týsdagur 16. desember 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum mintust okkum á okkara
diamantbrúdleypsdegi.
Takk til børnini og øll, sum hjálptu til
og gjørdu okkum dagin so hugnaligan.
Gleðilig jól og gott nýggjár
øll somul.
Bestu heilsanir
Anna og Jóhan Petur Johansen
Tøkk
Eg fari at takka tykkum mongu, sum
komu at heilsa upp á meg á mínum 90
ára føðingardegi tann 18. okt. og gjørdu
mær dagin hugnaligan. Takk fyri
gávur, blómur og heilsanir og takk til
tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til.
Gleðilig jól og harrans signing í nýggja
árinum.
Heilsan
Jákup Mikal Mikkelsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum gleddu okkum í sambandi við
silvurbrúdleyp okkara í summar.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt
gott komandi ár
Bernhardina og Heðin Klein
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum,
sum gjørdu okkum krúndiamant
brúdleypsdagin 4. des. so hugnaligan,
Tøkk fyri allar vitjanir, heilsanir og
gávur. Glað fyri at síggja tykkum. Serlig
tøkk til døturnar, fyri tað tit gjørdu og
familju, sum kom úr Danmark.
Eisini vilja vit ynskja familju, vinum og
kenningum eini gleðilig jól og
gott nýggjár.
Kirsten og Daniel P. Næs
Nes, Hvalba
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið gjørdu
hjúnabandsdag okkara so ógloymandi
Eisini vilja vit ynskja familju, vinum
og kenning eini gleðilig jól og eitt gott
nýttár.
Heidi og Janus
Gullbrúdleyp
30. desember hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin
saman við teimum nærmastu.
Sigfred og Sofía Johannessen á Nesi