mánadagur 22. desember 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146
MÁNADAGSBLAÐIÐ
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Eirikur Lindenskov
Redaktiónin
red@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tekniska deild
t@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Jólaborðhaldið fyri børn hjá
sløkk i liðs monn unum
bleiv
nak að órógvað í gjár, tá sløkki -
lið ið bráð liga varð boð sent til
eini set hús á Dala veg num í
Havn.
Sum vanligt er, tá sløkki-
liðið skipar fyri jóla borð-
haldi fyri børnum sløkki-
liðs manna, vóru børn og
sløkki liðs menn farin at leita
eftir jólamanninum. Sein-
ast nakar hoyrdi frá hon um,
var hann staddur í nýggju
vindmyllulundini hjá SEV í
Húsahaga. Sløkki liðs bil ar nir
fóru tí við útrykningi koyr-
andi niðan eftir oyggj ar veg-
num at leita eftir jóla manni-
num.
Teir vóru tó ikki meiri enn
komn ir aftur á brandstøðina,
so gekk alarmurin og ein
frá boð an
kom,
um
ein
eldsbruna á Dalavegnum í
Havn. Tá var einki at gera,
uttan at lata borðhald verða
borð hald, leypa í bilarnar og
koma sær oman í býin skjót-
ast gjørligt.
Sum in.fo skrivaði í gjár,
var talan um eitt kertiljós, ið
hevði fest eld í einar gardinur
í
einum
vindeygaskarmi.
Lukku tíð
varnaðust
fólk
elds brun an tíðliga og fingu
boð sent sløkkiliðnum. Skað-
in gjørdist tí nógv minni
um fatandi, enn hann kundi
ver ið vorðin. Nakað av royk-
skaða kom á húsini, men eld-
skað in var lítil og eingin, tó
at tað var vorðið nakað svart
uppi undir loftinum.
Av brandstøðini siga tey,
at tíbetur varnaðust fólk
eldin so tíðliga, og tí varð
skaðin avmarkaður. Har-
um framt hjálpti tað væl, at
all ir tøkir mans longu vóru
á brand støðini og klárir at
leypa avstað. Innsatsleiðarin
sig ur, at vanliga nýta menn
eini fýra minuttir at koyra
nið an á brandstøðina, men í
gjár vóru teir jú longu á støð-
ini.
Annars
minna
tey
á
brand støðini enn einaferð á,
hvussu týdningarmikið tað
er, at halda eyguni við ker ti-
ljós unum. Serliga umráðandi
er tað hesa tíðina, tá fólk
hava úr at gera, og nógv tess-
vegna eru strongd og í tíðar-
neyð.
Tí
tað
er
nettupp
í
strongd u m løtum, at tað er
skjótt at gloyma, minna tey
á brandstøðini á.
Friður á jørð og í menniskjum góður
tokki er kjarnin í jólaboðskapinum.
Tá ið tað verður roknað við friði og
góð um tokka, skerst ikki burtur, at
tað kennist serliga eymt og kiksað,
tá ið tað á jólum er lítil friður og
nógvur ófriður.
Tíbetur verður tað ofta gjørt
nógv fyri, at tað á jólum skal vera
frið ur, og vápnahvíld á jólum er
vorð in kent hugtak, sum er hund-
rað ára gamalt.
Tiltikin er jólafriðurin í 1914, tá ið
fyrri heimsbardagi annars leikaði
á. Royndirnar fyri hundrað árum
síðani bóru við sær, at tað eisini
seinni hava verið vápnahvíldir á
jól um, um enn tær ikki hava verið í
sama mun sum fyri hundrað árum
síðani, og jólini í 1914 hava verið
íblást ur til søgur, sangir og filmar
og so nógv annað.
Undir fyrra heimsbardaga var
vestur mótið úr Lorraine í suðri og
norð ur til Ermasund. Skotgravirnar
og píka tráðurin vóru avgerandi fyri
báð ar partar, tá ið knattstøðurnar
skuldu varðveitast í síðsta stóra
kríg num, áðrenn flogførini av
álvara vórðu krígsamboð.
