Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-22, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. desember 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2014 26 blaðið H erfyri leigaði eg eina íbúð í Havn í nakrar dagar. Eg hevði føðingardag og samstundis var hetta mín seinasti dagur á arbeiðs­ marknaðinum, eftir 56 ár. Saman við konuni, var ætlanin at stillisliga lata dagin fara aftur við borðinum. Lítið visti eg. Sjálvan dagin og uttan mín vitan, komu øll míni abbabørn og foreldur teirra mannsterk um gátt­ina. Eisini abbabørnini sum búgva uttan­ lands. Tað kom eisini óvart á meg, tá mínir starvsfelagar skipaðu fyri eini hugna­ ligari skilnaðarløtu umborð á Smyrli. Borðreitt varð á Beinisvørð við kaffi og køkum. Mær varð handað gáv­ur og blómur frá manningini. Frá reiða­rínum fekk eg blómugávu. Henda skilnaðar­ løtan umborð og óvæntaða vitjanin av børnum og abbabørnum numu mína sál. Sambært Móses í sálminum. Varir lív okkara 70 ár ella 80, tá ið styrkin er nógv. Og so leggur hann afturat, at tá ið hetta gamla lív er frægast, er tað møð­ samt og fáfongt. Nú eg sjálvur havi nátt hetta aldursmark skilji eg Móses, tá ið hann sigur, at lívið á høgum aldri er møðsamt. Alt sum fyrr var leikandi lætt, sýnist nú langt og tungt. Men saman við konu, børn­ um og børn barnanna, følist lívið meiri fjálgt enn fáfongt. Nú grynnist undir kjølinum og loggið vísir, at ásetta strekkið er skjótt siglt, lívssólin lækkar og nærkast havsbrúnni. Tá ið kvirra er, birtast hugleiðingar, hugleiðingar frá barnaárum og nú til gátt aldurdómsins. Minnir um spæl og sorgleys barnaár. Minnist heimbygdina við ongum elektrisiteti og ongum akførum. Minnist summarhálvuna har fólk turkaðu torv í haga og fólk í hoyna. Minnist sum drongur einsligu túrarnar, tá ið hesturin og eg fóru út í Morskranes við fullum vogni av handilsvørum. Í kava var hestasletan brúkt. Minnist barnaskúlan tvær vikur í skúla, og so eina frí øll sjey árini. Minnist mín fjúrtan ára føðingardag, tá ið eg tók í hondina á læraranum og segði skúl­ anum farvæl. Minnist tá ið eg á fyrsta sinni setti fótin á skipsdekk. Minnist mammu tigandi fylla klæðsekkin, lívsins bók ovast. Minnist koyggjuklæðini sum hon gjørdi klár, lakið væl seymað á madrassuna. Horn­ini á dýnu og dýnubetrekki bund­ in saman. Hvørt stikk við nálini og hvør knútur bundin við móðurligum kær­ leika. Minnist sigling tey fyrstu árini við ongum navigatiónstólum, ongum rad­ ara og ongan gps’ara. Minnist eina myrka nátt við kavaroki inni í briminum vestan fyri Koltur, har ein baksláttur spark­aði okkum heilskapaðar útaftur. Minnist illveðursnátt á suðurstrond Noregs har afturskipið bert einaferð høgdi í botn, og trýsti róðurstammuna hálvan fót upp. Minnist kulda og yvirísing í Grønlandi. Minnist á veg inn av útróðri fyrst í 67. Tað bleika ljósið á Kellingini, har tveir mans høvdu bjargað sær upp á turt, eftir at báturin var sokkin. Minnist kalda sjógvin í stýrhúsinum, tá ið rútarnir av sjógvi vóru trýstir inn, á heimferð úr Grønlandi. Minnist vitarnar, sum hava leitt meg framá og inn í fremmandar havnir Minnist á veg inn til Belfast í 72, tá eitt bretskt herskip á myrkari nátt setti hermenn umborð, til at leita eftir lóðuri. Minnist spøkilsisbýin Luanda eftir kríggið við Portugal og undir borgara­ krígnum. Minnir um vitjan av óbodnum gestum á redini í Santos. Minnir um deyðan mannakropp rekandi á vágni í Lagos har teir lokalu bert yptu øksl, sum um hetta var eitt vanligt