mánadagur 15. desember 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. desember 2014 · Nr. 143
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Sitandi Løgting hevur gjørt
seinastu fíggjarlógina.
Tá ið nýggj fíggjarlóg skal
gerast fyri 2016 er eitt nýtt
Løgting valt, tí løgtingsval
verður í seinasta lagi 29. okt
ober næsta ár.
Fíggjarlógin fyri 2015 hev
ur eina viðgerð eftir. 1. og 2.
viðgerð hava verið eins og tey
orðaskiftir, sum fylgja við.
Vanligt er, at orðaskifti
um seinastu fíggjarlóg hjá
einum sitandi Løgtingi er
rættuliga hvast, men hetta
kann ikki beinleiðis sigast
um orðaskiftið, nú 2. viðgerð
var í tinginum.
Orðaskiftið bar kanska eitt
sindur brá av, at val verður
komandi ár, men ósemjan
um fíggjarlógaruppskotið var
ikki so ómetaliga stór.
Meirlutin í fíggjarnevnd
ini umboðandi samgonguna
hevði eitt álit, og minnilutin
umboðandi
andstøðuna
hevði eitt annað álit. Tá ið so
Kristina Háfoss, Tjóðveldi,
bað um, at atkvøtt var um
hvørt uppskot sær, so hevði
tað við sær, at tingfólk
noyddust at atkvøða 116 ferð
ir, tá ið atkvøðugreiðslan var
eftir 2. viðgerð.
Uppskotini hjá meirlut
anum vóru samtykt, meðan
tey hjá minnilutanum fullu.
Eitt undantak var kortini.
Meirlutin mælti til, at ÍSF
fekk 800.000 krónur eyka
til altjóða hondbólts- og
fimleikastevnur, men hetta
varð broytt til, at tær 800.000
krónurnar fara til generella
altjóða arbeiðið hjá ÍSF.
Orðaskiftið
Formaðurin í fíggjarnevnd
ini, Bárður Nielsen, Sam
bandsflokkurin, hevði fyrst
ur orðið og helt seg til álitið
hjá meirlutanum í fíggjar
nevndini. Hann vísti á, at
gongdin hetta seiansta árið
hevur verið sera góð búskap
arliga.
– Men hóast góða gongd,
so hevur tað eydnast at halda
útreiðslurnar niðri í einum
komandi valári. Vøksturin er
bert evarska lítið størri enn
hann vanliga er millum tvey
fíggjarár, so tað eru vit stolt
av, segði hann.
Eitt av markantu upp
skotunum í álitinum er, at
tríggjar miljónir verða sett
ar av til at byggja havrann
sóknarskip fyri. Uppskotið
mælir til, at eitt alment
partafelag
byggir
skipið,
sum Havstovan so skal reka
og hava ábyrgdina av.
Meirlutin mælir til, at
tilfeingisgjald,
partur
av
makrelkvotuni og samstarv
í altjóða havgransking, skal
fáa pening til vega til al
menna partafelagið.
Kristina
Háfoss,
Tjóð
veldi, nevndi tað, sum and
støðan segði fleiri ferðir
undir orðaskiftinum, at um
tað er, sum samgongan sigur,
at tað gongur so væl, hvussu
ber tað so til, at tað framvegis
er hall á fíggjarlógini.
Samlaða hallið í 2015 er
mett at verða 140 miljónir
krónur.
Samlaði føroyski búskap
urin er vaksin við 2,5 milj
ardum krónum seinastu ár
ini, men Kristina Háfoss helt
ikki, at hetta sæst á fíggjar
lógini.
Hon vísti til, at Tjóðveldi
og Framsókn mæla til, at rík
isveitingin verður tikin burt
ur. Tað kann gerast við, at
helvtin av vøkstrinum verð
ur sett í grunn, sum so skal
gjalda tað, sum vit annars
hava fingið í ríkisveitingini.
Pína raksturin
Framsøgukvinnan fyri Javn
aðarflokkin, Eyðgunn Samu
elsen, segði, at samgongan
rósar sær av at tað gongur so
væl, men sannleikin er tann,
at samgongan pínir og hevur
pínt raksturin á vælferðar
tænastunum niður.
Hon helt eisini, at talan
in um, at javnvág verður á
fíggjarlógini í 2016 í veruleik
anum er at flyta sparingar
frammanfyri
sær
og
so
áleggja teimum, sum taka
við eftir eitt val at syrgja fyri
javnvágini.
Bill
Justinussen,
Mið
flokkurin hevði eina aðra
útlegging. Hann segði, at
samgongan frá byrjan hevði
sett sær fyri at tryggja væl
ferðina, hóast ringu tíðirnar.
Tí fegnaðist hann um øktu
inntøkurnar, sum tryggja
vælferðina.
Hann nevndi eisini, at
samgongan hevði sett sær
fyri ikki at skera niður hart,
so búskapurin fekk ein skelk,
men heldur at halda fram og
so økja aftur, tá ið ferð kom
á búskapin.
