Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 2 blaðið Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Forsíðumynd: Magni Dalsgaard Snið og umbróting: Sosialurin / Pætur Eyðunsson Jensen Jóladagarnir eru góðir dagar – og dagar til tað góða. Eftir at vit hava runnið eftir okkum sjálvum og undan tíðini í nakrar vikur kunnu vit á jólum taka okkum av løtt­ um, njóta løturnar saman við teimum nærmastu og brúka góðar dagar til tað góða. Jólini eru tað, sum vit gera tey til. Jú, vit kunnu leggja ábyrgdina á tíðina, samfelagið og krøvini uttanífrá, men tá alt kemur til alt, ráða vit sjálvi fyri, hvussu vit brúka jólahøgtíðina. Og vit kunnu brúka dagarnar til góða samveru, hugnaligar og hugaligar løtur, góðar máltíðir, prát, vitjanir ella tað, vit hava hug til. Í øllum førum legg­ur jólahaldið upp til, at vit hava tað gott saman og hvør sær. Vit liva í eini tíð, har vit hugsa nógv um okkum sjálvi. Vit skulu ansa okkum, frelsa okkum sjálvi frá freist­ ingum, renna undan plágum og eftir vælveru, skulu helst eta rætt til rætta tíð, siga frá og standa við okkara, og kanska onkuntíð eisini hava tíð til alt hitt, sum kann geva innihald í gerandis­degnum og lívinum annars. Og so koma jólini. Sum eitt vælsig­ nilsi. Umframt blíða boðskapin um frið og frelsu noyða jólini okkum at kobla úr, hugsa um onnur, taka tað róliga og síggja stórt upp sjálvhátíðarligheitina. Vit eta, sum galt tað lívið, geva gávur, eru saman við familju og vinum og njóta hátíðarligheitina – sjálvandi eitt sindur óhátíðarliga. Vit hava meira enn nakrantíð brúk fyri jólum og øllum tí, sum jólini hava við sær. Vit skulu njóta dagarnar, løt­ urnar og upplivingarnar, sum eru fyri framman. Gloyma gerandisdagin, ringu samvitskuna, uppgávurnar og tað, sum lá eftir, tá ið vit fóru í jólafrí. Í okkara Jólablaði, sum tú situr við nú, eru greinar, samrøður og hugleiðing­ar at lesa jóladagarnar. Tú kanst lesa samrøðu prest í Klaksvík, hoyra um inuittar, sum hava slóð til Føroya, lesa hugleiðingar um farnar tíðir og frætta frá tríburum í Vest­ menna Við hesum ynskja vit øllum eini gleðilig jól! Teir góðu dagarnir Blaðfólk: Eyðun Klakstein Jóannes Hansen Annika Kunoy Im Simona Weihe Óli Jacobsen Klumman Takka og klemma meðan tú kanst Simona Weihe Vit eru nógv, sum eru so heppin at hava átt okkara foreldur til vit eru vorðin hálvgomul. Børn okkara hava havt gleðina av at vaksa upp og havt góðar ommur og abbar, sum hava givið teimum tað serliga, sum bara tey kunnu. Mínar ommur og abbar kendi eg ikki. Tey doyðu tíðliga. Tú saknar ikki tað, tú ongantíð hevur havt. Soleiðis haldi eg tað er. Men eri takk­ som fyri, at sonur mín hevur havt ommur og abbar í sín­um upp­vøkstri, og enn eigur eina góða ommu. Nú standa jólini fyri durum. Næstan øll míni jól havi eg hildið saman við foreldrum ella verforeldrum. Í ár verður ver­mamman hjá okkum. Tað er ein stór gáva. Tann besta vit kunnu hugsa okkum. Havi eisini roynt at hildið jól tvey eini. Tey jólini vóru serstøk og góð, so tað er avgjørt ikki nøkur treyt fyri eini góðari høgtíð, at tú hevur stóra familju rundan um teg. Tó eru traditiónirnar tætt knýttar at jólunum. Men tær eru til at broyta alt eftir lívsumstøðunum. Jólini fáa tað besta fram í menniskjanum. Fólk ferðast langar leiðir fyri at vera saman við sínum jólaaftan. Vit geva hvørj­um øðrum gávur og fara langt fyri at gleða hvønn annan. So tú kanst siga, at jólaboðskapurin rínur við tey allarflestu. Okey, handilsvinnan ger kanska sítt til at fáa okkum upp í snún­ingar. Men vit skulu jú øll liva. Og friður veri við tí. Aftur til okkara kæru. Sjálvt um foreldrini hvíla undir grønu torvu, eru tey serliga frammarlaga í tonkunum í hesum døgum. Vit smílast, tá vit minnast aftur á stuttligar løtur, og vit verða innhugsin, tá vit hugsa um álvarsamari støður. Ofta hugsi eg, um eg dugdi nóg væl at vísa mítt takksemi, meðan tíð var. Men eg havi tó eina trúgv uppá, at orðini, sum vit ofta hava so torført við at siga, tó vísa seg á annan hátt. Tá vit eru góð við onkran, siga eyguni og hendurnar tað, sum hjartað kennir. Tó vil eg siga, at tað er ikki at bíða við at siga, hvat tú følir og hugsar. Takka og klemma meðan tú kanst. Fyri einum tveimum árum síðan kom fløgan »Hálvgum 4« út. Millum sangirnar er vakra yrkingin, sum Petur H. Jacobsen hevur skrivað til pápa sín, Eiler Jacobsen, »Hygg ei eftir vindinum«. Fari at enda við henni, tí eg haldi hon lýsir so væl barlastina, vit taka við okkum, og ringrásina, sum lívið er: Hygg ei eftir vindinum Tú lærdi meg so mangan at lýða lívsins boð í vindinum eg sveimaði og fór heilt upp á flog alt tað bar jú til, men tá ið eg so datt vísti tú mær vegin, tú aftur hevði rætt :,: Sannleikan um Gud úr svørtu bók tú fann versið eitt tú vísti á, eg aldri gloyma kann hygg ei eftir vindinum, so sáar aldri tú hygg ei eftir skýggjunum, men heysta her og nú :,: Kundi ilskast inn á teg, eg vildi heilt upp frá tú ei spentur var sum eg, bert settist afturá so við og við eg lærdi, at tað tú vísti mær var vísdómur og royndir, har eygað ikki sær Sum fuglurin, ið flýgur vekk til fjaru heitu lond tú ert lendur heima har á føgru himmalstrond smílandi eg hyggi upp á bláa himmalhav innan í mær goymi lærdómin, tú gav Dánjal av Rana Inna Tørnroos