Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Stóri altjóða miðilin CNN við­mælir Føroyar sum ferða­ mál í 2015. Tað ger CNN í einum yv­ ir­liti yvir 10 spennandi ferða­ mál, ið tey mæla fólki til at vitja komandi árið. Á listanum eru eisini Singa­pore, Abu Dhabi, Mil­ ano, Salta í Argentina og Los Angeles. Eitt slíkt viðmæli, sum CNN gevur sínum lesarum, kann fáa stóran týdning fyri før­oyska ferðavinnu í kom­ andi tíðum. Seinastu árini hava skúlanæmingar í Føroyum havt ókeypis atgongd til tal­giltar útgávur av 13 orðabøkum, sum føroyska forlagið Sprotin hev­ ur givið út. Hetta hevur verið eitt sera hent amboð, sum bæði næm­ ing­ar og lærarar hava havt stóra gleði av. Á nýggjarinum verð­ur skipanin avtikin í fólkaskúlanum, tí Menta­mála­ráð­ið, sum hevur goldið fyri tæn­ast­una, vil ikki halda fram at punga út. Mentamálaráðið átók sær kostn­að­in av tænastuni í einari trý ára royndartíð, og fyri hesa tæn­ast­ una hevur Mentamálaráðið goldið 800.000 krónur tvey tey fyrstu ár­ ini og 600.000 hetta seinasta árið. Nú heldur Mentamálaráðið, at komm­un­ur­nar eiga at yvirtaka kostn­að­in av hesum tænastum í fólka­skúl­an­um, tí argu­ment­ið hjá Menta­mál­a­ráð­num er, at komm­un­ ur­nar skulu sam­bært fólka­skúla­ lóg­ini veita næm­ing­un­um til­far til skúlagongdina. Menta­mála­ráð­ ið vísur á, at talgiltar orða­bøk­ur eisini kunnu koma undir hesa áseting, og tí setur almenna ráð­ið nú punktum fyri sín leiklut í skip­ an­ini í fólkaskúlanum. Samstundis, sum Menta­mála­ ráð­ið hevur tikið seg aftur, hevur tað ikki eydnast at fáa eina avtalu mill­um forlagið og kommunurnar um, at kommunurnar yvirtaka kostn­að­in av skipanini. Sprotin hev­ur ásett kostnaðin, sum komm­ un­ur­nar skulu gjalda, og gera allar komm­un­ur­nar eina felagsavtalu, verð­ur kostnaðurin 360.000 krónur um árið. Tað kann verða, at komm­un­ur­ nar ikki veruliga hava tikið støðu til málið, og í gjár søgdu onkrir borg­ ar­stjórar, at teir vildu seta seg inn í mál­ið, áðrenn teir úttalaðu seg. Líkt er tí til, at ein loysn kann finnast. Í øllum førum kann staðfestast, at talgiltar føroyskar orðabøkur skulu verða til taks hjá føroyskum næm­ing­um. Tað er nóg mikið og ov­mik­ið av útlendskum tilfari at finna á netinum, og tá ið vit hava framúr talgiltar tænastur, sum stuðla undir føroyskt mál og før­ oysk­ar útbúgvingar, eiga vit sjálv­ sagt at brúka tær í fólkaskúlan­um. Tað kann væl verða, at Menta­ mála­ráð­ið hevur grein í sínum máli um, at kommnurnar eiga at bera kostnaðin av hesari tæn­astu, og tað kann væl verða, at komm­ nur­nar átaka sær gjaldið, men tað má ikki henda, at tænastan dett­ ur niður ímillum tveir stólar, og skúlanæmingarnir missa tæn­ast­ una á nýggjárinum! Hetta er ein trupulleiki, sum bara skal loysast! So einfalt er tað! Sjálvandi skulu næmingar hava talgiltar orðabøkur Loysið trupulleikan! Føroyingar kenna Regin Jac­ ob­sen sum stjóra í risastóru ali­fyri­tøkuni Bakkafrost, og summi vita helst eisini, at Reg­in er virkin í samkomuni Keld­uni í Skálafirði. Mánadagin varð ein and­ akt, sum Regin Jacobsen hev­ur skrivað, løgd á heima­ síð­una hjá Kelduni. Heitið á and­akt­ini er ”at liva Kristus”, og Regin innleiðir tekstin so­ leið­is: ”Vit lesa í skriftini um menniskju, sum fylgdu Jes­usi eftir. Hesi livdu sína trúgv út í gerandisdegnum. Tey livdu Kristus. Sam­stund­is sum tey høvdu sínar verðs­ligu upp­ gáv­ur, boðaðu tey orðið og vóru vitnir um trúnna.” Regin skrivar í andaktini um at hava kristna boð­skap­ in og virkið við sær í arb­eiðs­ lívið: “Í dag hava vit størv sum banka­fólk, lærarar, hand­ verk­ar­ar, bussførarar, alarar, løg­tings­fólk, fiskavirkarar, for­menn, skrivstovufólk v.m. alla staðni eru vit livandi vitni við okkara atburði. Summi hava størri ávirkan enn onn­ur; men øll hava vit eitt kall, og øll hava vit eina ábyrgd fyri onkrum øki, har vit kunnu útinna kristnu trúnna og kristna lív­ið til vitn­is­burð­ar fyri tey, vit eru sam­an við. Størsta kall okk­ ara er avgjørt at ala okk­ara børn upp í kristnu trúnni og at peika okkara nærmastu á Jesus.” Andaktin kann lesast í full­um líki á heimasíðuni hjá Keld­uni. Regin Jacobsen skrivar andakt Føroyar gott viðmæli Eg vildi royna annað enn útvarp Helgi Jacobsen Meldurin síða 8-10 Tað var púra óveruligt Herálvur Thomsen Samtak Síða 6 Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norði og okkurt kavaælið. Hitalagið um frostmarkið. Veðrið týsmorgunin: Eitt lágtrýst, 975 hPa. í landnyrðing úr Føroyum grynnist. Veðrið mikunáttina: Eitt stormlágtrýst, 950 hPa. vestanfyri Ísland stendur mestsum í stað og brúgvalagið til Føroya fer eystureftir. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapartin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 6 stig. í e a o f V E HÓSDAGIN TÝSDAG MIKUDAGIN 8-13 m/s 10-15 m/s 15-20 m/s 8-13 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s Um morgunin upp í hvassan vind av suðri og regn, seinnapartin sama vindferð av útsynningi og okkurt æli, partvís vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, um kvøldið nakað minni vindur. Okkurt kavaælið og hitin milum 1 og 4 stig.