mánadagur 15. desember 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 10
I
15. desember 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin
Vinnan hesaferð setir sjóneykuna á oljunýtlsuna
og oljuprísirnar. Seinastu tíðina eru oljuprísirnir
falnir munandi, og meðan summi fegnast um tað,
er tað ein vansi hjá øðrum. Serfrøðingur roknar
við, at fallið í oljuprísinum er stokkutur hiti. Vit
viðgera eisini, hví oljuprísirnir í Føroyum bera
seg soleiðs at, sum teir gera.
Vinnan hesuferð...
tað hendir...
Føroyar
leiða sam
ráðingar
Hesa vikuna er annað samráðingar
umfar um svartkjaft og norðhavs
sild í London.
Semjurnar um svartkjaft og
norðhavssild vórðu sagdar úr gildi
á samráðingarfundum í London
ávikavist 13. oktober 2014 og 18.
oktober 2012. Sostatt skal sam
ráðast um nýggjar semjur fyri báðar
stovnarnar. Føroyar hava formans
skapin í samráðingunum um svart
kjaft, norðhavssild og
makrel, og skipar føroyska
samráðingartoymið sostatt fyri
samráðingarfundunum í London
næstu dagarnar.
Byrjað varð við samráðingum
um svartkjaft mánamorgun 15.
desember, tá alfundur varð. Eftir
hendan fundin varð sendileiðara
fundur. Síðani fara Føroyar at hava
tvíliðaðar fundir við ES, Ísland,
Noreg og Russland hvør sær.
Russland er við á báðum samráð
ingarfundum, hóast Russland bert
er strandarland í norðhavssildini.
Samráðingarnar um norðhavs
sild verða skipaðar eftir sama leisti
sum samráðingarnar um svartkjaft,
og byrja mikumorgun 17. desember.
Á dagsskránni fyri báðar stovnarnar
eru millum annað samráðingar um
nýtt býti og heildarkvotu fyri 2015.
Í føroysku sendinevndini eru
umframt føroyska samráðingar
toymið, eisini sendistovan í
London, Felagið Nótaskip og
Føroya Reiðarafelag.
Oljunýtslan minkast 45.000 tons
ambært álitinum um orku
politikk, sum Føroyar hava
bundið seg at fylgja, skal árliga
oljunýtslan minka við 45.000
tonsum. Tað kom fram í kjak
sending á Rás2 í farnu viku.
Kári Mortensen, leiðari á
orkudeildini hjá Jarðfeingi
vísir á, at tey eru í einari
margháttligari støðu.
– Tað er eitt slag av einum dilemma. Vit
hava sum okkara aðaluppgávu bæði at leita
eftir olju, umframt at gera alt fyri ikki at
brúka hana, sigur hann.
Kári vísir á, at í løtuni liggur samlaða
føroyska oljunýtslan um 200-250.000 tons
um árið, alt eftir hvørt off-shore oljunýtslan
verður tikin við. Hendan oljunýtslan skal
tálmast sambært almenna orkupolitikkinum
hjá landinum, við støði í áliti um orkupolitikk
frá 2009.
– Løgting og landsstýri hava við hesum
bundið seg til ein veðurlags politikk. Tað
inniber, at árliga oljunýtslan skal minka við
45.000 tonsum, í tíðarskeiðinum frá 2005
til 2020. Tað eru longu um 15-16.000 tons,
sum verða spard árliga vegna tær 18 vind
myllurnar, ið SEV hevur sett upp. So vit hava
fimm ár at minka við 30.000 tonsum afturat,
sigur leiðarin á orkudeildini hjá Jarðfeingi.
Tó at hann heldur nógv vera ósamd við
sær, so er Kári Mortensen bjartskygdur um
útlitini at røkka málinum um at tálma árligu
føroysku oljunýtsluna við 45.000 tonsum.
– Tað síggi eg ljóst upp á, hóast nógv ikki
eru samd við mær í tí. Tá ið vit fyrst eru farin
í holt við at elektrifiserað orkunýtsluna í
Føroyum, so fara vit at spara upp aftur fleiri
enn teir 45.000 litrarnar av olju um árið, sigur
hann.
Hann vísir á heildarætlanina úr landsstýr
inum fyri el-orku frá 2011, sum sigur, at orkan
í størri mun skal leggjast yvir á el.
– Heildarætlanin sigur, at vit skulu økja
um orkuframleiðsluna úr varandi orkukeldum
og fáa flutt so nógv av orkunýtsluni sum
møguligt yvir á elorku, sigur Kári Mortensen.
S
Føroyar hava í bundið seg til at minka oljunýtsluna við 45.000 tonsum komandi árini
Mortan Østerø
Grøn orka skal fylla enn meira
í føroysku orkunýtsluni