Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 nr. 10 I 15. desember 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum – Vit hava so roynt at lagað okkum eftir um­støðunum, og vit hava satsað eitt lítið sindur øðrvísi enn hini, tí vit hava lagt dent á at vera ein góður veitari av feskum úrdrátti. Umleið 30 prosent av tí, sum vit framleiða, verður selt sum feskt flak til Týsklands og Frak­lands, og tað krevur so, at vit mugu hava bestu góðsku á rávøruni, sigur hann. – Tí hava vit lagt stóran dent á at gera fiskin so góðan sum gjørligt, og tað merkir, at skipini hjá okkum ikki gera ov langar túrar, umframt at tey hava góða hagreiðing umborð. Hetta hevur verið konseptið hjá okkum frá fyrsta degi, og hóast vit mugu fyrihalda okkum til prísin, sum er ta einstøku vikuna, hevur tað í miðal givið ein betri prís. Veður og vindur, plaser­ing, logistikkur og annað spælir sjálvandi inn, men vit kunnu tó levera tvær ferðir um vikuna, sum er mánadag og hósdag. Hini 70 prosentini hjá virkinum í Runavík verða seld fryst, og har hevur Faroe Origin langtíðarsáttmálar, sum kunnu vera upp til eitt ár, men vanliga liggja um eitt hálvt ár. So er sjálvandi okkurt eftir, sum ikki er kontraktað, og tað verður so selt fyri seg. Virkið á Toftum Umframt gamla Lynfrost í Runavík og skip­ ini, hevur Faroe Origin átt virkini á Toftum og í Vestmanna, sum vóru uppií, tá felagið keypti restirnar av Faroe Seafood. Virkið í Vestmanna varð nokk so skjótt selt burturúr, og so var virkið á Toftum, sum fyrr æt Nykur, leigað Vaðhorn, sum brúkti tað til saltfiska­ framleiðslu. Men tann sáttmálin varð sagdur upp í heyst, so í løtuni stendur virkið tómt. – Vit standa tí við einum virki, sum ikki hevur nakra framleiðslu, men vit eru farnir undir at gera nakrar ábøtur á tað, bæði í sam­bandi við tekniskar dagføringar og góð­ kenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Um nakrar mánaðir ætla vit so sjálvir at fara í holt við at virka saltfisk har, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur Jens Pauli Petersen. – Tann marknaðurin fevnir serliga um Spania og Italia, sum tó bæði enn eru hart rakt av fíggjarkreppuni. Saltfiskur er heldur ikki ein so øgiliga bílig vøra, og av tí at kreppan helst hevur ávirkað keypievnini hjá spaniólum og italienarum, kann tað gerast ein stór av­bjóðing hjá okkum at fáa tað at bera seg. Hann vísir á, at nú Faroe Origin eigur virkið á Toftum, má felagið eisini royna at fáa ein góðan rakstur har, so tað gevur pluss. Og hann vísir ikki aftur, at um tað sær út til at fara at eydnast, er ikki óhugsandi, at virkið upp á sikt fer undir at keypa frystan fisk, so virkið kann fáa nóg nógva rávøru til virkingar. – Men vit vilja gjarna frá byrjan hava gott stýr á øllum tí, sum vit gera, og vit fara í øllum førum at leggja varliga út og byrja spakuliga. 170 fólk undir sær Eitt krúss av kaffi ella gott og væl tað er farið niðurum og prátið í fittliga fundarhølinum við glasveggjum nærkast endanum. Stundin er komin at runda av, og ta síðstu løtuna av hesum tímanum við stjóranum í Faroe Origin brúka vit uppá hansara persónligu vónir og væntanir í sambandi við stjórastarvið. – Eg havi ikki hugsað so nógv um, at hetta er toppurin á karrieruni og sovorðið, tí hetta felagið byrjaði við tveimum stjórum, sum vóru Anfinn Olsen og Jógvan Dávid Jacobsen. Men tað var nokk ikki ætlanin, at teir skuldu verða sitandi, tí teir hava eisini so nógv annað. Tá eg so bleiv spurdur, játtaði eg at taka við møguleikanum, og so má tíðin vísa, hvussu tað fer at gangast, sigur Jens Pauli Petersen. Frá at hava verið virkisleiðari, er hann nú stjóri og ovasti leiðari fyri umleið 170 fólkum í samtakinum, tí eini 100 fólk starvast á virkinum í Runavík og eini 70 umborð á skipunum hjá Faroe Origin. Felagið fær so eis­ini nøkur fólk aftrat til arbeiðis, tá gongd kemur á arbeiðið á virkinum á Toftum við. – Hetta er eitt stórt samtak, og ábyrgdin er sjálvandi størri eisini. Eg havi heldur ongan annan at skylda uppá, um tað ikki gongur nóg væl, og eg kann tað sama eisini viðganga, at eg havi nokk eitt sindur meira at spekulera uppá, enn eg hevði frammanundan. Men vit hava góð, skilagóð og dugnalig fólk í fyri­ tøkuni, umframt at vit hava eina skipan, ið virkar væl, so eg eri farin fúsur til verka, sigur hann. – Jú, hetta er ein spennandi avbjóðing, men tað er so aftur tað, at tað hevði verið stutt­ligt og avgjørt meira spennandi, um meira fiskur kom upp á land hjá okkum. Bláa bók Jens Pauli Petersen er 47 ára gamal, býr í Hoyvík, men er føddur og uppvaksin í Sandavági. Hann er giftur við Rikke Berg Larsen, og tey eiga 12 ára gomlu tvíburarnar, Rasmus og Emil, og átta ára gamla Christian. Jens Pauli gekk fyrstu fýra árini í skúlanum í Sandavági og síðani frá fimta til tíggjunda flokk á Giljanesi, áðrenn hann fór til Gøtugjógv at ganga á HF. Síðani hevur hann útbúgvið seg sum fiskaríteknolog í Esbjerg og matvøruverkfrøðing í Lyngby. Hann hevur verið til skips, men flestu arbeiðsroyndirnar hevur hann fingið á ymsum fiskavirkjum við ymsari framleiðslu, og á flestu virkjunum hevur hann verið formaður ella leiðari av onkrum slagi. Nú er hann stjóri í Faroe Origin. Profilurin: Jens Pauli Petersen Vit hava so roynt at lagað okkum eftir umstøð- unum, og vit hava satsað eitt lítið sindur øðrvísi enn hini, tí vit hava lagt dent á at vera ein góður veitari av feskum úrdrátti – Vit hava góð, skilagóð og dugnalig fólk í fyritøkuni, umframt at vit hava eina skipan, ið virkar væl, so eg eri farin fúsur til verka, sigur Jens Pauli Petersen