Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gjørdu dagin hjá mær so super góðan og minningarríkan. Ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til á ymiskan hátt. Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt Harrans signað nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna. Kærar heilsanir Óðin Petursson Hentze Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi, langabbi, sonur og beiggi Henry Trøjgaard Nielsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Hanus á Gørðum, prest, fyri troystarík orð, tøkk til Leif fyri vakran sang, tøkk fyri blómur og kransar og fyri peningagávur. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Henry til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Anita, Dann, Paul og Frits við familju Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kona, mamma, vermamma og omma okkara Bebiane Petersen Skála f. 27.05.1946 d. 29.09.2014 andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólk á G6, sum vóru um hana, meðan hon lá har. Tøkk til prest fyri góð troystarrík orð og tøkk til sangarar og berarar. Tøkk til tykkum mongu, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vit ynskja øllum Harrans signing í komandi ári. Karstin, Elsa, Dorte, Rasmus og Jesper Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin so ógloymandi. Takk fyri allan sangin, talur, telegramm og blómur, og øll tit, sum komu innan­ lands og uttanlands. Tað vóru vit sera glað fyri. Somuleiðis ynskja vit tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Vinaligar heilsanir Katrina og Finnbogi við Gjónna Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 380,- um ársfjórðingin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Navn: Bústaður: Telefon: Teldupostur: