týsdagur 16. desember 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brúkarin fær ágóðan
Næsta ár kunnu fólk skifta televeitara
og varveita gamla nummarið. Hetta er
fyrimunur fyri brúkaran, heldur telestjóri
Jákup Mørk
Føroya Tele og Vodafone
hava nú stovnað felag, sum
hevur til endamáls at reka
eina
sonevnda
nummar
portabilitets-skipan. Tað er
ein skipan, sum ger tað gjør
ligt hjá fartelefonfeløgum at
varveita sítt telefonnummar,
hóast veitarin verður skiftur.
Nakað, sum ikki hevur verið
gjørligt í Føroyum.
– Hetta er nakað, sum vit
fleiri ferðir hava víst á, og
Fjarskiftiseftirlitið
hevur
eisini víst á hetta málið sum
ein týðandi faktor, um kapp
ingin á føroyska fjarskiftis
marknaðinum skal mennast,
sigur Gudny Langaard, stjóri
á Vodafone.
– Eitt nú hava vit gjørt
kanningar, sum vísa, at ein
ir 40% av føroysku fartele
fonbrúkarunum siga, at tað
kemur als ikki upp á tal at
skifta veitara, um numm
arið skal broytast. So tað er
greitt, at hetta letur upp fyri
nógvum nýggjum møguleik
um hjá okkum og hjá Før
oya Tele, sigur Gudny Lang
gaard.
Hon vísir á, at tað fram
vegis ganga nakrir mánaðir,
áðrenn skipanin koyrir, men
hon ivast ikki í, at hetta fer at
koma brúkarunum tilgóðar.
– Ivaleyst koma vit at
síggja, at føroysku veitarar
nir nú leggja enn størri dent
á produktmenningina, og tað
fer í seinasta enda at koma
brúkaranum tilgóðar, sigur
Gudny Langgaard.
Tað verður felagið, Før
oyska Nummar Felagið, sum
skal eiga og reka føroysku
nummarportabilitets-skip
anina. Føroya Tele og Voda
fone eiga felagið, og ætlandi
verður tað Elektron, sum
skal
hýsa
skipanini
og
standa fyri rakstrinum av
henni.
– Ivaleyst koma vit at síggja, at føroysku veitararnir
nú leggja enn størri dent á produktmenningina, og
tað fer í seinasta enda at koma brúkaranum tilgóðar,
sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone
Nýggja matstovan Barbara er longu komin millum 250 tær bestu í norðurlondum
Finna
ikki tann
seka
Løgreglan
megnar ikki
at finna útav,
hvat skip
dálkaði sjógvin
á Krambatanga
við olju fyri
einum góðum
ári síðani
Áki Bertholdsen
Tað var tann 20. sept
ember í fjør, at olja fór á
sjógv við Krambatanga.
Kommunan sigur, at
talan er um trý skip,
oljan kundi stava frá,
tí antin var tað Smyril,
eitt niðurlendskt tanga
skip ella eitt grikst
farmaskip, sum var
orsøkin til dálkingina.
Royndir vórðu
tiknar av oljuni, men
niðurstøðan er, at tað
ber ikki til at prógva,
hvaðani oljan stavar og
tískil er málið slept.
Løgreglan hevur tí
avgjørt at sleppa málin
um og ger ikki meiri við
tað, og tað hevur hon
nú boðað Tvøroyrar
Kommunu frá.
Hetta eru tey í Tvør
oyrar Býráð alt annað
enn nøgd við.
Fáa sær hjálp
Kristin Michelsen, borg
arstjóri, sigur, at tað
kostaði kommununi
eina slaka hálva millión
at taka oljuna upp
aftur. Og kommunan
er ikki sinnað at hanga
upp á rokningina.
Hann vísir á, at
Krambatangi er lands
havn, haðani Tvøroyrar
Kommuna ongar inn-
tøkur fær, hvørki
bryggjugjald ella vøru
gjald.
Tí er hann alt annað
enn nøgdur við, at
Tvøroyrar Kommuna
skal hanga upp á eina
rokning upp á eina
hálva millión fyri at
reinsa havnina, eftir at
hon er dálkað av olju.
