Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Umhvørvisviðurkent ISO 14001 virki FÓLK TIL SERVICE DESK Vit søkja eftir dugnaligum og tænastusøknum starvsfólki, ið dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini ísenn. Tú verður partur av Service Desk toyminum, ið er andlitið til okkara kundar. Tín uppgáva verður í høvuðsheitum, at tosa við kundar og at hjálpa teimum við ymiskum skipanum og brúkaraumsiting. Hvat vænta vit av tær? Trúvirði og álit eru lyklaorð í samrøðum við kundar okkara, tí seta vit stór krøv til tín. Fyri okkum er umráðandi, at tú • er fyrikomandi og álitisvekjandi • er ábyrgdarfull/ur og miðvís/ur • hevur góða telefonrødd og eitt smíl sum hoyrist • er álítandi og hevur góðan málburð • dugir at lurta eftir kundanum og seta teg í hansara stað Hevur tú teg hesar førleikar, er ikki so umráð­ andi, hvørjum støði tú er á. Tó hava umsøkjar ar við viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndum fyrimun. Hvat kanst tú vænta av okkum? Tú verður væl fyrireikað/ur til uppgávuna, so tú fær tær bestu fyritreytirnar at geva kundum okkara góðar og jaligar upplivingar. Tú fær møguleikan at styrkja teg bæði fakliga og persónliga, við at royna tínar førleikar í einum virki við nógvum ymiskum fakligum førleikum og góðum menningarmøguleikum. Tú verður partur av einum úrslitasøknum og ágrýtnum toymi, har hugburðurin er, at ein góður hýrur og gott lag, sameint við einum muna dyggum og álítandi arbeiðsavriki skapa bestu úrslitini. Áhugað/ur? Vilt tú vita meira um starvið, so set teg í samband við Brindis Weihe á telefon 345131 ella við telduposti, brw@elektron.fo. Umsóknarfreist Umsóknir við avriti av møguligum prógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. desember 2014. Umsóknin kann sendast til Ullu Joensen, við telduposti, ulla@elektron.fo ella við posti til Elektron, Staravegur 9, Postboks 3219, FO­110 Tórshavn. Um Elektron Elektron veitir heildarloysnir til føroyska marknaðin gjøgnum konsulent­ og ráðgevingarvirksemi, hýsingartænastur og kunningartænastur. Á Elektron starvast 63 fólk.