holger
Spurningur 2
Ber tað til at taka HF uppá meira
enn 2 ár?
Eg ynski at fara í holt við at
taka eitt HF-prógv, sum eg má
hava fyri at sleppa at læra til tað,
sum eg havi havt hug til í fleiri ár.
Eg eri einsamøll mamma við
trimum børnum og eri bangin fyri,
at tað verður ov strævið há mær
at vera fulltíðarlesandi og taka HF
uppá 2 ár.
Mín spurningur er: Ber tað til
at søkja inn á HF og ynskja at taka
prógvið uppá 3 – 4 ár? Og kann eg
fáa studning, um eg gangi á HF í
meira enn 2 ár?
Vinaliga xxx
Góða xxx
Tað ber væl til at taka eitt HF-
prógv uppá meira enn 2 ár.
Um tú ikki ynskir at vera
fulltíðarlesandi (2 ár), so skalt tú,
tá tú søkir, gera vart við, at tú
ynskir at taka eitt heilt HF-prógv,
men
sum
stakgreinalesandi.
Ynskir tú hetta, skalt tú seta teg í
samband við ein lestrarvegleiðara
á tí skúlanum, har tú ynskir at
ganga, so tit saman kunnu leggja
eitt “skema”, soleiðis at tú aftaná
3-4 ár fært eitt heilt HF-prógv.
Freistin at søkja verður ásett
av
Mentamálaráðnum
og
er
vanliga 15. mars. Søkir tú tá og
gert vart við, at tú ynskir at vera
stakgreinalesandi, og tú verður
upptikin, ert tú tryggjað pláss á
holdum í 3-4 ár. Annars kunnu
stakgreinalesandi
søkja
heilt
til skúlarnir byrja aftur aftaná
summarfrítíðina, men umsøkjarar
kunnu tá bert sleppa inn, um pláss
eru eftir.
Viðvíkjandi studningi: Treytin
fyri at fáa ÚS (útbúgvingarstuðul)
er, at tú sum uppihaldari hevur
minst 16 undirvísingartímar um
vikuna (ikki-uppihaldarar skulu
hava minst 20 tímar um vikuna).
Vinarliga Holger og Bjørg
JOBMATCH 2014 TÝSDAGIN 30. DESEMBER Í NORÐURLANDAHÚSINUM
Aftur í ár verður starvsstevnan,
Jobmatch, hildin millum jóla og
nýggjárs. Soleiðis at bæði útisetar,
sum eru heima í jólafrí, eins og
lesandi í Føroyum fáa møguleika
at luttaka.
Fyri at fáa pláss fyri enn
fleiri
fyritøkum,
stovnum
og
kommunum
verður
Jobmatch
í
ár
flutt
niðan
í
hølini
í
Norðurlandahúsinum. Luttakandi
fyritøkur, stovnar og kommunur
hitta studentar frá kl. 13.00 til kl.
20.00 henda dag.
Føroyska samfelagið og vinnan
hava altíð tørv á dugnaligari
arbeiðsmegi. Staðfestast kann, at
hørð kapping er um henda málbólk.
Útlendskar fyritøkur seta seg
javnan í samband við tey lesandi.
Tí er umráðandi, at føroyski
arbeiðsmarknaðurin við jøvnum
millumbilum eisini býður seg fram
í hesi kapping.
Jobmatch er eitt afturvendandi
tiltak, sum hevur verið í 2008,
2010, 2011, 2012, 2013 og verður nú
aftur í 2014. Í 2008 varð tiltakið
hildið
á
Norðurbryggjuni
í
Keypmannahavn
og
í
2010
í
Føroyahúsinum á Vesturbrúgv,
sum eisini er í Keypmannahavn.
Fyri at røkka enn fleiri lesandi,
tók Tórshavnar kommuna saman
við
Vinnuhúsinum,
Altjóða
Skrivstovuni
og
Meginfelag
Føroyskra Studenta stig til at
fyriskipa Jobmatch í Føroyum á
jólum 2011. Hetta fyri ikki bert at
røkka okkara vitanartilfeingi úr
Danmark, men eisini Føroyum,
hinum Norðurlondunum, Onglandi
og øðrum londum við. Hesin leistur
varð somuleiðis fylgdur í 2012 og
2013
Endamál
Endamálið við Jobmatch er at
skapa og viðlíkahalda sambandi
millum
føroyskar
fyritøkur
og stovnar, útisetar og lesandi
føroyingar. Hetta verður gjørt,
fyri
at
tryggja
framhaldandi
vøkstur og menning av tí føroyska
samfelagnum.
Ætlanin er, at hetta millum
annað skal gerast við at 'matcha'
tann tørv, ið fyritøkurnar og
stovnarnir hava við tann førleika
okkara
vitanartilfeingi
hevur.
Hugskotið er tískil at skipa fyri
eini starvsstevnu, har føroyskar
fyritøkur
og
stovnar
hava
møguleika at marknaðarføra seg.
Somuleiðis er endamálið at skapa
áhuga millum útisetar fyri at søkja
størv, starvsvenjingarpláss ella
velja uppgávuevni til verkætlan-
arskriving hjá hesum fyritøkum og
stovnum.
Bílegg eitt JobPrát
Frammanundan Jobmatch, hevur
tú møguleikan at bíleggja eitt
JobPrát við eina ella fleiri av
fyritøkunum og stovnunum, sum
luttaka á Jobmatch.
Eitt JobPrát er ein óbindandi
styttri
samrøða
(10-15
min),
har tú fært høvi at kunna teg
um møguleikar og at greiða frá tær
sjálvari ella sjálvum.