Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 145 · 19. desember 2014 2 VIKUSKIFTI tónleikur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Næsta heyst verður ein nýggj føroysk leik­húskonsert sett upp, og nú verður roynt at finna sangarar at manna ymsu leik­lut­irnar.   Talan er um leikhúskonsertina, Rósa Maria, sum verður sett upp í Norð­ur­ landa­húsinum á heysti 2015 og sókn­ast verð­ur bæði eftir leikarum til teir ymsu høv­uðs­leik­lut­ir­nar og eftir leik­ar­um til smærri leik­lut­ir, sigur Petur Mohr Reinert, sum er við at fyriskipa upp­ tøku­roynd­ir­nar. Hann sigur, at tað er bara hjá øll­um, sum hava hug at royna seg á palli, og sum duga at syngja, at møta til upptøkuroyndir sum vera á Musikkskúlanum ímillum jól og nýggj­ ár. Í hesum sambandi verður leitað eftir bæði monnum og kvinnum í tjúgunum, men brúk er eisini fyri nøkrum fólkum um 30 ára aldur og nøkrum um 40 ára ald­ur. Haraftrat verður sóknast eftir gent­um og dreingjum um 10-12 ára ald­ur til nakrar smærri leiklutir. Føroyskur leikur Leikurin um Rósu Mariu byggir á eitt stuttsøgusavn við sama heiti hjá før­oyska rithøvundanum Jens Paula Heine­sen, sála. Í leikhúskonsertini er savnið gjørt til eina samanhangandi søgu, har fleiri ym­isk­ar lagnur í Havn verða flættaðar sam­an í eitt nútímans drama við sviki, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. – Tað er tó unga gentan, Rósa Maria, og stríð hennara at mennast til eina bún­að kvinnu í eini torførari tíð, sum søgu­gongdin mest snýr seg um, sigur Pet­ur Mohr Reinert. Bergur Rasmussen hevur skrivað tekst­ir­nar, og Jónleif Jensen hevur smíð­að og lagt øll løgini í konsertini til rættis. Tað er kendi amerikanski leikstjórin og leikstjórin, Tim Zimmermann, sum skal seta leikuskonsertina, Rósu Mariu, upp. Tim Zimmerman býr í München í Týsk­landi og hevur drúgvar altjóða roynd­ir í at leikstjórna sangleikir. Hann hevur millum annað sett upp Jes­us Christ Superstar, Cabaret, Chi­cago, Footloose, og aðrar leikir í fleiri ym­ isk­um londum – seinastu árini serliga í Norðanlondum.  Tim Zimmermann verður sjálvur í Før­oyum ímillum jól og nýggjár at vera við til upptøkuroyndirnar. 10 ár síðani flóðalduna Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin Forsíðumynd: Roxette / Mynd: Pressumynd klumman Nú verður leitað eftir føroyingum at manna teir ymsu leiklutirnar í einum nýggjum leiki, sum verður settur upp í Føroyum næsta heyst "Ein flóðalda hevur skolað inn yvir land. Thailand, Indonesia, Sri Lanka og India eru nøkur av teimum raktu londunum." Soleiðis ljóðaðu stuttu tíðinda­send­ing­arnar annan jóladagsmorgun fyri 10 árum síðani. Eg sat og gav bróst í sofuni hjá verforeldrunum á Álandi. Sonurin var bara ein mánað gamal, og tá myndirnar byrjaðu at koma upp á sjónvarpsskíggjan, kendist tað óveruligt. Hetta kann ikki henda. Tsunami var eitt ókent orð. Men tað vardi ikki leingi, fyrrenn vit øll, sum sótu í sofun, skiltu, at hetta orðið fór at broyta okkara lív. Vit høvdu øll verið í Thailandi fleiri ferðir. Vit kendu gøturnar aftur, har vatnið nú floymdi inn og oyðilegði alt á sínum vegi. Tá fyrsta sjokkið hevði lagt seg, var farið at ringja runt til fólk, ið vit vistu vóru í økinum fyri at halda jól. Svágurin ringdi til starvsfelagarnar, um teir høvdu hoyrt frá Susan, sum var í Teilandi saman við sínum børnum og maka. Ongin hevði hoyrt nakað. Nakrar dagar seinni fekk hann at vita, at makin var tann einasti sum yvirlivdi. Børnini og Susan komu ongantíð heim aftur, og hann hevði mist ein starvsfelaga og børnini hjá hinum svágrinum høvdu mist tveir barnagarðsvinir. Bløðini fyltust av søgum um, hvussu ræðulig neyðin var. Foreldur sum leitaðu eftir sínum børnum, børn sum leitaðu eftir sínum foreldrum. Onkutíð var onkur sólskinssøga, har tey høvdu funnið hvønnannan - men oftast vóru tey ikki so heppin. Nú 10 ár seinni fyllast bløðini aftur við søgunum. Nú hvussu lívið bleiv hjá teimum, sum komu heim til tóm hús, ongi syskin, ongi foreldur. Yvir 225 000 fólk doyðu og miljónatals mistu síni heim. Ein náttúruvanlukka, ið fá dugdu at ímynda sær, áðrenn hon hevði skolað inn yvir okkum øll. Teir 854 norðbúgvar, ið lótu lív, eru bara ein pinkalítil partur av øllum. Eg havi verið aftur í Thilandi tvær ferðir síðani. Eg elski landi, fólki og hugburðin til lívið. Tey, sum yvirlivdu, hava bygt alt upp aftur, og nú eru sporini eftir flóðalduna ring at fáa eygu á. Skelti standa uppi, hvar ein skal fara um ein tsunami aftur verður veruleiki. Men vandin fyri tí, vita vit øll, er lítil. Í gerandisdegnum hittur man onkutíð tey, sum hava mist. Lívið heldur áfram hjá teimum eisini, men sum fleiri av teimum hava sagt, so verður heimurin ongantíð sær sjálvum líkur eftir 26 desember 2004. So segði hann... Leita eftir fólki sum duga at syngja – Hetta er eitt stórt samtak, og ábyrgdin er sjálvandi størri. Eg havi heldur ongan annan at skylda uppá, um tað ikki ongur nóg væl Jens Pauli Petersen, nýggjur stjóri á Faroe Origin Inna Törnroos Leikhúskonsertin skal framførast í Norðurlandahúsinum næsta heyst