leygardagur 26. juni 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 120 - 26. juni 2004
Nr. 120 - 26. juni 2004
37
SNARSKIVAN
Samskiftisfólk
97 %
pdf.
ALS
Als - gjøld
95 %
pdf.
Mentamálaráðið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
Nú landsstýrismaðurin í Mentamálum
hevur gjørt av at leggja Føroya Sjó-
mansskúla og Maskinmeistaraskúlan
saman til ein stovn, er eitt sera áhuga-
vert og fjølbroytt starv sum stjóri leyst
at søkja. Stjórin skal virka fyri, at sam-
anleggingin av skúlunum í ein stovn
verður framd í verki á ein so skilagóð-
an hátt sum til ber. Harumframt skal
stjórin standa á odda fyri øllum undir-
vísingarvirksemi og allari menning, ið
fer fram á stovninum.
Høvuðsuppgávur stjórans eru, at:
• fremja bygnaðarbroytingar á Føroya
Sjómansskúla og Maskinmeistara-
skúlanum,
• hava námsfrøðiligu og umsitingar-
ligu leiðsluna á stovninum,
• tryggja at fíggjarligi raksturin á
stovninum verður so skilagóður sum
tilber,
• fremja samstarv við vinnulívið o.o.,
ið varða av økinum,
• menna stovnin til ein føroyskan
vitanardepil innan sítt serøki
• umboða stovnin úteftir
Stjórin hevur ábyrgdina av dagligu
leiðsluni og menningini av stovninum
og teimum útbúgvingum, ið eru og
koma á økinum. Stjórin skal tryggja, at
nevndu uppgávur verða loystar á ein-
um høgum fakligum støði,og at bygn-
aður og mannagongdir eru í samsvari
við nútímans krøv.
Førleikakrøv:
Vit vænta okkum, at umsøkjararnir
hava:
• viðkomandi útbúgving frá lærdum
háskúla
• leiðsluroyndir frá tí almenna ella
privata arbeiðsmarknaðinum
• góð leiðslu- og samstarvsevni, um-
framt mennandi leiðslustíl
• førleika at menna samstarvið við
myndugleikar, vinnulívið og aðrar
áhugabólkar
• vilja og evni at royna nýggjar leiðir
• førleika at orða seg væl á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli
• áhuga fyri avbjóðingum
Føroya Sjómansskúli og Maskinmeist-
araskúlin skulu alsamt mennast í sam-
svari við altjóða krøv, og verður tú
sjálv/-ur í stóran mun við til at skapa
starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi
uppgávum við nógvum samskifti inn-
og úteftir, umframt uttanlandssam-
starvi.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum
støði og møguleikarnir fyri bæði per-
sónligari og fakligari menning eru
góðir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt ájavnt 37. lønar-
flokki eftir sáttmálanum hjá tænastu-
monnum, umframt eftirløn, tó uttan at
vera tænastumannastarv. Lønin er í
løtuni kr.38.577,99.(1.oktober 2004 kr.
39.928,22).Talan kann møguliga verða
um, at starvið verður áramálssett, t.d. í
5 ár, við einum lønarískoyti upp til 20
%.
Umsókn:
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skulu
sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postsmoga 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera Mentamálaráðn-
um í hendi í seinasta lagi 28.juni 2004
kl. 16.00. Starvið verður sett frá 1.
august 2004 ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Eyðbjørn
Poulsen, deildarstjóra í Mentamála-
ráðnum á tlf. 305050 ella 355075. Allar
umsóknir og møguligir fyrispurningar
um starvið verða viðgjørd í trúnaði.
Stjóri
til nýggjan stovn, ið fevnir um samanlegging av
Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum
Føroya Sjómansskúli hevur til uppgávu at veita undirvísing til skipara og skipsføraraútbúgvingina.Á skúlanum eru 19
fólk í føstum starvi.Næmingatalið er umleið 90 í løtuni.Skúlin hevur eina skeiðsdeild,sum fyri tað mesta tekur sær av at
eftirútbúgva skipsyvirmenn.
Maskinmeistaraskúlin hevur til uppgávu at veita undirvísing til maskinist- og maskinmeistaraútbúgving.Á skúlanum
eru 16 fólk í føstum starvi.Næmingatalið er uml.70 í løtuni.Føroya Brandskúli er lagdur inn undir Maskinmeistaraskúlan.
Báðir skúlarnir hava altjóða góðkenning frá IMO felagsskapinum sum útbúgvingarstovnar innan síni serøki.
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
Stór hús til sølu
Um hóskandi boð fæst seljast vælhildin hús á Grót-
húsvegi 10 í Hoyvík. Húsini eru uml. 270 fermetrar
og standa í friðarligum umhvørvi við sera góðum
og vøkrum útsýni.
Ovasta hæddin: Altan við útsýni yvir allan fjørðin.
Stór gongd, køkur, stova, 2 rúm og wc.
Miðhæddin: Gongd/høll,baðirúm,3 stór kømur,tað
eina við bað/wc og tað eina við lítlum køki og duri.
Kjallarin undur jørð: Innrættaður við verkstaði,
vaskirúmi, arbeiðsrúmi og gongd.
Grundøkið 1000 fermetrar. 2 bilpláss. Urtagarðurin
hevur jarðarmun, bygdur upp í terrassum við
grótlaðing. Nógvar blómur, runnar og trøð.
