Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. januar 2015 · Nr. 1 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Nøgdar viðmerkingar frá vinnuni og landsins leiðslu Bæði løgmaður og umboð fyri føroysku vinnuna lótu væl at farna árið, nú farið var um árskiftið Árni Gregersen Tað gongur væl í Føroyum og vit hava tað gott. Stutt sagt var tað høv­uðs­ boðskapurin frá løgmanni í nýggjárstaluni. Sama kann sigast um tær viðmerkingar, sum stjórin í Vinnuhúsinum hevði í Útvarpinum um 2014. At tað ikki bert eru orð, verður staðfest, tá ið hugt verður at ymisku lykla­tøl­ un­um í samfelagnum, sum van­liga geva ábendingar um hvussu støðan er. Arbeiðsloysið er lágt, út­ flutningurin er stórur og gev­ur nógvan pening til sam­felagið og tað tykist, sum marknaðurin hjá føroysku útflutningsvinnuni er størri og vaksandi. Útflutningurin Uttan at koma inná bú­ skapar­ligar teoriir, so er tað avgerandi fyri eitt sam­felag, sum okakra, at pen­ingur kem­ur inn í sam­fe­lagið og setiir ferð á sam­felags­hjól­ ini. Útflutningurin hevur ver­ið sera góður í 2014. Fyrst og fremst hevur prísurin á aldum laksi verið sera góður mesta partin av árinum. Tað hevur stórt sæð verið so um allan heim, men tað sum hevur gjørt 2014 til nak­að serligt er, at russiski marknaðurin hevur latið seg upp fyri føroyskum alifiski. Hetta komst av kreppuni, sum tók seg upp millum Russ­land og Evropa í sam­ bandi við støðuna í Ukraina. Russland gavst tá at keypa laks úr Noreg og Skotlandi og valdi heldur at keypa før­ oyskt, aldan laks. Sjálvandi gevur hetta ikki minni kapping á heims­ marknaðinum, tí bæði norð­ menn og skotar royna so at sleppa inn á aðrar marknaðir, har føroyskur laksur er framm­anundan. At tað eru politisk viður­ skiftir, sum hava givið okk­ um atgongd til russiska marknaðin, heldur stjórin í Vinnuhúsinum ikki gera nak­að: – Vit hava verið útistongd fyrr, so vit hava ikki ráð at taka atlit til, at tað er poli­ tikk­ur, sum gevur okk­um hesar fyrimunir. Út­flutn­ ingnsvinnan er ópolit­isk og selur til teirra, sum vilja keypa frá okkum, segði Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­húsinum við Út­varp­ ið. Løgmaður Løgmaður var eisini sera væl nøgdur í sínari nýggjársrøðu, sum hann helt gamlaárskvøld til føroyingar. Hann brúkti myndina við føroyska fótbóltslandinum, sum í november vann úti­ dystin móti fyrrverandi EM- vinnarunum, Grikkalandi. Løgmaður vísti á, at tá ið vit standa saman og gera okkara allarbesta, so ber til at røkka málum, annars kunnu tykjast liggja langt vekk. Hann vísti á avtaluna um fiskivinnu, sum vit hava fingið við Noreg og ES eins og hann vísti til, at ST hevur givið okkum munandi størri havleiðir at ráða yvir. – Vit hava eina íborna styrki, sum kemur til sjóndar, tá ið vit í felag vilja røkka mál­um, segði løgmaður í nýggj­ársrøðu síni. Búskapurin Búskaparliga støðan er eisini hampulig, men formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Han­sen, var ikki heilt nøgd­ur við, at tað enn ikki er eydn­ ast at fáa javnvág á fíggjar­ lógina. Hann segði, at tað ikki eru konjunkturarnir, sum eru orsøk til, at hettaikki er hent enn, Og hann legði afturat, at tað er at vóna, at niðurgongd ikki kemur nú, tí so verður torført at fáa hallið burtur. Løgmaður setti orð á eitt mál nú um nýggjársleitið, sum ikki hevur verið frammi í fleiri ár. Løgmaður segði, at Før­ oyar nú eiga at gera seg til reiðar at taka ímóti millum 20 og 60 flóttafamiljum. Hann vísti á, at ong­antíð áð­ur hevur streym­urin av flótta­fólki móti vestur­heim­ inum verið so stórur sum nú og tí eiga Før­oyar eisini at geva pláss fyri nøkrum familjum. Samgongfelagið hansa­ra, Jørgen Niclassen, for­mað­ur í Fólkaflokkinum, held­ur ikki, at her er tal­an um nak­ að skilagott upp­skot. For­ maðurin í Fólka­flokk­inum sigur, at fólk verða best hjálpt í nær­um­hvørvinum og tí eiga vit heldur at senda pening til hetta hjálp­ar­ar­ beiðið, heldur enn at taka flóttafólk til Før­oya. Formaðurin í hinum sam­gonguflokkinum, Mið­ flokk­inum, Jenis av Rana, heldur hinvegin, at tað er gott, at løg­maður tekur evni um flótta­fólk upp til kjak. – Miðflokkurin tekur undir við tí, sum løgmaður segði. Vit eiga at taka hetta upp til kjak, so vit eisini kunnu koma fram til, hvussu nógv vit skulu lata til mennignarhjálp og neyðhjálp, sigur Jenis av Rana. Taka undir við kjakinum Formaðurin í Tjóðveldinum, Høgni Hoydal, undrast á, at løgmaður kemur sum ketta burtuúr høvdatrogi nú við hesum málinum. Hinvegin tekur hann fult undir við, at vit eiga at kjakast um hendan spurningin. – Tjóðveldið hevur fleiri ferður gjøgnum uppskot til sam­tyktar roynt at fáa kjak um málið, men tá hev­ur løgmaður alla tíðina verið ímóti. Tí undrist eg á tim­ ingina, men vit halda, at tað er rætt at fáa málið viðgjørt av álvara í tinginum, sigur Høgni Hoydal. Tað hava eisini verið aðrar útmeldingar um uppskotið hjá løgmanni. Tildømis hava kirkjuligir felagsskapir sagt, at sjálvandi skulu vit taka okkara part av teimum flótta­fólkum, sum koma til Evropa. Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, sigur, at flótta­fólk ikki eru komin til Føroyar, síðani nakrir eysturslovenar komu higar fyri nøkrum árum síðani. – Tey komu tó ikki sum flóttafólk, men kundu koma higar, tí tey fingu arbeiði og harvið eisini arbeiðsloyvir og uppihaldslouyvir. Í dag vita vit, at hetta eydnaðsit væl og fólkini trívast her í Føroyum og havi verið ein positivur partur av føroyska samfelagnum, sigur Høgni Hoydal. Kjakið er ofta um, hvat rættast er at gera: at lata fólki neyðhjálp á staðnum ella hjálpa teimum at koma til eitt annað land. Í løtuni er flótta­ fólka­streymurin so stórur, at flestu lond í vesturheiminum taka ímóti teimum flóttafólkum, sum hava ringastu korini. Málsøkið er dansk fyri okkara viðkomandi, so tað skal ein lógarbroyting á út­lendignaøkinum, skulu vit sjálvi taka ábyrgdina av øki­num. – Gera vit ikki tað, so endar hetta sum eitt stríð millu m Føroyar og Danmark – og tað er meingsleyst, heldur Høgni Hoydal. Tí heldur hann, at vit sum skjótast eiga at yvirtaka út­ lendignamálið. 20 til 60 flóttafamiljur eiga at fáa pláss í Føroyum Løgmaður læt um ársskiftið upp fyri, at Føroyar eiga at taka ímóti nøkrum flóttafamiljum Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum