týsdagur 16. desember 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá góði maður, pápi, verpápi og abbi
okkara
Knud Wacher
Tórshavn
f. 15.03.1941 d. 20.10.2014
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólk á G1, sum vóru um hann, meðan
hann lá har úti.
Tøkk til Hera prest fyri góð og troystarrík orð í
kapellinum og í kirkjuni, og tøkk til sangarar og
berarar.
Tøkk til tykkum mongu sum bakaðu og hjálptu til
við ervinum.
Takk fyri blómur og kransar og fyri gávur til
Autismufelagið.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkini á Frímerkjadeildini
fyri tykkara hjálpsemi.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans signing
í komandi ári.
Kára, Kaj, Bjartur og Helgi við familjum
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá ið okkara kæra kona, mamma og omma
Elna Lis Magnussen
fødd Tausen
Famjin
18.02.1929 – 14-11-2014.
andaðist og varð jarðað.
Takk til Harmragarð fyri sera stóra umsorgan.
Takk til Suðuroyar sjúkrahús.
Takk til Jónsvein Bech og Patrich de Neergaard,
prestar, fyri góð og troystrarrík orð í kirkjuni og
kapellinum.
Takk til kirkjutænarar.
Takk til sangararnar, ið settu serligan dám á sangin.
Takk fyri vakrar blómur og gávur til Famjins kirkju.
Takk tit, ið hjálptu til við ervinum.
Takk tit øll, ið fylgdu Lis til hennara síðsta
hvíldarstað og sum troysta okkum í sorgini.
Heilsan
Jaspur, Inga, Rasmus og Magnus við familju
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, tá okkara høgt elskaði sonur so brádliga
bleiv tikin frá okkum
Hjalmar Holm
f.30.9.1977 d. 9.8.2014
Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík orð
í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til tykkum í Sjónleikarhúsinum og ein serstøk
tøkk til tykkum øll á Vodafone fyri alt ervið.
Tøkk til tykkum øll, sum bakaðu og komu við
suppu.
Og tøkk til tykkum øll, sum vóru um okkum
í okkara stóru sorg.
Takk fyri peningagávur til Fountain House.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Herdis & Elias
John & Malan
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá kæri maður, pápi, verðpápi, abbi og
langabbi okkara
Albert Fredrik Poulsen
Innan Glyvur
f. 8.11.1918 - d. 4.12.2014
andaðist og varð jarðaður.
Ein serlig tøkk til Ellis- og Røktarheimið í Runavík
og B7 á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til Símun
P. Jacobsen prest, sangarar, berarar, gravarar
og kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur, kransar og
peningagávur til Kirkjuhúsið, og øll tit, sum bakaðu
og hjálptu til við jarðarferðini og ervi. Tøkk til øll,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað
.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og Harrans signing
í komandi ári.
Familjunnar vegna
Fía
Tøkk
Takk til tykkum øll sum komu í
føðingardag og sum við gávum og
heilsanum gleddu meg á mínum 90 ára
føðingardegi.
Somuleiðis ynski eg tykkum eini gleðilig
jól og eitt gott nýggjár.
Heilsan
Begga Eiriksfoss
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið gjørdu
silvurbrúdleypsdag okkara hin 21. juni
til ein heilt serligan og ógloymandi dag.
Eisini vilja vit ynskja familju, vinum og
kenningum eini gleðilig jól, og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Karin og Birgir