mánadagur 15. desember 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
nr. 10
I
15. desember 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
iskamarknaður Føroya hevur
stívliga 21 ár á baki, og hesi árini
er nógv hent innan føroyska fiski
skipavinnu og sølu av fiski.
Í dag hevur marknaðurin
fýra heildagsstørv, og stjóri er
toftamaðurin, Høgni Hansen.
Høgni er gamal í garði á marknað
inum, og tá stjórin seinastu árini,
Jens Christian Olsen, gavst í starv
inum fyri einum ári síðan, varð Høgni fyrst
settur sum fyribilsstjóri. Í summar varð hann
so settur stjóri á Fiskamarknaði Føroya.
Eins og ráfiskatilgongdin er minkað seinnu
árini, serliga við minkandi nøgdum av toski
og hýsu, er talið av starvsfólkum á marknað
inum eisini minkað.
Tað var tann tíð, tá talið av heildags
størvum á Fiskamarknaði Føroya táttaði í tað
tvífalda av talinum, sum eru í dag.
Hampiligt ár
Árið í fjør royndist vánaligt hjá Fiskamarknaði
Føroya - sæð á tann hátt, at nøgdirnar, sum
seldar vórðu um marknaðin, vóru smáar. Í ár
hevur gingið betri, og tað var serliga várið,
sum royndist hampiliga gott.
Upsaskipini eru flestu knýtt at fiska
virkjum kring landið og virkini, sum eiga
skipini ella hava eitt neyvt tilknýti til tey,
keypa gjarna allan upsan sjálvi til virkingar.
Tað, sum er høvuðsgrundarlagið undir
Fiskamarknaði Føroya, er húkaflotin og
serliga línu-og útróðrarflotin. Teir smáu
trolbátarnir og garnaskipini selja eisini
meginpartin av tí, tey veiða, um søluna hjá
marknaðinum.
Vanliga verður fiskurin, sum er á marknað
inum hvønn dagin sær, seldur klokkan 10 um
morgnarnar, men liggur okkurt eftir, sum ikki
varð selt um morgunin, verður av og á skipað
fyri einari nýggjari sølu aftur seinnapartin,
klokkan 13 ella 13.30.
Nú veðrið seinastu tíðina hevur verið so
ólagaligt, er eisini lítil fiskur komin upp á
land. Flestu skip liggja, men onkur roynir at
brúka tær løtur, ið eru.
Í morgun vórðu nøgdirnar hjá onkrum
útróðrarbátum seldar á marknaðinum, og
haraftrat var toskur, longa og onnur hjáveiða
hjá ísfiskatrolaranum Vesturtúgvu eisini seld.
Tað hevði styrkt um marknaðin og hevði
skapt meira virksemi rundan um søluliðið
um ísfiskatrolararnir, sum veiða upsa, í størri
mun seldu fiskin um Fiskamarknaðin Føroya.
At hesi skip ikki brúka »mekanismuna«,
sum marknaðurin hevur við sær, er ikki nýtt,
tí soleiðis hevur tað verið í fleiri ár.
Hinvegin mugu fiskimenn, sum sigla við
hesum skipum, rokna við, at prísurin, sum
fæst fyri upsan á tilknýttu fiskavirkjunum,
svarar á leið til marknaðarprísin.
Góðir fiskaprísir
Um heystarnar eru fiskaprísirnir vanliga
góðir, og soleiðis er eisini í ár.
Á Fiskamarknaði Føroya lata tey í løtuni
væl at prísunum á flestu fiskasløgum. Tó eru
onkur fiskasløg, eitt nú kongafiskur, sum eru
skiftandi í dygd – alt eftir, hvar tey eru veidd
– sum kanska ikki fáa optimalan prís alla
tíðina. Í aðrar mátar eru fiskaprísirnir góðir
og ikki minst prísurin á toski og øðrum dýrari
fiskasløgum.
lyft undir fiskaprísir í meira enn 21 ár
F
Fiskamarknaður Føroya hevur nú stívliga
21 ár á baki. Í dag eru fýra heildagsstørv á
marknaðinum, men í sínari tíð, tá mest var
at gera, vóru størvini út við tvífalt so mong.
Myndir: Vilmund Jacobsen
Á Fiskamarknaði Føroya lata tey í løtuni væl at prísunum á flestu fiskasløgum, nú vit nærkast
jólum. – Um heystarnar eru fiskaprísirnir vanliga góðir, siga tey á marknaðinum
Vilmund Jacobsen
Tað er serliga húkaflotin, smáu
trolbátarnir og garnaskipini, sum
selja sína veiði um uppboðssøluna
hjá Fiskamarknaði Føroya.
Toftamaðurin
Høgni Hansen,
er stjóri á
Fiskamarknaði
Føroya