Upp undir jólini varð ógvuliga
kalt, og tað var alt annað enn huga-
ligt í skotgrøvunum. Tað var so
mikið stutt millum fígg inda legur-
nar, at tað bar pørtunum til at rópa
ímillum og harvið at háða og niður-
gera hvønn annan.
Men á jólum vitjaði friðurin
og góði tokkin á hermótinum, har
tað var avkavað. Stóri dagurin hjá
týskarum var og er jólaaftan, og
tá kveiktu teir ljós og fóru at syng-
ja Stille Nacht. Hetta sóu og hoyr-
du bretarnir. Hjá teimum var og er
stóri dagurin jóladagur. Teir svaraðu
aftur við at syngja O Come All Ye
Faithful, og jólaaftan og jóla nátt varð
vápnahvíld og sálma sang ur.
Nakrar tímar frammanundan
var hetta púra óhugsandi, men teir,
sum vóru á vígvøllinum, vóru vitni
til og fingu lut í friðinum og góða
tokka num, og tað eru fleiri søgur
um, at teir fóru úr skotgrøvunum
og gingu fram á vígvøllin, har teir
ynsktu hvørjum øðrum eini gleðilig
jól.
Nógv brøv eru frá teimum, ið
vóru hjástaddir, og sum greiða
frá um hesi minnisríku jólini, tá
ið friðurin og góði tokkin vunnu.
Vápna hvíldin gav hermonnunum
kær komið høvi at koma fyri seg
og eisini at fara út á vígvøllin
eftir teimum, sum vóru falnir, og
at syrgja fyri, at teir fingu eina
heiður liga jarðarferð.
Tað er raðið at draga paralell frá
hesi framúr søguni og til okkara
gerandis dag. Við vónini um frið á
fold og góðan tokka í menniskjum
ynsk ja vit viðskiftafólkum okkara
og øllum føroyingum eini gleðilig
jól.
Vápnahvíld á jólum er
vorðin kent hugtak
JÓLAFRIÐURIN ER TILTIKIN
Brandmenn máttu
rýma úr jólaveitslu
Sjálv-
andi ert tú
nak að ser-
ligt
JÓLABLAÐIÐ S 16-17
Heldur
jól í Mek-
siko
JÓLABLAÐIÐ S 8-9
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jóladag
Gul til stívt andøvsgul av norði,
seinni av ymsum ættum, 5-10
m/sek. Skýggjað og eitt skifti
kavaæl. Hitin um frostmarkið.
Í kvøld og nátt 3-8 m/sek av
útnyðringi ella landsynningi. Turt
og niður í 4 kuldastig.
Annan jóladag
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri
og landsynningi, 8-13 m/sek.
Turt og nakað av sól, men seinni
skýggjað. Hitin millum 2-5 stig. Í
nátt regn og vaksandi vindur av
landsynningi, 13-18 m/sek. Hitin
um 5 stig.
Seinnapartin:
Minkandi til stívt andøvsgul upp í
hvassan vind. Ælingur og skýggjað
og hitin um 3 og 6 stig. Í nátt
váta- ella kavaslettingur. Hitin um
frostmarkið og upp í 4 stig.
n
l
u
JÓLAAFTAN
MÁNADAG
TÝSDAG
10-15 m/s
10-15 m/s
8-12 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
8-12 m/s
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av suðri og útsynningi, 10
til 15 m/s við nógvum regni,
vátaslettingi ella kavaælingi.
Hitin um 1 og 5 stig. Í nátt millum
frostmarkið og 4 hitastig.
Andøvsgul upp í ein strúk, 8-12
m/sek av norði og landnyðringi,
minkandi út á dagin, 5-10 m/
sek. Okkurt kava- ella heglingsæl.
Hitin millum 1 og 4 stig. Í nátt
niður í 5 kuldastig.