Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. desember 2014 · Nr. 143 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í dag snýr vinnuparturin í blaðnum seg um olju og nýtslu og prísir. At marknaðarkreftirnar avgera prísin, og at tað er eyðkent fyri rá­ evnisvinnur, at prísirnir sveiggja nógv, er oljan gott dømi um. Í løtuni peika oljuprísirnir skeiva vegin hjá teimum, sum leita eftir olju. Prísirnir lækka, og fyri vinnu og húsarhald og tey, sum eru bundin at oljuni, er hetta kærkomið. Hjá teimum peikar oljuprísurin rætta vegin, og í fíggjarlógini, sum mikudagin verður endaliga sam­ tykt, verður tað roknað við, at prís­ irnir framvegis verða lágir. Søgan undirstrikar, hvussu tor­ ført tað er at rokna oljuna út. Fyri fjøruti árum síðani var fyrsta stóra áminningin um, hvussu bundin heimurin var at oljuni. Kreppan millum Ísrael og arabarnar og kríggið á heysti í 1973 skelkaði. Oluprísurin fleirfaldaðist, og her heima vórðu ógvuslig tiltøk sett í verk: skúlagongdin leygardag varð strikað, tað varð bannað at koyra í privatbili yrkadagar eftir midnátt og sunnudag, og upp undir jól hetta árið var sløkt í sýnisgluggunum! Alt fyri at spara olju. At oljuprísirnir hækkaðu so nógv var fyrsta stigið til, at stígur kom í búskapirnar: trotabúgv og húsagangir vórðu gerandiskostur, og galoperandi arbeiðsloysi var fyrsti spírin undir spenninginum millum so at siga reinu rasuna og tey fremmandu, sum í upp­gangs­ tíðunum vórðu boðsend at koma aðra staðni frá og til Vestureuropa. Síðani hevur hetta verið orsøk til, at virðispolitikkurin orduliga er komin á dagsskrá og størstu polit­ isku rembingina í Europa. Spurningurin er, hvussu fram­ tíðin fer at laga seg. Síðani olju­ framleiðslan í Norðsjónum tók dyk á seg, hevur tað ikki heilt so nógv at siga, hvussu tað stendur til í Miðeystri, og nú ljóðar, at áður so máttmikla OPEC er við at fara fyri bakka. Hvørki leik ella lærd vita nakað um framtíðina. Seinnu árini er nógv gjørt fyri at menna alternativa orku og harvið at minka um vøksturin í oljunýtsluni. Um oljuprísirnir framvegis lækkað verður neyvan talan um trýst á at fáa føroysku oljudroparnar upp, men so verða vinnufyritreytirnar betri. Tað skal tó ongantíð vera orsøk til, at trongdin minkar eftir at vinna longri fram við alternativari orku. Einki er so víst, sum at oljan verður ikki altíð, og at einaferð verður tað størri eftirspurningur enn útboð og harvið høgir oljuprísir. Fíggjarlógin roknar við lágum oljuprísum Oljan er tvíeggjað svør Hósdagin doyði songkvinnan Dawn Sears 53 ára gomul. Hon fekk fyri tveimum árum síðani staðfest lungnakrabba, og nú doyði hon av sjúkuni. Júst um tað mundið, tá ið Dawn Sears var blivin sjúk, var hon í studio saman við Halli Joensen, ið gjørdi innspælingar til eina duettfløgu við ymiskum kend­um gestasangarum. Hallur og Dawn sungu eina enska útgávu av sang­ inum Um Tú Hevur Tað Sum Eg – á enskum Tonight I’m Coming Home. Dawn Sears var fýra ferðir tilnevnd Grammy heiðurslønir við bólkinum Time Jumpers. Hon var partur av bólkinum hjá Vince Gill, og hon var nógv umbiðin sum kórsangari í USA. Eftir Dawn Sears sita maður og dóttir Duettsongkvinna hjá Halli deyð Ræðuher­ ferð ímóti mann­fólki Jóan Petur Davidsen s 4-6 Hægri prísir í duopoli Magni Laksáfoss Vinnan 18-19 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og okkurt æli, partvís kavi og hitin millum 1 og 5 stig. Veðrið mánamorgunin: Eitt stormlágtrýst, 953 hPa. eystanfyri Ísland fer spakuliga eystureftir og grynnist. Veðrið týsnáttina: Lágtrýstið í landnyrðing úr Føroyum grynnist. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapartin: Stormur av útnyrðingi 20 til 25 m/s. og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið. F MIKUDAGIN MÁNADAG TÝSDAGIN 20-25 m/s 3-8 m/s 13-18 m/s 20-25 m/s 10-15 m/s 13-18 m/s Hann minkar vindin niður í andøvsgul av útnyrðingi og vestri og yvirhøvur turt, men seinnapartin veksur hann vindin aftur upp í hvassan vind av suðri og um kvøldið regn. Hitin millum 2 og 5 stig. Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, partvís kavi og hitin millum 1 og 4 stig. Leygarkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp innanfyri Skála. Krapi var á vegnum og ein bilførari, sum kom koyr­ andi, kom í krapan og misti tamarhaldið á bilinum, so at hann fór útav. Bilurin koyrdi ikki skjótt, men hann fór minst eina ferð runt, tá ið hann fór oman av vegnum, og gleið einar 50 metrar oman frá vegnum, áðrenn hann steðgaði. Bilførarin smekkaði høvd­ið í og fór at bløða, og varð tískil sendur á Lands­ sjúkrahúsið. Men løgreglan sigur, at skaðin, hann fekk var ikki álvarsligur. 50 metrar oman av vegnum