Tvøroyrar Býráð
hevur tískil vent sær til
sakførara at biðja um
góða ráð um, hvussu
farast skal fram, og
rokningin fyri at taka
oljuna upp aftur, er
send Landsverki, sum
varar av havnunum hjá
landinum.
Tíðindi
Tvær føroyskar matstovur
millum tær bestu
Matstovurnar Koks og Barbara
eru tiknar við í sonevndu White
Guide, sum peikar 250 tær bestu
matstovurnar í norðurlondum
Áki Bertholdsen
Enn einaferð hava vit fing
ið váttan fyri, at matstovu
vinnan í Føroyum er í stórari
menning.
Tað sæst, nú White Guide
hevur kosið tær bestu mat
stovurnar í Norðurlondum.
White Guide er ein norð
urlendskur
matstovuveg
vísari, og nú felagsskapurin
í gjár hevur almannakunn
gjørt, hvørjar 250 tær bestu
matstovurnar í Norðurlond
um eru, eru tvær føroyskar
matstovur eisini komnar
upp á listan.
Ikki óvæntað er matstov
an Koks á Hotel Føroyum
onnur føroyska matstovan
við á listanum.
Koks her harafturat við
heilt í toppinum. Hon er við
á listanum yvir ”Masterclass”
matstovur, og hon er numm
ar 32 á listanum yvir 250 tær
bestu matstovurnar í Norð
urlondum.
Eisini tann nýgja
Meiri óvæntað er tað at
nýggja
fiskamatstovan,
Barbara, sum ikki læt upp
fyrrenn i summar, longu
hevur vakt so miklan ans, at
hon hevur smoygt sær upp
ímillum tær allarbestu mat
stovurnar í Norðurlondum.
Barbara er á listanum yv
ir matstovur, sum eru ”Very
High Class” og hon er numm
ar 174 á listanum yvir 250 tær
bestu matstovurnar í Norð
urlondum.
Á listanum eru annars 86
matstovur í Svøríki, 71 í Dan
mark, 43 matstovur í Noregi,
38 í Finnlandi, níggju í Ís
landi, tvær í Føroyum og ein
á Svaldbard.
Tey í White Guide stað
festa, at áhugin fyri norður
lendskum mati er ógvuliga
stórur.
– Tey siga eisini, at tíðind
ini um tað livandi matstovu
vinnuna í Norðurlondum,
ferðast skjótt og í kjalarvørr
inum á tí er eitt veksandi tal
á ferðafólki.
Smidligari at søkja
um ferðastuðul
Við nýggju hentleikunum í MínBoks og
linkaðu krøvunum til umsóknarblaðið
vónar TAKS, at tað nú gerst smidligari
hjá fólki at søkja um ferðastuðul
Dánjal av Rana
Framyvir kann søkjast
um ferðastuðul gjøgnum
MínBoks. Í MínBoks liggja
nú nøkur talgild umsókn
arbløð hjá TAKS, millum
annað
umsóknarblaðið
um ferðastuðul, og kunnu
hesi sendast frá MínBoks
beinleiðis til TAKS.
Samstundis er ikki long
ur neyðugt við arbeiðs
gevaraváttan á umsókn
arblaðnum. 8. desember
2014 kom nýggj kunngerð í
gildi, har kravið um, at arb
eiðsgevarin skal vátta fyri
starvssetan, varð strikað.
Við nýggju hentleikun
um í MínBoks og linkaðu
krøvunum til umsóknar
blaðið vónar TAKS, at tað
nú gerst smidligari hjá
fólki at søkja um ferða
stuðul.
Lova útgjald
ávísan dag
TAKS hevur annars tvey
tey seinastu árini havt
ta mannagongd, at lova
fólki
ferðastuðulin
á
konto ávísan dag, um tey
søkja um stuðul innan
eina ásetta freist. Í januar
er aftur tíð at søkja um
ferðastuðul, og tá ljóðar
lyftið: Søk um ferðastuðul
innan 12. januar, so hevur
tú pengarnar á konto 17.
februar. Søkir tú gjøgn
um MínBoks, hevur tú
pengarnar longu 10. febru
ar.
Hvørt hálvár, í januar
og juli, kann søkjast um
ferðastuðul. Vanliga fær
TAKS samanlagt um 3.000
umsóknir um ferðastuðul
hvørt hálvár.