Somuleiðis hjallur og 2 úthús.
Áhugaður keypari er vælkomin at ringja
tlf. 316510 ella punta@post.olivant.fo
Hús í Trongisvági
til sølu
Húsini eru nýliga umvæld úr fyrsta floks vøru.
Skulu síggjast. Minsti prísur 450.000 kr.
Ring 37 24 65
Íbúð á Argjum
til leigu
frá 1. juli – 3 kømur, køkur, stova, bað + kjallari.
Verður leigað saman ella sum 3 kømur.
1 mðr. depositum.
Sosialurin
box 76
110 Tórshavn
Bill.mrk. 1120
Skrivstovuhølir
til leigu í miðbýnum – 170 fermetrar.
Tlf. 315438
Hús í Hoyvík
Við hesum verður sethúsaognin Kristiansgøta 40,
188 Hoyvík, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.
Grundøkið, matr. 1 tp, Hoyvík, er 536 m2.
Húsini eru í einari hædd á 137 m2 við lágari
reising.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Gangur, køkur, vaskirúm, baðirúm, 2 kømur,
hjúnarúm við wc/brúsu og stór stova. Trappa er
upp á loftið, kamar og rúm úti á lofti er gjørt í fjør.
Pláss er fyri einum kamari afturat.
Húsini eru bygd í 1990, takið er skift fyri 2 árum
síðani. Ventilatión er í húsinum.
Stórt bilhús er á grundøkinum.
Húsini standa í friðarligum og barnavinarligum
umhvørvi ovast á Løgmannabreyt.
Nærri upplýsingar um ognina fáast frá undir-
ritaðu.
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9
100 Tórshavn · Tlf. 311145
Fríða Patursson, adv.
teldupostur: frp@jura.fo
Hús í Vestmanna
til sølu
Húsini eru í tveimum hæddum og standa sera væl
fyri, mitt í bygdini, við góðum útsýni. Til húsini
hoyra hjallur og bilhús.
Verða seld um hóskandi boð fæst.
Meira fæst at vita á tlf. 424380
-tað
loysir seg
Sosialurini
C
M
Y
K
37
36
Samskiftisstarvsfólk til Snarskivuna
Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir starvsfólki til samskiftisøkið
í Snarskivuni.
Tað er tær vit leita eftir, um tú
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd av minni og størri
verkætlanum
- hevur hegni at bera fram kunnandi tilfar innanhýsis og í fjølmiðlunum
- hevur royndir við at nýta web tøkni sum kunningaramboð
- hevur góðan førleika í føroyskum
Uppgávurnar á samskiftisøkinum í Snarskivuni
Uppgávan verður at taka hond um samskiftið innanhýsis og úteftir, tað
merkir:
- skipa fyri neyðugum tíðindaflutningi til borgaran, fjølmiðlarnar og
kunningarstovur
- skipa fyri og hava ábyrgd av nýgerð og dagføring av faldarum
- uppsetan av lýsingum og kunnandi tilfari við myndatalvum
- hava ábyrgd av nær- og fjarneti, kunngerðartalvum og kundaskíggjum
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. august ella eftir nærri avtalu.
Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Ynskir tú at vita meira
so set teg í samband við Mourits Mouritsson, deildarleiðara, ella Niels
Una Dam samskiftisstarvsfólk.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal
vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í
seinasta lagi mánadagin 28. juni 2004. Viðmerk á umsóknina
“Samskiftisstarvsfólk”
www.torshavn.fo
Snarskivan
Snarskivan er avgreiðslan
hjá Tórshavnar kommunu
Deildin er bindilið millum
borgaran og tær tríggjar
fyrisitingarnar: Miðfyri-
sitingina, Teknisku fyri-
sitingina og Trivnaðar-
fyrisitingina.
Arbeiðsøkið, ið Snarskivan
røkir, er tænasta í breiðari
merking til starvsfólk og
borgara.
Snarskivan heldur til í
snotiligum hølum í mið-
býnum í Havn. Avgreiðslan
er saman við postverkinum
í gamla posthúsinum
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 17. juni 2004
Karin Kjølbro (sign.) forkvinna
/ Elisabeth O. Gaardbo (sign.)
Kunnger› um broyting
av ALS-gjaldinum
§ 1. Tað í løgtingslóg um arbeiðsloysis-
trygging og arbeiðsávísing, § 9, stk. 1,
nevnda ALS-gjald er 1,00 %.
§ 2. Henda kunngerð fær gildi frá 1. juli
2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð
um broyting av ALS-gjaldinum, dagfest
2. juli 2003.
Við heimild í 9, stk. 3, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysis trygging og
arbeiðsávísing, við seinni broytingum, hevur stýrið fyri Arbeiðs loysisskipanina fyrisett:
ALS
Arbeiðsloysisskipanin
P.O. Box 3022 · FO-110 Tórshavn
Tlf. 34 95 50 · Fax. 34 95 51
als@als.fo · www.als.fo
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðs-
leys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at
fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðs-
markn aðin. Á ALS starvast í løtuni 18 fólk. Virksemið hjá ALS
er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri
ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løn tak ara fel øg u-
num á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Lands stýri.