mánadagur 22. desember 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bjørghild Djurhuus
Forkvinna í
trivnaðarnevnd
Tórshavnar býráðs
Á
býráðsfundinum
tann
11. desember 2014 samtykti
Tórshavnar býráð einmælt
nýggjan eldrapolitikk, nú
sonevnda eldraøkið verður
kommunalt 1. januar 2015 og
skipað í nýggja stovninum
Heilsu- og umsorganartæn
astan.
Við yvirskriftini “Virkin
og vakin – alt lívið” verður
m.a. staðfest, at í Tórshavnar
kommunu skal vera gott hjá
øllum at liva og virka í trygg
leika og nærleika. Borgarar,
sum eru komnir upp í árini,
eru eitt tilfeingi, sum við til
boðum og átøkum verður
røkt við somu virðing sum
aðrir aldursbólkar.
Mál og krav er eisini, at
kommunan gongur á odda
og veitir skjóta og góða
heildartænastu. Einfalt skal
vera at koma í samband við
Heilsu- og umsorganartæn
astuna.
Eisini er ásett, at inni
haldið í tænastunum skal
mennast og verða meira
fjølbroytt til tess at møta
tørvinum og ynskjunum hjá
einstaka borgaranum. Væl
ferðartøkni og nýhugsan
annars er partur av tænastu
menningini, samstundis sum
dagliga mentanin á búeind
unum skal minna sum mest
um at búgva og liva heima.
Í
býarætlanini
skal
kommunan eisini tryggja
fjølbroyttar bústaðarmøgu
leikar.
Í
politikkinum
verð
ur dentur lagdur á heilsu
stimbran og fyribyrging, eins
og at allir borgarar kunnu
kenna seg sum part av fe
lagsskapinum.
Kommunan skal eisini
vera uppsøkjandi til tess at
hava gott innlit í tørvin hjá
fólki. Borgarar skulu hava
í boði fjølbroyttar virkis
møguleikar bæði til likams
og sálar, og tann lívsfúsi
borgarin skal eggjast til
sjálvboðið at tak lut í átøkum
til frama fyri onnur.
Eldrapolitikkurin
um
røður eisini skipanina og
menning av henni. Heilsu
røkt og umsorgan skal skip
ast so áhugavert, at tað
dregur tey bestu starvsfólk
ini til sín, m.a. við skipaðari
førleikamenning, starvsvenj
ingarmøguleikum og gransk
ingarverkætlanum.
Dentur verður lagdur á
hægsta fakkunnleika bæði í
leiðslu, tilboðum og røkt, og
umsitingin skal verða dygg
og bygnaðurin samansjóðað
ur. Skapast skal samanhang
andi dygdarmentan.
Trivnaðarnevndin
og
umboð fyri allar flokkar
í
býráðnum
hava
havt
virknan lut í tilgongdini
at fyrireika yvirtøkuna og
orða eldrapolitikkin. Sum
forkvinna í trivnaðarnevnd
ini fegnist eg um, at býráðið
nú hevur sett politiskt út
í kortið, hvat borgarar og
starvsfólk
okkara
kunnu
vænta og krevja av Tórs
havnar kommunu á eldraøk
inum.
Heilsu- og umsorg
anartænastan
Kommunan hevur í fyri
reikingunum tryggja, at all
ur fakkunnleiki á økinum
hevur verið beinleiðis við í
arbeiðinum. Fyri meg sum
politikkara hevur hetta verið
sera spennandi og gevandi
tilgongd, har vit eru komin
runt
um
øll
viðurskifti.
Starvsfólkini eiga stórt rós
uppiborið fyri teirra virðis
mikla lut í tilgongdini.
Heilsu-
og
umsorgan
artænastan
er
integrer
aður
stovnur
við
tvør
fakligari
visitatión,
har
kjarnuuppgávur eru røkt,
viðgerð, fyribyrging, heilsu
stimbran og rehabilitering.
Hetta signalerar eisini, at
vit nú leggja á annan bógv.
Umframt at tryggja góða
røkt, so skal nógv størri
dentur leggjast á fyribyrg
ing, heilsustimbran og re
habilitering, so at trýstið á
at útvega alsamt fleiri røkt
arheimspláss kann tálmast.
Hetta
krevur
nýggjar
loysnir og nýggjan máta at
arbeiða uppá, men vit eru øll
samd um, at hetta er neyðugt
eisini við atliti at fíggingini
og avbjóðingunum komandi
árini eitt nú í mun til demo
grafisku broytingarnar.
Vit vita eisini, at tað verð
ur væntað nógv av okkum
sum kommuna. Sum for
kvinna í trivnaðarnevndini
kann eg vissa um, at komm
unan er væl fyrireikað at
yvirtaka eldraøkið, og at
vit fara at gera okkara allar
besta at veita okkara borgar
um eina góða tænastu.
