hósdagur 11. desember 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
Forsíðumynd: Norska listamannin Lars Kjemphol vitjar í Føroyum i vetur, og heitir á allar føroyingar at taka lut í sínum listaverki. Mynd Lars Kjemphol.
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen
Seinastu tíðini hava vit havt nógvar stórar listarligar upplivingar. Stórar
upplivingar, sum spreiða gleði, stóran íblástur og stóra meining, men ofta stórar
upplivingar, sum í fyrstu atløgu tykjast evarska lítlar.
Sum løtumyndin, tá ljósið var tendrað á ljósframsýningini í
Norðurlandahúsinum, ein stemningur undir framførsluni av Stovugentunum
í Kommandørhúsinum, ein setningur sagdur á Bókadøgunum, ein óvæntaður
steðgur í tónleikinum.
Tað er so einfalt og sjávsagt, men kanska er kortini vert at minna seg á: at
tað, sum hevur stóran týdning er ikki altíð stórt. Tað eru heldur ikki altíð, at
politikarar, sum teinkja stórt, fáa størstu ávirkanin og størsta týdningin. Í roynd
og veru – haldi eg – at okkum tørvar politikarar, sum duga at teinkja smátt. At
gera okkurt týðandi fyri mentan og list, sum ikki nýtist at kosta milliónir av
krónum og tekur hundrað ár at fyrireika.
Í kommununi, har eg búgvi – Tórshavnar Kommunu – standa fleiri tóm hús.
Stundum hoyri eg, at kommunan ætlar at umbyggja onkur hús til mentanarhús,
stór og flott, men sjáldan hoyri eg nakran tosa um okkurt smátt og einfalt.
Til dømis eitt stað, har listafólk kunnu hittast tvørtur um listamørk. Eitt
rúm, har ikki nógv annað enn kaffi er á kannuni, ein prentari, eitt ljósborð
ella eitthvørt, sum er snilt hjá listafólki at læna. Eitt stað, har høvi er at hitta
nýggj fólk, práta saman, fáa íblástur og kanska kveikja samarbeiði tvørtur um
listamørk. Eitt stað, sum er favnandi heldur enn útihýsandi, eitt stað, har latið
verður upp millum menniskju, og garðar millum listagreinar verða niðurlagaðir.
List er samskifti, er sambond, er tankar, sum stinga seg upp í samrøðum, er
óformliga løtan, tá tú møtir tí fremmanda. List er alla tíðina at víðka sjónarringin,
sleppa vanahugsan og hyggja við nýggjum eygum. Kanska kundi onkur, sum
dugur at hugsa smátt, funnið eitt stað, har list tvørtur um listamørk kundi trivist.
Eg haldi, at tað hevði gjørt mun.
ritstjóri
Inger Smærup Sørensen
Oddagrein
Regin Dahl – tónaskald í útlegd
Barnamentanarsíðan
Listakviss
Kirkjulist – at mála tað, ið hjartað sær
Lat tínar egnu lutir umskapast til list
NÆRRI MÍN GUD TIL TÍN stuttsøga eftir Hanus Kamban
ummæli:
Menning heldur enn stagnatión
samrøða:
Plakat eftir Oddfríður Marni Rasmussen
YYrkingina á talvuni hevur Steinbjørn B. Jacobsen skrivað
plakat:
Á bókasavinum
Søgur fram úr myrkri