Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 24 blaðið við kavaflykrum lagt til rættis: Inna Törnroos Tað hvíta og reyða hoyrir jólunum til. Helst skal kavin liggja sum eitt vakurt teppi um dalar og fjøll, men um hann ikki er til staðar, ber til at fáa hann inn í húsini. Kavaflykrur eru vakrar og lættar at gera sjálvur. Kavaflykrur úr eggjahvíta At gera kavaflykrur á henda hátt er lætt, men man má verða varin eftirsum flykran lættliga brotnar. 1 eggjahvíti 2 súpisk. florsukur Sukur Ger soleiðis: Píska eggjahvítan sera harðan. Blanda florsukrið í. Koyr blandingina í ein plastikkposa og klipp eitt lítið hol í eina hornið av posanum. Tekna nú vøkur mynstur, sum til dømis kavaflykrur, hjørtu, einglar ella stjørnur. Stroy vanligt sukur omanyvir og lat turka í nakrar tímar. Perlaða kavaflykran At gera kavaflykrur Øll, sum eiga børn ella hava haft børn heima, hava nokk sæð perlupláturnar, ið eru stuttligar at gera mystur við. Á jólum ber til at gera bæði nissur, og mangt annað við perlunum. Rund ella sekskantað perlupláta Perlur Strúkijarn Bakipappír Ger soleiðis: Planlegg áðrenn hvørjar litir og mynstur, tú skalt nýta. Nógv er at finna á netinum. Perla mynstrið liðugt og legg varliga eitt bakipappír omaná perlurnar. Strúk við heitum jarni eina lítla løtu og tak bakipappíri av. Bíða til perlurnar eru kølnaðar og hang síðani upp í jólatræið ella nýt sum undirlegg til temunnin. Pinnaflykrur Íspinnar eru stuttligir at byggja við. At gera kavaflykrur í ymiskum formum ber væl til við pinnunum. Íspinnar Lím Hvíta máling Ger soleiðis: Finn tær eitt mynstur og byrja síðani frá miðjuni og bygg úteftir. Bíða gjarna við líminum, til tú er púra klár yvir, hvussu mynstrið skal verða. Mála hvítt ella í onkrum øðrum liti. Ljósastaki við flykrum Tóm gløs kunnu við góðum vilja gerast ein vakur ljósastaki. Tóm gløs. Tey við barnamati eru vælegnað Porselín ella glasmáling Jarntráður Fýrfatsljós Ger soleiðis: Vaska glasið væl. Finn tær eitt mynstur ella mála við fríari hond. Lat turka og vev síðani eitt petti av jarntráði rundanum hálsin av glasinum. Minst til altíð at sløkkja ljós, um tú ikki er í sama rúmi. Pynta