Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. januar 2015 · Nr. 1 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Umhvørvisstovan søkir eftir skrivstovunæmingi Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði, har tú luttekur í fjølbroyttum uppgávum. Tann praktiski parturin av útbúgvingini fer fram í Tinglýsingini, Landsfólkayvirlitinum og á skrivstovuni. Vit vænta at tú hevur staðið FHS, HH, students- ella HF-prógv. Lærutíðin er 2 ár við FHS- ella HH-prógvi, meðan hon er 2½ ár við students- ella HF-prógvi. Skúlagongdin er fýra tíðarskeið í Danmark. Setanarviðurskifti Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður, er fyrikomandi og nærlagdur. Starvið verður sett sbrt. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 9. januar 2015 kl. 12. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnvá á Lofti, deildarleiðara á tlf. 342400 ella við telduposti til gunnva@us.fo Umhvørvisstovan er stovnur undir Fiskimálaráð- num, sum fevnir um virkisøkini umhvørvisvernd og -gransking, kortlegging, matrikul, tinglýsing, nøvn, landsfólkayvirlit og skógrøkt. Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til granskingardeildina Umhvørvisstovan sóknast eftir starvs- fólki til granskingardeildina. Tú fert at luttaka í arbeiði, ið snýr seg um luft- kanningar. Haraftrat fevnir arbeiðið um fyrifallandi uppgávur innan umhvørvis- eftiransing yvirhøvur, ml.a. sýnistøkur og -viðgerð, dátugreiningar og at skriva frásagnir og vísindaligar greinar. Um teg Tú ert helst MSc í umhvørvisevnafrøði og hevur viðkomandi royndir við luftkanning- um og aðrari umhvørviseftiransing. Tú skalt duga føroyskt og enskt og at samskifta á norðurlendskum máli. Tú skalt trívast í í tøttum samstarvi við onnur og hava koyrikort. Tað er neyðugt, at tú dugir væl við teldu og forritum, sum hava við dátusavnan, -goymslur og -presentatión at gera. Starvsmøguleikar Vit bjóða tær eitt spennandi starv við fjøltáttaðum uppgávum í samstarvi við starvsfelagar og við góðum møguleikum fyri persónligari menning. Setan Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um granskingardeildina Á granskingardeildini starvast 4 fólk, hvørs setningur er, at útvega vitan um dálkingarevni í føroysku náttúruni og at kunna breitt um úrslitini av granskingini. Fyrispurningar Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til: Mariu Dam, deildarleiðara, mariad@us.fo og tlf 34 24 00/23 43 70. Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan 19.01.2015. Umhvørvisstovan er stovnur undir Fiskimálaráð- num, sum fevnir um virkisøkini umhvørvisvernd og -gransking, kortlegging, matrikul, tinglýsing, nøvn, landsfólkayvirlit og skógrøkt. Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli www.kvoldskulin.fo