Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Buldrasligt komandi ár í føroyskum politikki Val verður komandi ár – í seinasta lagi 29. oktober – so alt bendir á eitt hendingaríkt og buldrasligt 2015 Árni Gregersen Sjáldsama fá tingmál vóru við­gjørd frá ólavsøku til jól­ ar í ár, men onki bendir á, at løgtingsformaðurin og hansara umsiting fara at sleppa so lætt frá nýggj­ár­ in­um 2015 og til tingið fer í summ­arfrí. Allir flokkar vita, at val verð­ur í komandi ári og at tað verður í seinasta lagi 29. okt­ob­er, tá fýra ár eru liðin, síð­ani veljarin seinast slapp at seta sín kross og avgera, hvør skuldi manna okkara tjóð­ar­ting. Í politiskum høpi verður mang­an sagt, at veljararnir eru stuttmintir, bæði tá ið tað snýr seg um at minnast feil­ir­nar, sum flokkar teirra hava gjørt, men so sanniliga eis­ini tá ið tað snýr seg um tað positiva, sum teirra flokk­ur hevur gjørt. Sum tingfólk vita tey flestu, at tað ræður um at gera vart við bæði sín flokk, men so sanniliga eisini við seg sjálvan fyri at verða vald­ ur aftur. At verða valdur aftur er av­ger­andi fyri tingfólk, tí ongi teirra hava fingið alt ígjøgn­um í tinginum, sum tey lovaðu undan seinasta vali. Tí ræður um at verða vald­ur aftur og so siga, at nú skal tað, sum ikki var framt í hes­um valskeiðnum, verður so gjørt komandi fýra árini. Tingfólk vita eisini, at tey sita í einum sessi, sum nógv mis­unna teimum og sum fleiri vilja hava. Tí er sjálvt val­ið ein kapping – kanska ein popula­ri­tetskapping – mill­um teirra, sum stilla upp til kom­andi val. Spurningurin hjá hvørj­ um einstøkum er, hvat ger­ast skal fyri at fáa nóg góða und­ irtøku millum velj­ar­ar­nar. Nær? Í hesum valskeiði er tíðin so langt liðin, at tað í mesta lagi eru 10 mánaðir til val verð­ur. Tað vil siga, at øll tey, sum ætla sær at stilla upp hava tikið støðu til hetta og eru farin at fyrireika seg. Hvat skal eg selja meg uppá ? Hvørji hjartamál havi eg? Hvønn part av velj­ar­un­ um skal eg venda mær til? Hetta eru spurningar, sum altíð eru frammi, men vár­ið í 2015 kann broyta dags­skránna munandi. Trý ella fýra mál eru, sum kunnu skeikla politisku mynd­ini frá henni, vit kenna í dag. Samg­ongu­floks­leið­ar­ar­ nir hava sagt frá, at 1. febru­ar 2015 eiga tey at vera klár við ein­um uppskoti til nýskipan av fiskvinnuni. Tað kann eisini væl henda, at hetta verður so. Fleiri fundir hava verið mill­um Sambandsflokkin, Fólka­flokkin og Miðflokkin um, hvussu ein nýskipaður fiski­vinnu­politikkur skal síggja út. Summi ting eru komin uppá pláss, men nøk­ ur av­ger­andi punkt eru eftir at fáa loyst. Fyrst og fremst er stríð um, hvussu langa tíð, veiðu­ loyv­ini skulu ganga yvir. Skulu tey verða meira ella minni enn 10 ár? Hesin spurn­ing­ur­in er avgerandi nú, tí tað tykist vera semja um, at veiðuloyvir ikki verða lat­in nøkrum “for ever”. Um hendan spurn­ing eru tað serliga Sam­bands­ flokkurin og Fólka­flokk­ ur­in, sum stríðast – Sam­ bandsflokkurin vil hava tey stytri, meðan Fólka­flokk­ur­in vil hava tey longri. Annar spurningur er um útlendskan eigaraskap í fiskivinnuni. Sum skilst, so er hetta ein spurningur, sum loysn kann fáast á. Tað ræður um at finna eina semju, hvussu stóran part og undir hvørjum treytum út­lend­ing­ar skulu kunnu vera ein partur av føroysku fiski­vinnuni. Tilfeingisgjald er ein part­ ur av fiskivinnuni nú og alt bendir á, at hetta eisini verð­ ur ein partur av nýggju skip­ anini. Kanningin Eitt annað, sum kann broyta politisku støðuna, er úr­slitið av kanningini av við­ur­skift­ un­um kring Skála­fjarðar- tunn­il­in, sum fyrr­verandi danski um­boðs­maðurin, Hans Gam­mel­toft-Hansen ger. Tá ið løgfrøðingurin, eftir drúgv­ar kanningar kemur við sín­ari niðurstøðu, kann orð­ing­in í nið­ur­støð­uni broyta styrkisviðurskiftini á pol­it­iska vígvøllinum. Bæði fyrrverandi lands­ stýr­is­mað­ur­in við innlendis­ mál­um, Kári P. Højgaard, Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in, og løg­mað­ur, Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen, Sam­bands­flokk­ ur­in, eru partar av kann­ing­ ini. Serliga fara eyguni at verða vend móti tí, sum kann­ing­ar­stjór­in hevur at siga um leik­lut­in hjá løg­ manni í sam­bandi við sam­ ráð­ing­un­um við danska fe­lag­ið, Co­pen­hagen In­fra­ struc­ture Part­ners. Kemur kanningarstjórin til ta niðurstøðu, at løg­mað­ ur er farin ov langt ella ikki hev­ur hildið sína eft­ir­lits­ skyldu, so kann tað fáa av­ leið­ing­ar. Rættarsakin Eitt annað mál, sum eisini kann broyta politisku við­ ur­skift­ini, er rættarsakin, sum landsstýrismaðurin við fíggj­ar­málum, Jørgen Nicl­ as­sen, Fólkaflokkurin, hevur lagt móti Sveini Tróndarson, journ­al­isti, og leiðsluni og Jan Lamhauge, journalisti í Kring­varpinum. Málið snýr seg um aðru­ meið­ing, men er grund­ leggj­andi um tað sokallaða “toll­mál­ið” frá tíðini, tá ið lands­stýr­is­mað­ur­in var stjóri í fam­ilju­fyri­tøk­uni N. Nicl­as­sen í Sørvági. Hetta er eitt sakarmál, sum landsstýrismaðurin hev­ur reist, so hann verður und­ir ongum umstøðum dømd­ur. Hinvegin kann ein rætt­ar­úr­skurður, sum ikki gev­ur landsstýrismanninum við­hald, gera, at hansara um­ dømi viknar munandi mill­ um manna og samstundis hans­ara politiska styrki. Fjóðra málið Fjóðra málið, sum fer at ávirka samlaðu politisku støð­una í 2015 eru fíggj­ar­ karm­ar­nir fyri komandi ár­ ini, sum skulu leggjast fyri ting­ið í vár. Høvuðstrupulleikin í ar­ b­eiðnum við fíggj­ar­karm­un­ um er, at samgongan hev­ur lovað, at javnvág skal fáast á fíggjarlógini fyri 2016 og tað eru júst teir fíggj­ar­karm­ar­ nir, sum tann lógin skal ger­ ast eftir. Við øðrum orðum skulu karmarnir gerast í vár til eina fíggjarlóg, sum ein sam­ gonga eftir eitt løg­tings­val, skal gera fíggj­ar­lóg­ina fyri 2016 eftir. Og hendan fíggj­ar­ lóg­in skal als ikki hava hall. Hallið skal burtur, tí pol­it­ iski myndugleikin hevur lov­ að tað, men eisini tí at altjóða rating-stovnarnir krevja tað. Ein uppgáva, sum kann ger­ast rættuliga torfør at loysa. Búskapurin Stendur tað til løgmann, so fáa vit ikki val fyrr enn í heyst. Búskapartølini ganga rættan veg og velj­ara­kann­ ing­ar­nar fyri Sam­bands­ flokk­in kunnu neyvan verða verri enn nú. So hann fer at halda fast um, at val verður í okt­ob­er. Hinvegin vil andstøðan hava val sum skjótast fyri at sleppa framat krakkunum í Tinga­nesi. Fólkaflokkurin, sum er part­ur av samgonguni, vil helst hava nýskipan av fiski­ vinn­uni samtykta, áðr­enn val verður. Hetta tí tað fer at geva flokk­inum møguleika at gera eina møguliga nýggja samgongu eftir eitt val. Tá fer at bera til at sam­starva við Tjóðveldi og Sam­bands­ flokkin. Verður har­aftur­ ímóti ongin fiski­vinnu­ný­ skip­an samstykt, so hevur Fólkaflokkurin bert Sam­ bands­flokkin at samstarva við. Formaðurin í Javn­að­ar­ flokk­in­um hevur boðað frá, at so leingi hann er formaður í flokkinum, fer hann ikki í sam­starv við Fólkaflokkin. Hetta eru aktuellu út­lit­ ini, men sum eygleiðari eigur ein ongantíð at gloyma, at tá ið valdið stendur einum í boði, so er torført at siga nei. Tá ræður um at hava røttu grundgevingarnar, tá ið samgonguskjalið verður und­irskrivað. Og so taka valdið.