Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Minningarorð um Poul Poulsen og Richard Poulsen av Eiði Nú tynnist í vinarskaranum. Fyrst fór Poul 29/9-2012 og nú fór Richard 24/10-2014 Tvey av mínum systk­ ina­børn­um, sum stóðu mær ógvuliga nær. Fyrst nøkur orð um Poul, sysk­ina­barn­ið í móðurætt. Poul var føddur í Vestmanna 6/6-1950, sonur Onnu Poulsen av Eiði og Emil Poulsen úr Vestmanna, sum fórst við Stell Argus í 1957. Tá "Stellan" var farin, kom Poul til Eiðis saman við mammu síni og beiggjanum, Hans Peturi. Tey fluttu inn til abba og ommu okk­ara, og sostatt komu vit at fylgjast upp ígjøgnum barnaárini, meira og minni. Eina tíð búði Poul hjá okk­um, av tí at mamma hansara (Anna mostur) arbeiddi sum kokk­ur uppi á Loranstøðini, sum tá var í gerð. Síðani komu ung­dóms­ árini, har vit mangan villan fóru, bæði so og so. Árini fara og ungl­ingar blíva til menn. Sum 15 ára gamal fór Poul til skips við Sunda­búgv­an­ um, sum tá var van­ligt. Har komu vit at vera til skips sam­an fyrstu ferð, síðani eitt ár við Pi-son. Sum 17 ára gamal fór Poul til Havnar at læra til bilsmið. Eftir lokna útbúgving kom Poul aftur til Eiðis, har hann fann sær konu, og settu tey búgv á Eiði. Okkara veg­ir skiltust ongantíð, vit vóru t.d. saman við 5 skipum. Nógv kann man siga um Poul, hann var td. vinarligur og góðs­lig­ur, har var stutt ”inn til barnið”, al­tíð í góðum lag og gjørdi sítt arb­eiði til lítar. Tey síðstu árini var Poul vaktarmaður á Bláa Kross heim­in­um, har hann var nógv av­hild­in við sínum lætta sinni og ja­ligu atferð. Poul bleiv sjúkur í mars mánaði og doyði longu í septembur av hervi­ligari krabbasjúku. Hann bar sína sjúku við tolni og góðum vón­um, gramdi seg ongantíð um sína støðu. Vón hevði hann til tað síðsta, men mátti sum so mangur dvína fyri sjúkuni. Tað var hart at síggja eitt so gott menniskja tikið burt­ur her frá alt ov tíðliga. So til Richard, systkinabarnið í fað­ir­ætt Richard var føddur 25/11- 1949. Son­ur Hans J. Poulsen og Katrinu Poul­sen, bæði av Eiði, og vaks hann upp her á Eiði. Ein stak pen­ur og prúður unglingi. Vit vuksu upp saman, av tí at tað var bert eitt hús ímillum heim okkara, og páp­ar­nir vóru brøður. So vit høvdu nógv saman. So komu vit at sigla saman við 7 skipum, bæði til ísfisk og langar salt­ fiskatúrar, har man kemur hvørj­um ørðum ógvuliga nær. Richard var ein kempa til arb­eiðis, hansara dagsverk lá ong­an­tíð eftir. Richard arbeiddi tey sein­astu árini sum borari og spreingi­ meistari bæði hjá J&K Pet­er­ sen og Articon, har hann var nógv avhildin. Richard var eitt gott menniskja. Var altíð klárur við tí góða orðinum, men kundi verða speiskur og bersøgin, men gávu­mildur sum fáur. Minnið hevði hann gott, hann kundi siga, at tað var ikki so gott við so góðum minni, tí man mintist líka væl tað ringa sum tað góða. Richard var ein nógv belisin maður; um tað so var tann griska gudalæran ella róm­ verjaríkið, so visti hann alt. Og tað var næstan ikki tað ting, sum hann ikki visti. Eingin veit á morgni at siga, hvar man á kvøldi gistir, sigur orða­takið. Lítið grunaði tað meg, tá vit sótu og tosaðu við einum kaffi­ munni sunnudagin, at eg skuldi hava verið við at borið hann til gravar áðrenn sunnudagur kom aftur. Nú eru so Poul og Richard farn­ir, so at siga í góðum árum, ella alt ov ungir. Og til tykkum, sum hava mist: Anna og børnini, og Poula og Hans Jákup. Goymið nú tey góðu minn­ ini, tey eru gull verd. Við hesum fáu orðum, vil eg lýsa frið yvir minn­ini um Poul og Richard. Systkinabarn tykkara, Rólant Poul Poulsen Richard Poulsen Símun Pauli Poulsen f. 08.02.1924 d. 28.09.2014 Justa Poulsen f. 19.09.1924 29.10.2014 Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaðu foreldur, verforeldur, omma, abbi, langomma og langabbi andaðust og vórðu jarðað. Tøkk til Moniku, Anna Mariu og Sólberg fyri góð orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til Sámal Matras Kristian sen fyri vakran sang í kirkjuni. Tøkk til tykkum, ið sendu peningagávu til missiónshúsið Thabor. Tøkk til Eyðgerð og Moniku fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til »Vega« fyri vakran sang í kirkjuni. Tøkk til tykkum, ið sendu peningagávu til leguhúsið í Nesvík. Tøkk til heimarøktina og sjúkrarøktarfrøðingar, Eysturoyar Røktar- og ellisheim og Gøtubrá. Tøkk til Havstein prest fyri góð orð í kirkjuni og vitjanir í heiminum, til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Tøkk tit, sum bakaðu og hjálptu so væl í ervinum. Tøkk tit, sum sendu blómur og kransar og fylgdu mammu og pápa til teirra seinasta hvíldarstað. Somuleiðis ynskja vit tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Rosit Ebba og Hans við familju