Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. januar 2015 · Nr. 1 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Visjón 2015 Visjón 2015 verður nevnt í sama andadrátti og Jóannes Eidesgaard, eins og spik verður eftir grind. Løgmaðurin, sum setti sjøtul á stóru ætlanirnar, fegnast um visjónsætlanirnar, hóast langt enn er á mál, nú vit skriva 2015. Mortan Østerø Undir krepputíðini í 90unum var politiska landslagið nógv merkt av sparitiltøkum og bráð­feingisloysnum, fyri at rætta upp á skeivleikar í før­oyska samfelagnum. Tá komið var nøkulunda upp­ undan aftur, kom ein full­ veldis­samgonguna til í 1998 og politikkurin gjørdist al­ samt meira framskygdur. Ætl­anir um framtíðina, held­ ur enn loysnir upp á fortíðina vórðu spakuliga partur av arbeiðinum í løgtinginum, og tá ið ABC samgongan kom til í 2004, valdaði stór optimisma, sambært Jó­ann­ esi Eidesgaard. Jóannes Eides­ gaard, táverandi løgmaður, viðgongur, at í søguliga bak­ spegilinum gerst greitt, at optimisman skal brúkast til at hyggja frameftir, fyri at sleppa undan fastatøkunum, sum avbjóðingar beint her og nú annars høvdu í politiska orðaskiftinum. Hetta kemur eisini at leggja lunnar undir kanska størstu verkætlanina nakrantíð í føroyskum poli­ tikki – Visjón 2015. Kærkomin broyting – Tað, sum er grundarlagið fyri at Visjón 2015 yvirhøvur kem­ur upp, er tað, at tað er ótrú­liga týdningarmikið, at man hevur eina politiska leiðslu í hesum landinum, sum hevur yvirskot at hugsa eitt sindur longri enn kom­andi vár, summar ella í næstu viku. Ein leiðsla, sum torir at seta seg niður við teimum fólkunum, sum hava servitan innan ávís øki, og síðani seta nakrar kósir fyri hvat landið kann náa innan eitt ávíst áramál. Tað er í høvuðsheitum orsøkin til, at hugskotið um 2015 vann frama, sigur Jóannes Eides­ gaard. Fyrrverandi løgmaðurin hevur tikið við fyrsta eintakið av grøna bóklinginum við teim­um mongu visjónunum. Hóast skarpan gang og nógv speið mótvegis Visjón 2015, so tykiskt tað ikki rína við hjá Jóannes. Hann helt hetta verða eina kærkomna broyting frá stuttari hugsan, tá politiska stýringin var nógv merkt av óvissu og stutt­tíðarloysnum. Jóannes trívir í eina søgu­ liga frágreiðing, har hann vísir á, at síðani kreppuárini í 90unum tók ein optimisma seg spakuliga upp millum før­oyska fólki. – Tað byrjar við eld­ sløkk­ing av teimum brenn­ andi, eyðsýndu trupul­leik­ unum, sum taka seg upp í kjalarvørrinum av fíggj­ ar­kreppuni. Tá ið fíggjar­ krepp­an er um at hasa av, og vit aftur merkja ferð koma á búskapin, er somuleiðis ein vilji hjá føroyingum at klára seg sjálvar, sum sæst aftur í, at vit fáa eina framskygna fullveldissamgongu, ið byrj­ ar at yvirtaka felagsmál í ríkis­ felagsskapinum, áðr­ enn nýggj samgonga verður skipað í 2004, tá ið ABC kemur til. Áðrenn løgmansrøðuna á ólavsøku í 2005, verður yvirtøkulógin eisini undir­ skriv­að, sum skal gera tað lættari fyri Føroyar at yvir­ taka enn fleiri mál. Uttan, at hetta bert skal takast sum eitt stig á sjálvstýrisleið, so er tað eisini greið tekin um, at optimisman er vaksin í Før­oy­um, sum avgjørt er við til at leggja lunnar undir orð­ ingina av Visjón 2015, sigur fyrr­verandi løgmaðurin. Optimisman leggur botnin – Eg vil siga tað, at tað sum stendur í her, er ikki altíð mín koppur av te, men hetta eru altso tey fremstu fólkini á sínum øki hava orðað. Sam­gongur standa jú á herð­unum hjá undanfarnu sam­gongunum. Tað sæst millum annað aftur í, at full­ veldis­samgongan onkurs­ vegna mýkir og brýnir hugs­anina hjá øðrum við­ víkj­andi yvirtøkunum, og seinni síggja vit, at enntá Sam­bandsflokkurin er við í samgonguni, sum í 2005 kunn­ger