Merkiseðilin
Nógv onnur høvdu orðið
undir orðaskiftinum, sum
vardi næstan 10 tímar um
framt
atkvøðugreiðsluna,
sum vardi næstan tveir tímar.
Jóan Magnus Rasmussen,
Fólkaflokkurin, helt fyri, at
tað sá út, sum fíggjarnevndin
gevur onkrar jóllagávur, sum
hann sjálvur onki kendi til.
Ikki tí at hetta var ókent
fyri hann, tí heima er tað eis
ini kona hansara, sum keypir
jólagávurnar.
– Men eg standi eisini á
merkiseðlinum sum gevari.
Eg vil bara ógvuliga fegin
vita, hví eg gevi og hvørjar
grundgevingarnar eru, segði
Jóan Magnus Ramsmussen.
Hann helt, at grundgev
ingarnar hjá fíggjarnevndini
ikki altíð vóru nóg góðar.
– Ofta stendur bara, at
fíggjarnevndin “heldur” at
onkur konta skal hækka ella
onkur lækka. Tað er heldur
tunn
grundgeving,
segði
hann.
3. og seinasta viðgerð av
fíggarlógini verður miku
dagin í Løgtinginum og so
fer tingið heim í jólafrí til á
leið hálvan januar næsta ár.
Fíggjarnevndin
hevur
hildið aftur í útreiðslun
um á fíggjarlógini fyri
2015.
So nógv, at bæði lands
stýrismaðurin við heilsu
málum, Karsten Hansen,
Miðflokkurin, og lands
stýriskvinnan
við
al
mannamálum,
Annika
Olsen,
Fólkaflokkurin,
gjørdu vart við frá tings
ins røðarapalli, at teirra
økir fara at hava tað
ómetaliga torført kom
andi fíggjarár.
Tað er soleiðis, at hóast
fíggjarlógaruppskotið er
samtykt við 2. viðgerð, so
er hon ikki endaliga sam
tykt. Tað hendir eftir 3.
viðgerð, sum verður miku
dagin.
Vanliga
hendir
ikki
so nógv millum 2. og 3.
viðgerð, men tá ið tað er
fíggjarlógin, tað snýr seg
um, so verða ofta onkrar
tillaðingar gjørdar.
Tí sást Annika Olsen
við embætisfólkum hava
fleiri fundir við fíggjar
nevdarlimirnar og ting
fólk, meðan orðaskifti fór
fram í tingsalinum um
fíggjarlógina.
Fundirnir høvdu til
endamáls at greiða parla
mentarikarunum frá, hvat
í veruleikanum krevst
fyri at reka almannaøkið.
Og serliga hvat tey halda
manglar á fíggjarlógini.
Manglar fýra
milljónir
Landsstýrismaðurin við
heilsumálum, var meira
kontantur undir sjálvum
orðaskiftinum.
Karsten Hansen, Mið
flokkurin,
segði,
at
á
heilsuøkinum er so nógv
spart, at talan í veruleik
anum um eitt øki, sum er
vakuumpakkað.
– Har er ongin luft –
onki at geva út av, segði
hann.
Hann segði, at skal
tað bera til at virka væl
komandi ár, so mugu fýra
miljónir tilførast økinum
afturat tí, sum longu er á
fíggjarlógini.
Hjálp frá Jenis
Mótir endanum av orða
skiftinum tók Jenis av
Rana, Miðflokkurin, orðið.
Hann vísti á trupulleikar
nar, sum landsstýrisfólk
ini bæði høvdu víst á und
ir orðaskiftinum og bað
fíggjarnevnd og Løgting
hugsa seg um einaferð
afturat og helst lurta eftir
teimum báðum landsstýr
isfólkunum.
Jákup
Mikkelsen,
Fólkaflokkurin, segði, at
fara pengar at mangla, so
ber til at taka tað uppaft
ur í seinnu helvt av 2015.
– Og eg kann lova Jenis
av Rana, at eg skal gera
mítt til, at pengar ikki fara
at mangla í, segði Jákup
Mikkelsen.
Politiskt
er
okkurt,
sum bendir á, at meirlutin
í fíggjarnevndini er sinn
aður at lata meira pening
til almannaøkið. Hendir
tað, so kann Miðflokkurin
leggja trýst á, so eisini
nakað verður latið afturat
til heilsuøkið.
3. viðgerð av fíggjarlóg
ini verður mikudagin.
Løgtingið hevur sent fíggjarlógina
fyri 2015 til seinastu viðgerðina
– hetta er seinasta fíggjarlógin
hjá hesum Løgtinginum
Bæði landsstýrismaðurin við
heilsumálum og landsstýris
kvinnan við almannamálum
haldda, at teirra økir fáa ov
lítið á fíggjarlógini fyri 2016
Seinasta
fíggjarlóg
hjá hesum
Løgtinginum
Meira til
heilsu- og
almannamál
Annika Olsen, lands
stýriskvinna við
almannamálum
Bárður Nielsen, Sambandsfl., er formaður í fíggjarnevndini
úr tinginum