týsdagur 16. desember 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Føroysku
pensjónistarnir
fáa ikki nakra hækking í
pensjónini nú 1. januar.
Vanligt er annars, at fólka
pensjónir verða hækkaðar á
nýggjárinum – ikki eftir ein
um ávísum leisti, men ofta
eftir prístalinum ella eftir
vanligum lønarhækkingum.
Landsstýriskvinnan við
almannamálum hevur valt
ikki at gera hækkingina nú
á nýggjárinum, men hevur
boðað frá, at pensjónirnar
hækka við 350 krónum um
mánaðin frá 1. juli komandi
ár.
– Tað er gott, at pensjónir
nar hækka tá, men tað hevur
grundleggjandi onki at gera
við vanligu hækkingarnar,
sum eru um ársskiftið, sigur
Arne Thorsteinson, formað
ur í Landsfelag Pensjonista
við útvarpið.
Orðaskiftið í tinginum
hevur verið rættuliga nógv
um hendan spurningin fleiri
ferðir í valskeiðnum. And
støðan hevur skotið upp, at
pensjónistarnir skuldu hava
eitt sindur hægri pensjón,
men hvørja ferð er uppskotið
um hetta frá andstøðuni felt.
Seinast tað fall var fyrr í
vikuni, tá ið eitt uppskot frá
Javnaðarflokkinum,
Tjóð
veldi og Sjálvstýrisflokkin
um fall.
Svínoyar-túrurin
Hóast lítil og og ongin munur
er á peningaupphæddini,
sum uppskotið hjá andstøð
uni kostar, og tað hækkingin
fer at kosta 1. juli.
Undir viðgerðini av and
støðuuppskotinum nevndi
andstøðan ferð eftir ferð,
at tað er undurnarvert, at
hækkingin ikki kemur fyrr
enn 1. juli og ikki 1. januar.
Kemur hækkingin í gildi
1. juli, so fer tað at kosta 10
miljónir krónur á fíggjarlóg
ini í 2015 og tað dupulta kom
andi árini.
Fíggjarnevndin var á ein
um túri í Svínoy og helst er
tankin um at hækka pen
sjónirnar fostraður á hesum
túri. Onga aðrastaðni sæst,
at ætlan var um hesa hækk
ingina enn í álitinum til 2.
viðgerð av fíggjarlógini, og
hetta álit var gjørt eftir Svín
oyar-túrin.
Í samgonguni eru fleiri
sum halda, at sosiali profil
urin hjá samgonguni ikki er
nóg spískur, og tí vildu tey
hava, at okkurt varð sett á
fíggjarlógini, sum vendi tann
vegin.
Tí var avgjørt at hækka
pensjónina 1. juli, so sam
gongan kundi vísa til sosialu
betringarnar fyri pensjónist
ar komandi ár.
Tað vóru Tjóðveldi, Javnað
arflokkurin og Sjálvstýris
flokkurin, sum løgdu upp
skot fyri tingið um at hækka
pensjónina til fólkapensjón
istar, sum onga aðra pensjón
hava.
Fjórði andstøðuflokkurin,
Framsókn, var ikki millum
uppskotsstillararnar.
– Vit høvdu gjørt eina
avtalu
um
nýskipan
av
pensjónum og ta avtaluna
hildu vit okkum til, segði
ein
heldur
illfýsin
ting
maður fyri Framsókn, tá ið
andstøðuuppskotið fekk 2.
viðgerð.
Tað, sum østi hann upp
aftur meira var, at samgong
an samstundis hevur boðað
frá, at pensjónirnar fara at
hækka við 350 krónum um
mánaðin frá 1. juli.
– Hetta vistu vit onki um.
Vit hildu, at vit arbeiddu við
einari nýskipan, men ta av
taluna breyt samgongan. Vit
føla okkum stutt sagt reyv
rend, harra formaður, segði
Poul Michelsen á tingsins
røðarapalli.
Hann boðaði samstundis
frá, at hann ikki longur
kennir seg bundnan at avtal
uni um nýskipan og at hann
fór at atkvøða fyri andstøðu
uppskotinum.
Tað gjørdi hann eisini,
men tað fall.
Allar talgildar upplýsingar
um føroyingar og føroysk
viðurskifti eiga at goymast
í Føroyum. Tað sama eigur
at vera galdandi fyri før
oyskar persónsupplýsingar.
Tað heldur Framsókn,
sum hevur lagt uppskot
fram um at fáa tilbúgving
arlógina broytta soleiðis, at
allar talgildar upplýsingar
verða goymdar í Føroyum.
Grundgevingin fyri, at
uppskotið vil broyta til
búgvingarlógina er, at skal
føroyska samfelagið virka,
um til dømis alt samband
við útheimin verður kvett,
so er neyðugt at vit hava
allar peningastovns- og
persónligar
upplýsingar
– umframt sjálvandi allar
heilsuupplýsingar.
Elektron niðurlagað
Føroyska kt-fyritøkan Elek
tron er niðurlagað nógv,
síðan
peningastovnarnir
avgjørdu at flyta ein stóran
part av teirra virksemi til
eina danska fyritøku, sum
nú er latin útlendingum.
– Tað harmar meg nógv,
at hetta er hent. Var sjálvur
við at geva peningstovnum
loyvi at fara av landinum
við hesum virksemi, men
tað vil eg sleppa at gera gott
aftur, segði Poul Michelsen.
Hann vísti á, at hetta var
ikki tað, sum peningastovn
arnir søgdu fór at henda.
Framsøgufólkini
hjá
tingflokkunum tóku væl
ímóti uppskotinum, men
Alfred Olsen, Sambands
flokkurin, segði, at bæði
vinnumálaráðið og fíggj
armálaráðið arbeiða við
verkætlanum, sum kjálka
uppat hesum uppskotin
um.
Annars tók hann fult
undir
við
uppskotinum
og lovaði tí góða viðgerð í
vinnunevndini.
Høgni Hoydal, Tjóðveldi,
segði, at Tjóðveldi sjey ferð
ir hevur havt uppskot um
at fáa talgildu upplýsingar
nar heimaftur, men hvørja
ferð er uppskotið felt.
– So vit taka undir við
uppskotinum. Líka mikið
hvussu
upplýsingarnar
koma heimaftur, so er tað
gott. Hetta eru upplýsingar,
sum vit mugu hava ræði á,
segði Høgni Hoydal.
Sjálvt um samgongan hevur lovað eina hækking næsta ár
til pensjonistarnar, so verður ongin javning nú
Avtalan um at gera eina pensjónsnýskipan
gjørdi, at Framsókn valdi ikki at vera við í
andstøðuuppskotinum um pensjónshækking
Framsókn vil broyta lógina um tilbúgving, so allar
talgildar upplýsingar koma aftur til Føroyar
Pensjónistar fáa
onga hækking nú
Framsókn helt avtalu
– tí ikki við í uppskotinum
Vilja broyta lógina
um tilbúgving
úr tinginum
Poul Michelsen,
Framsókn
Arne Thorsteinson,
formaður í Landsfelag
Pensjonista