Tórshavnar kommuna yvirtekur eldraøkið
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Ongin kann siga annað enn, at
knassarnir í Kringvarpinum gera
tað, teir eru mentir. Ótroyttiliga
taka tey tung tøk saman við
Tjóðveldinum til frama fyri
felags sakini.
Tak t.d. sendingina "Grind
in" í gjár. Tá "ummæltu"
journalistisku kapparnir eina
bók, sum undirritaði hevur givið
út og nevnist "Okkara maður á
Christiansborg".
Hetta var journalisma
á hægsta fakliga stigi: ein
løgtingskandidatur hjá Tjóðveldi
"ummælti" innihaldið í bók hjá
sambandspolitikara.
Fær tað verið meira pro
fessionelt, óheft og seriøst? Nei,
tað gerst ikki betri enn tað sama.
Eitt stórt tillukku til tykkara í
Kringvarpinum við aftur og aft
ur at vísa, at tit eru uppgávuna
vaksin, og at kringvarpsgjaldið
veruliga er trygd fyri óheftni og
journalistiskari professional
ismu av hægsta karat.
Gleðilig jól og drívið nú á!
Kringvarpið hevur gjørt ein professionellan vørr við at lata ein løgtingskandidat
hjá Tjóðveldi "ummæla" bók hjá einum sambandspolitikara
Tillukku Kringvarpið við keldukritikkinum!
Bárður Nielsen
Formaður í
Fíggjarnevndini
Tingmaður fyri
Sambandsflokkin
Nú stutt undan jólum sam
tykti Løgtingið fíggjarlógina
fyri 2015.
Sum kunnugt er júst
fíggjarlógin besta ábending
um, hvussu hitt almenna rað
festir ymsu økini, ið krevja
almenna fígging.
Sjálvt um andstøðan und
ir viðgerðini sá at kalla alt
ígjøgnum negativar brillur,
so er fakta, at Løgtingið hev
ur lyft vælferðina nakað
upp, hóast tað er neyðugt at
avmarka hallið.
Her eru nøkur dømi um
vælferðarøkir, ið eru priori
terað fram um onnur:
10 mió. kr. eru settar av
til hægri viðbót til fólkapen
sjónistar, tvs. uml. 350 kr.
eyka mánaðarliga frá 1. juli.
Sjúkrahúsverkið fær eina
meirjáttan á 20 mió. kr.
Trivnaðartænastan fær
eina meirjáttan á 15 mió. kr.
600.000 kr. fara til sálar
frøðing í miðnámsskúlunum.
Harumframt hevur t.d.
Ítróttasamband Føroya fing
ið 1,2 mió. kr. til luttøku í al
tjóða kappingum.
Flestu vita, at neyðugt er
at fáa føroysku vælferðina
upp á eitt hægri støði, og
tørvurin er stórur manga
staðni.
Sum nevnt hava Føroyar
fíggjarligar
avbjóðingar,
men hóast fíggjarligu rað
festingarnar, ið síggjast om
anfyri, hevur tað eydnast
at halda fast við, at hallið
mátti ikki fara upp um 140
mió. kr, sum eisini var málið
í fíggjarlógaruppskotinum
fyri næsta ár.
Hugsa eisini um, at 2015
er valár. Tað er kent, at
fíggjarlógir hava tað við at
bólgna valár, men so er ikki
hesuferð. Útreiðsluvøksturin
er hildin niðri á einum søgu
liga lágum støði.
Tølini vísa t.d., at í 2002
vuksu útreiðslurnar 11 % (376
mió. kr), í 2008 vuksu tær 13
% (573 mió. kr), og í valárin
um 2011 øktust útreiðslurnar
5 % (250 mió. kr.) í mun til ár
ini fyri.
Næsta ár, ið eisini er valár,
verður roknað við einum út
reiðsluvøkstri á 2,5 % ella 116
mió. kr.
Umráðandi er, at vit fáa
javnvág og avlop á aftur
raksturin av samfelagnum,
so Føroyar aftur fara at nið
urgjalda skuld. Tá minkar
vandin fyri øktum rentu
útreiðslum, ið kunnu hótta
framtíðar vælferð hjá kom
andi ættarliðum.
Langtíðarmálið er at fáa
skynsaman fíggjar- og bú
skaparpolitikk
at
ganga
hond í hond við øktari væl
ferð.
Við ynskjum um eini
gleðilig jól og eitt av Harran
um signað nýggjár.
Hóast nógv arbeiði er eftir at gera fyri vælferðina í Føroyum, vísir fíggjarlógin fyri 2015
røttu taktirnar við at styrkja pensjónir, sjúkrahúsverk og trivnaðartænastuna
Fíggjarlógin arbeiðir fyri vælferð
kjak