fyribrigdi. Minnir um harðrenda stýrið hjá Gadaffi seinna part av hálvfjerðsunum. Minnir frá Cuba í 89 og 90, hvussu eitt land ikki skal stýrast. Minnist rembingarnar í Venesuela í 82, tá ið bolivar’urin yvir eina nátt bleiv niðurskrivaður í eina helvt. Minnist kulturbroytingarnar frá at sigla við danskari manning í seytjan ár til síðan at sigla við malaysiskari mann­ing í tvey ár. Næstu fimtan árini varð siglt við filipinskari manning. Minnist hvussu malaysarnir hildu rama­dan umborð. Eftir eina triðings øld í uttanlandasigling var tað eisini ein kulturhvøkkur, at koma aftur á føroyskan kjøl. Jú, minnini eru mong. Minnir frá strævn­um fiskaríi á mínum ungdómsins vári. Minnir um sigling á heimsins høvum í mínum vaksna lívi. Minnist tungu fráferðirnar, tá ið eg skuldi siga mínum sovandi børnum farvæl. Minnist foreldrini, sum eg virdi, tá ið tey livdu. Minnist orð vóru tóm og tøgnin rópti hart, tá ið tey fóru. Onki er givið, onki er varandi. Lívið er eitt lán, og tí er tað farandi. Eg havi sæð mína lívssól við sínum lívgandi og fjálgu strálum reisast úr havsbrúnni, eg sá hana tá ið hon stóð hægst á himni og sendi sínar heitastu geislar. Eg síggi hana nú nærkast havs­brúnni. Nú makar sólvindurin og himmalhválvið í vestri er fagurt litt. Tað er sum Móses sigur, tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað. Á míni lívsleið havi eg reikað í dølum, eisini havi eg verið á tindum. Enn havi eg ikki nátt tann hægsta, eg hómi hann fyri framman. Fyri at koma upp á henda tind skal eg hava hjálp frá Honum, sum sendi mær ein verndareingil, sum trúfast og í tolni hevur fylgt mær, og sum aftur og aftur hevur hjálpt og vælsignað meg, og eg veit at hann er mær við lið, tá ið tað lýsir aftur fyri degi hinumegin. Tí lesa og syngja vit um, at í faðirs húsi eru mangir bústaðir. Har er rúmsátt og pláss fyri ymiskleika. Eg fari hervið at takka øllum, sum hjartaliga hava heilsað mær, nú eg rundaði Kap Sjeyti. Takk tit, sum ringdu, sendu heilsanir á facebook og um sms. Takk fyri blómur og gávur. Takk fyri hjartalig lógvatøk og góðynski. Ein av mínum ellivu systkjum, sum umboðar tann yngra partin av flokk­ inum, sendi mær hesa heilsuna: »Tá kríggið harðast leikaði á. Ein drongur so fittur heimin av fyrstan tíð sá. Fødd­ur í hjálma og gamalt var, at tá skuldi eydnan fylgja tær. Skjótt gingu teir ljósu barnadagar í túni, bøi, fjøru og haga. Sum stórur drongur lagað tær var, heiman at fara. Mansverk tú gjørdi frá fyrsta degi, á havinum sum tú valdi. Heima mamma, babba og vit smáu longdust og dagarnar taldu. Tú vitjaði trúfast, umsorgan og kærleika gav. Takk fyri løturnar góðu. Góði Páll, tillukku eg ynski tær. Harrin signi teg og tey tær standa nær”. Takk fyri øll somul... Páll Kap Sjeyti Hesa tøkk/hug­leiðingar hevði Páll Weihe á Tvøroyri á facebook eftir 70 ára føðingardag sín 29. november. Við loyvi frá Pálli prenta vit hugtakandi orð hans­ ara og hava funnið nakrar myndir, sum geva eina hóming av hansara 56 árum á sjónum. Páll tók skipara­prógv í 1964, stýrimans­prógv í 1969/70 og skips­førara­ prógv í 1972. Hann sigldi úti árið millum millum stýrimans- og skips­ førara­próv­tøk­una. Frá hann í 1959 sum 14 ára gamal fór til skips við »Varðanum«, sigldi hann við før­ oysk­um fiskiskipum, til hann í 1970 fór at sigla við skipum hjá Kosan Gas. Fyrst sum stýri­maður og síðan sum skipari. Í 2005 fór Páll at sigla við »Smyrli« Páll er føddur og upp­ vaksin á Selatrað. Hann er giftur Astrid, og tey eiga trý børn.