Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevur tú mist maka av krabbameini? Samtalubólkur fyri teg, ið hevur mist makan av krabbameini, byrjar 26. januar 2015. Tað er Oddbjørg Johansen, sum ber hesi tíðindi frá Krabbameinsfelagnum. Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá tú missir makan av eirindaleysari sjúku. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta tær aftur. Hetta er orsøkin til, at Krabbameinsfelagið skipar fyri samtalubólki fyri tey, sum hava mist sín maka av krabbameini. Tað verða sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, sum fara at leiða og skipa fyri í bólkinum og alt, sum fer fram í bólkinum, er í trúnaði. Meira kann lesast um samtalubólkin á www.krabbamein.fo Stokkut strongd nýtist ikki at vera nakað ringt Líka so týdningarmikið, sum tað er at koma upp í gear, tá brúk er fyri tí, eins týdningarmikið er tað at duga at taka ferðina av aftur. Ráðini eru, at tað skal vera javnvág millum strongd og hvíld. Tá avbjóðingin er av, skulu likam og sál hava tíð til at koma fyri seg aftur Vilmund Jacobsen Vit siga ofta, at vit eru ”stress­að”. Tað merkir, sum oftast bara, at vit hava ov nógv av gera – kanska eitt sindur meira, enn vit hava hug til. Vit kunnu øll uppliva tað, sum rópt verður ”stokk­ uta strongd”, tá vit standa yvirfyri stórum av­bjóð­ing­ um. Hetta slag av strongd við­før­ir eina røð av fysiskum og atferðarkendum reakti­ón­ um, sum ger okkum klár til at gera okkara besta. Stokkut strongd kann nevni­liga gera okkum før fyri at klára avbjóðingarnar best møgu­ligt, eitt nú í ferðsl­ uni, við próv­tøku, til ítr­ótt­ar­ kapp­ing­ar, í stríðs­støð­um og í sam­band við óhapp og van­ lukk­ur. Soleiðis kann stokkut strongd í allar flestu førum gera okkum ”fit for fight”. Øll kunnu koma í støður við stokkutari strongd. Bæði menniskju og dýr brúka stokkuta strongd til at klára støður ella vanda­støð­ ur til betri at kunna berjast ella flýggja. Stokkut strongd ger okk­ um meira klár, økir um kon­ sen­tra­ti­ónina og fokus, eins og stokk­ut strongd eisini økir um innlæringarevnini og minn­ið. Er talan hinvegin um mátt­mikla stokkuta strongd kanst tú ger­ast í vill­ar­eiði, eins og hetta kann gera teg ótta­full­an og handl­ings­ lamn­an. Stokkut strongd økir um suk­ur og feitt í blóðinum og økir um blóðrenslið út í vøddarnar. Hjartað slær títtari, eins pulsur og blóð­ trýst økjast. Blóðið tornar skjót­ari, soleiðis at møguligar bløð­ing­ar steðga skjótari, og imm­un­verjan styrkist, so­ leið­is at tú ikki verður so sár­bar/-ur mótvegis in­fekti­ ón­um. Ráðini eru, at tað skal vera javn­vág í millum strongd og hvíld. Tá avbjóðingin er av, skulu likam og sál hava tíð til at koma fyri seg aftur. Líka so týdningarmikið, sum tað er at koma upp í gear, tá brúk er fyri tí, eins týdn­ing­ar­mikið er tað at duga at taka ferðina av aftur, so­leið­is at orkan kann byggja seg uppaftur. Langlig strongd Um ein støða við strongd var­ar í fleiri dagar ella vikur, og um tú ikki dagliga kanst kopla úr og fært sovið nóg mik­ið, hevur tú tað, sum rópt verð­ur langliga strongd. Longdin kann tá verða knýtt at, hvørt tú fært stuðul úr tínum egna umhvørvi - ella, tú megnar at hjálpa tær sjálv­um úr trupulleikunum. Langlig strongd er ein støða, har tú ert spent/-ur ella nervøs/-ur, og hetta kann ganga út yvir minn­ið og kon­sen­tra­ti­ón­ina. Við langligari strongd fært tú ov nógv sukur og feitt í blóðið, og hetta be­last­ ar hjarta, blóðrensl og regu­ ler­ing­ina av blóðsukuri. Langlig strongd gevur har­aftr­at ov høgt blóðtrýst, sum eisini belastar hjarta og blóðrensl. Eisini kann lang­ lig strongd gera, at imm­un­ verjan virknar, soleiðis at tú gerst meira móttakilig/-ur móti infektiónum. Á heimasíðuni www. sundhed.dk kann nógv meira lesast um strongd, og hvussu tú kanst byrgja upp fyri, at stokkut strongd ikki verður til lang­liga strongd. Kelda: www.sundhed.dk Øll kunnu koma í støður við stokkutari strongd Langlig strongd kann gera, at immunverjan virknar, soleiðis at tú gerst meira móttakilig/-ur móti infektiónum heilsa