mánadagur 5. januar 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. januar 2015 · Nr. 1
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
visjón 2015
Alheimsgerð:
Granskingarlimaskapur í ES
Økt útflutningsfrælsi
Atlimaskapur í FAO (UN – Food and Agriculture
Organization)
Tvískattasáttmálar
Tjóðarbranding
Sendistova í Moskva
Útbúgving
Ábyrgdin av skúla- og barnaøkinum flytast undir
Mentamálaráðið
Í fólkaskúlanum
Lesiførleikin styrktur
Náttúrulærugreinar styrktar
RST-førleikin lyftur á hægri stig
Ráðgevingatænasta til næmingar við serligum tørvi
Betri samstarv millum heim og skúla
Tíðarhóskandi og dagført skúlatilfar
Miðnám
Yrkismiðnám, sum er lagað til vinnutørvin
Vaksnamannaútbúgving í miðnám
Hægri útbúgving
Allar hægri og akademiskar útbúgvingar skulu
skipast í ein lærdan háskúla
Bolognaavtalan setast í gildi
Bachelor-, master- og Ph.D.lesandi skulu hava
granskingargrundaða útbúgving.
Gransking við einum føroyskum sjónarhorni
Gransking
Granskingarlund
Íverksetan
Íverksetan í fólkaskúlan
Kunningartøkni
Royndarverkætlan fyri ES
Tilfeingi
Alilóggáva um at øki skulu 'hvíla'
Bert 20 mjólkabøndur
Samfelagsbygnaður
Tvískattasáttmáli
Infrakervi
-
Umhvørvi
Meira varandi orku
Mentan
Public Service avtala
Starvslønir til listafólk
Arbeiðsmarknaður
Øll gjalda 15% til eftirlønarskipanina
Lagaligari at fáa útlendska arbeiðsmegi
Vælferð
Talgild heilsuskipan
Sjúkrakassin yvir skattin
Avrikslistin
hjá Jóannesi
Eidesgaard úr
Visjón 2015
Kenna tygum tygum sum ein part av Visjón
2015?
0
10
20
30
40
50
60
70
Ja
Nei
Veit ikki/vil ikki
svara
Ógreitt
Prosent
samfelagsdiskursin til grund
fyri vánaligu móttøkuni.
– Tú hevur nógv lættari og
skjótari at hoyra boðskapin
hjá teimum atfinningarsomu,
og hesi eru eisini tey, sum
hava nógv skjótari at taka
upp pennin. Gleps, bit og
kritikkur selir meira í Føroy
um, og tí er tað kanska komið
at merkja orðaskifti keðiliga
nógv. Tað er tíanverri alt ov
sjáldan, at vit síggja posi
tivar greinar. Eg hevði ongar
forvæntningar um, at hvør
føroyingur fór at ganga við
Visjón
2015
bóklinginum
undir arminum. Men tað er
kanska torført hjá føroy
ingum at ímynda sær, at tey
skulu vera millum fremstu
tjóðir, sigur fyrrverandi løg
maðurin.
– Neiliga umrøðan hevur
kanska eisini ført við sær, at
nýggj politisk avrik sjáldan
verða sett í samband við
Visjón 2015, tá ið tey verða
framd. Sjálvsagt verður tað
eisini ein spurningur um
ognarskap fyri samgonguna,
landsstýri ella politikkaran.
Men tað er ikki óhugsandi,
at hóast avrikaða máli er
at finna í Visjón 2015 bók
linginum, so verður tað ikki
nevnt í almenna rúminum.
Tað sæst millum annað við
Public Service avtaluni og
Heilsutrygd, sum jú vóru mál
í Visjón 2015, uttan at hendan
leinkjan var kunngjørd. Var
hetta gjørt øðrvísi, har fólk
refereraðu til bóklingin, tá
ið mál verða framd, sum
standa í honum, so kundi
tað vælsaktans eisini broytt
hugburðin hjá fólki mót
vegis visjónini. Tó eri als
ikki skuffaður av hesum.
Tað
týdningarmikla
fyri
meg, er at summi av hesum
tingunum yvirhøvur verða
framd í verki, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Ikki gjørt tað øðrvísi
Nú vit skriva 2015, og nógv
mál – serliga tey stóru málini
– ikki eru framd í verki, vil
tvøramaðurin vera við, at
hann hevði ikki gjørt arbeiði
nógv øðrvísi.
– Eg eri ikki vísur í, at eg
hevði gjørt tað so øðiliga
nógv øðrvísi. Eg eri rættiliga
nøgdur við tað arbeiði sum
kom burturúr. Serliga uttan
ríkispolitiska kjaki er broytt
síðani orðingina av Visjón
2015. Vit fóru at viðgera og
kjakast meira um limaskap
í størri felagsskapum, sum
eitt nú EFTA, og WTO –
sum landsstýri arbeiðir við
nú. Hóast hendan ætlanin
var framskygd og dróg inn
fakfólk at seta orð á nakrar
framtíðarbroytingar,
haldi
eg ikki, at man kann siga, at
politiska orðaskifti lyft upp á
hægri fakligt støði ella, at tað
er vorðið vanligari við lang
tíðarætlanum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
– Eg havi ikki rætt til at
harmast um nakað sum
helst. Eg havi ikki fyrigyklað
fyri mær sjálvum, at hetta
var eitt bíbilskt manifest,
sum fór at ganga út í 2015.
Hinvegin eri eg ógvuliga fegin
um, at hugburðurin mótvegis
ymsum ætlanum er batnað.
Til dømis var í 2005 trupult
at tingast við SEV stýri um at
gera íløgur í varðandi orku,
og í ár hava vit sæð dagar, har
nóg mikið av varandi orku
er framleidd til at sleppa
undan oljunýtsluni. So har
eru nøkur ting, sum eru
farin tann rætta vegin, sigur
fyrrverandi løgmaðurin.
Fiskivinnunýskipanin
ynskilig
– Tú hevur ein dreym, og fyri
summi gongur dreymurin
út og fyri onnur gongur
hann ongan veg. Men fyri
tann saks skuld mást tú
blíva við at hava dreymin,
leggur Jóannes Eidesgaard
afturat, og ásannar, at hann
helst hevði ynskt, at fiski
vinnunýskipanin varð framd
av teimum málunum í bók
linginum.
– Fiskivinnunýskipanin.
Val var í januar í 2008, og tá
segði eg sambandi upp við
ABC, og CHE samgongan
varð sett. Hetta var serliga tí,
at eg í ólavssøkurøðuni í 2008
hevði staðfest, at flaggskipið
fyri sitandi samgongu var
fiskivinnunýskipan. Tað eru
nú sjey ár síðani, og har er
framvegis einki hent, sigur
fyrrverandi løgmaðurin.
Eins og bóklingurin upp
runaliga skríggjaði eftir at
verða skrivaður, skríggjar
hann nú eftir at vera lisin –
sjey-átta ár eftir hann varð
lagdur fram, og sama ár, sum
hann skuldi verið veruleiki.
Jóannes Eidesgaard avmyndaður í 2005, sama ár, sum »Visjón 2015« varð sjósett
Spurnarkanning hjá Fynd desember 2006