mánadagur 22. desember 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. desember 2014 · Nr. 146
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
menn hondbóltur
Enn sum áður hevur VÍF beina kós móti FM-finaluni.
Kyndil og H71 kappast um seinna plássið
H71 skapar
spenningin
Jákup Mørk
Tað er sagt fyrr, og tað tolir
helst eina endurtøku:0 VÍF
verður uttan iva annað av
liðunum í FM-finaluni.
Vestmenningar hava í
allan vetur verið í einum
flokki fyri seg, men tá teir
fyri stuttum taptu tvær
ferðir upp í slag, fóru summi
kanska at ivast í, um teir
gulu høvdu mist stevið.
Svarið góvu spælararnir
sjálvir, tá teir vendu skútuni
við sigri á Team Klaksvík, og
sunnudagin fekk StÍF somu
viðferð.
Hesa ferð var talan um
sannførandi sigur, sum varð
grundlagdur longu fyrstu
minuttirnar av dystinum. Tá
leyp VÍF avstað, og tað eydn
aðist ongan tíð gestunum at
skapa tað minsta vetið av
spenningi í dystinum.
Kyndil er í løtuni liðið,
sum liggur best fyri at fylgja
vestmenningum í finaluna,
og teir greiddu sína skyldu,
tá Team Klaksvík var á
vitjan.
Klaksvíkingar hava verið
botnlið alt árið, og uttan
Dusko Petrovic, sum ikki
longur er partur av hópinum,
tykist liðið ikki at hava heilt
tað sama bitið, sum onkra tíð
hevur argað ovaru liðini.
Tað vísti seg eisini, at
Kyndil ikki hevði stórvegis
trupulleikar av gestunum,
sum vórðu sendir til Klaks
víkar við greiðum tapi.
Spenningur
í hálvan tíma
Hoyvíkingar eru teir, sum
kunnu hótta Kyndil. Tá teir
fóru á vøllin sunnukvøldið,
vistu teir av, at Kyndil hevði
vunnið greiðan sigur, og
tí var treytaleyst krav um
tvey stig, tá dysturin hjá H71
móti Neistanum varð blástur
ígongd.
Tað eydnaðist eisini hoy
víkingunum at vinna, men
tað var ikki uttan bit og
slit. Fyrsta hálva tíman var
millum lítil og eingin munur
á liðunum, men í seinna hálv
leiki skrædnaði fullkomu
liga. Millum lítið og einki
bar til hjá Neistanum fyrstu
drúgvu løtuna av seinna
hálvleiki, og tað gaggnýttu
vertirnir til fulnar.
Tað ber við sær, at mun
urin frá H71 upp til Kyndil
framvegis bara er tvey stig.
Hoyvíkingarnir
hava
eis
ini spælt ein dyst færri enn
Kyndil, og verður tann dyst
urin vunnin, stendur altso
púrasta á jøvnum.
Nú verður drúgvur steðg
ur í manshondbóltinum, tí
U21-landsliðið skal royna
seg í altjóða avbjóðingum.
Men tá farið verður ígongd
aftur, verður talan um sanna
próvtøku hjá H71 og finalu
dreyminum hjá teimum. 1.
februar spæla teir á útivølli
móti VÍF, og tvær vikur
seinni kemur Kyndil á vitjan
í Hoyvíkarhøllini í einum
dysti, sum longu nú tykist
verða eitt satt brak.
jakup@sosialurin.fo
Atlantic Airways-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 VÍF
14
11
-
0
-
3
396
335
61
22
2 Kyndil
14
9
-
1
-
4
322
284
38
19
3 H71
13
8
-
1
-
4
332
285
47
17
4 KÍF
13
6
-
1
-
6
347
347
0
13
5 Neistin
14
5
-
2
-
7
340
369
-29
12
6 StÍF
14
3
-
1
-
10
341
379
-38
7
7 Team Klaks 13
3
-
0
-
10
309
388
-79
6
Kyndil - Team Klaksvík 36-20 (19-11)
10 min: 8-4
20 min: 14-5
40 min: 24-13
50 min: 31-16
Kyndil: David Edvardsen 6, Hjalti Bachmann 5, Birgir Poulsen 4,
Frank B. Askildsen 4, Julian Johansen 3(1), Høgni Klein Olsen 3,
Bartal Klein Olsen 3(1), Rógvi Dal-Christiansen 3, Ludvík Súnason 2,
Rúni Olsen 2, Andrias B. Sólsker 1
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 6, Jens Pauli Mohr 5(1),
Beinir Johannesen 3, Andrias Ellingsgaard 3, Leivur Petersen 1,
Vilhelm Vilhelmsen 1
Brotskøst: Kyndil 3/3, Team Klaksvík 3/1
Útvísingar: Kyndil 2, Team Klaksvík 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Thomas Juul Thomsen
VÍF - StÍF 30-22 (18-11)
10 min: 7-5
20 min: 12-7
40 min: 21-17
50 min: 26-20
VÍF: Filip Jojic 12(4), Julian Olsen 3, Andrias Eriksen 3,
Hanus Christophersen 3, Sjúrður Olsen 2, Teis H. Rasmussen 2,
Sjúrður Nielsen 2, Áki Egilsnes 1, Heini Hanusarson 1, Mads Eriksen 1
StÍF: Eyðbjørn Eriksen 5, Kjartan Johansen 4(3), Sveinur Justinussen 3,
Marius Joensen 2, Pætur Johansen 2, Jógvan G. Joensen 2,
Steinar A. Prestá 2, Jón Rasmussen 1, Jákup Johansen 1
Brotskøst: VÍF 5/4, StÍF 3/3
Útvísingar: VÍF 4, StÍF 5
Dómarar: Heri Petersen & Kári Hansen
H71 - Neistin 33-26 (13-12)
10 min: 2-3
20 min: 6-7
40 min: 22-16
50 min: 27-23
H71: Hallur Biskopstø 8(2), Mark Lauser Marcher 8, Rúni V. Højgaard 5,
Sigmundur Nolsø 3, Djóni V. Højgaard 2, Hans Kári Hansen 2,
Jesper Pedersen 2, Pætur Thomsen 1, Oddur Bech 1, Tróndur Arge 1
Neistin: Aleks Buha 8(4), John í Innistovu 4, Tommy Fletcher 4,
Rói Berg Hansen 4(1), Sjúrður Thomassen 2, Jugoslav Djumic 2,
Andras Joensen 1, Herbjørn Lava 1
Brotskøst: H71 3/3, Neistin 6/5
Útvísingar: H71 5, Neistin 3
Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam
Myndir: Sigmar Mørkøre