yvirtøkulógina, sig­ ur Jóannes. Sambært Jóannesi, so verður hendan optimisman flutt yvir á tað arbeiði, sum lá í at orða Visjón 2015. Tað var, ein ávísur hýrur mill­ um landsstýrisfólkini og politikararnar, sum loyvdi teimum at hugsa stórt, og tíggju ár fram í tíðina, heldur Jó­annes Eidesgaard. – Síðani varð ein visjóns­ skrivsstova sett, sum skuldi definera uppgávuna – skuldi hon fevna um alt, ella bert ávís ting? Innihaldið skuldi ikki vera ov klisjékent. Vit skuldu royna okkurt øðrvísi. Tað at siga, at Føroyar skulu vera millum heimsins fremstu tjóðir í 2015 kann jú merkja alt ella slettis einki. Tað verður nokkso 'fluffy'. Tískil var álagt øllum arbeiðsbólkunum, at tey skuldu hava ein fastan leist, sum ítøkiliggjørdi hug­skotini. Eftir, at fyrsta útkast varð gjørt, skipaðu vit fyri einum sonevndum 'visjónstorgi' har fakáhugað og politiska skipanin uttan fyri samgonguna eisini slapp til orðanna, fyri á hendan hátt at gera álitið so nærlagt sum gjørligt, sigur hann. Visjoner uppslagsbók Jóannes Eidesgaard er eina­ mest errin av, at bóklingurin hevur ítøkiligar verkætlanir festar á blað, sum eru orð­ aðar av fólki við tí røttu vita­nini og teimum mest við­komandi royndunum. At savna fleiri enn 100 av teimum fremstu fólkunum innan sítt øki, heldur hann ikki hevði borið eins væl til í dag. Hann ásannar tó, at bóklingurin er vorðin meira av einari vegleiðandi bók, sum ein kann hyggja í, heldur enn ein profeti, sum skuldi ganga út. Tað var eisini ein málsetningur, sum hann helt fólkini í arbeiðsbólkunum vera greið yvir. – Eg haldi, at tey høvdu eina fatan av, at hetta var eitt slag av manuali til hvussu man finnur fram til skila­góðar loysnir. Eitt slag av uppslagsbók, har em­ bætis­fólk, ið dagliga hava við lógarsmíð at gera, kunnu skjótt gera sær eitt yvir­ lit yvir hvørjar ábøtur ser­ køn fólk hava eftirlýst, og hvussu ein kann koma har. Tey hava vitað, at hóast tey orðaðu tilmælini, so vórðu tað politikkarnir, sum sótu við evstu avgerðini, sigur Jóannes. Hóast bókin hevði upp­ skot til nógvar ábøtur á trup­ ul viðurskifti í føroyska sam­ felagnum, og ein optimisma valdaði millum tey, sum orð­ aðu bóklingin, so kemst ikki utt­an um, at bóklingurin ikki fekk fastatøkur í at ítøki­lig­ gera hugsanina fyri vanliga føroyingin, at hann og hon skuldu vera millum heimsins fremstu tjóðir. Heldur varð 'Visjón 2015' eitt speiðrikið hugtak, sum tyktist ógvuliga fjart og gjørdist fastur táttur í skemtileikum. Enntá sæst í bløðum frá tíðini eftir 2015, at ávarað verður móti, at lang­tíðarætlanir ikki skulu enda sum Visjón 2015. – Slíkar visjónir vóru ikki vanligar í Føroyum. Sam­ an­bera vit við Danmark, so er ikki eins óhugsandi, at vanligi borgarin hevur eina hugsan um 2020 planir, með­ an vit í Føroyum høvdu ten­ dens at speiðreka hesa lang­ tíðarætlanina. Enntá í mínum egna flokki varð speiskliga hildið fyri, at fólk gleddu seg til at vakna í 1. januar í 2015 til paradís á jørð. Tað var tó ikki hetta, sum tað snúði seg um. Tað snúði seg um, at fáa okkum at hugsa langtsiktað og loysnir, sum kundu bera ætlanirnar fram á mál. Eitt og hvørt frítt samfelag skal rúma speið, og øll politisk hugskot verða fyri speiðsemi. Undan Visjón 2015, hava vit sæð at stórar ætlanir, sum blokkniðurskurður, eisini verða speiðriknar. So tað haldi eg, at vit ikki góvu okk­ um stórvegis far um, sigur Jóannes. Óverulig fyri føroyingin Í kanning upp undir jóla í 2006, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin, vóru greið tekin um, at føroyingar høvdu trupult at rokna seg sjálvi sum eitt av heimsins fremstu londum í 2015. Jóannes Eidesgaard leggur vantandi kunning og Føroyska sa tørvar visjó p