Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2015 · Nr. 2 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov 2015 verður uttan iva eitt baldrut ár í føroyskum politikki. Tað verður tað, tí vit eru í valári – bæði til løg­ ting­ið og til fólkatingið. Síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948 hava verið 18 løgtingsval. Fimm ferðir hevur valið verið í úrtíð, fyrstu ferð í 1980, aðru ferð í 1990, tá sam­gong­an slitn­aði í hálv­um gekki. Í 1994 og í 2011 varð valið eisini skrivað út í ó­tíð, men tó bara nakrar mánaðir frá, at regl­u­ligt valið átti at verið. Skal samgongan halda til síðsta brískl, so verður valið ikki fyrr enn hós­dagin 29. oktober. Fleiri viðurskifti er tó, sum kunnu fram­skundað valið. Fiskivinnunýskipanin er eitt mál, sum longu skal liggja klárt kom­andi mán­að­ar­skifti. Einki er, sum bend­ ir á, at breið semja fæst um tað – og greitt er heldur ikki, sum sam­gong­an finnur semju. Tað mál­ið kann føra til stríð – um ikki sam­gong­an inn­ anhýsis semjist og koyrir ný­skip­an­ ina ígjøgnum eins og við flat­skatt­i­ num á sinni. Orrustan um tollmálið hjá Jørg­en Nicla­sen verður uttan iva aftur drig­ ið fram, tá málið kemur fyri í Føroya Rætti í næsta mánaði. Ilt er at spáa um, hvørja niðurstøðu rætturin kem­ ur til, men bara tað, at málið verð­ur drig­ið fram­aftur kann føra til elju­ stríð innanhýsis í samgonguni. Onnur orrusta er Skála­fjarð­ ar­tunn­ilin og kanningin hjá Hans Gamm­el­toft-Hansen. Sjálv­andi kann málið fella út til fyriuns fyri løgmann, men øvugti møguleikin er eisini til staðar. Spruringurin er so, um løgmaður vil fara um tað markið, ella hann av praktiskum orsøkum skrivar út val á verða, áðrenn tað málið verður aktuelt aftur. Síðani eru tað játtanarkarmanir, sum skulu samtykkjast í vár. Hóast tal­an bara er um karmar, so skal sam­gong­an her prógva – ella í øllum før­um vísa á, hvussu hon kann halda lyft­ið um, at javnvág verður á fíggj­ar­ lóg­ini í 2016 – longu næsta ár. Klárar sam­gongan tað? Her eru mál, sum kunnu greiðast við hepn­um og góðum politiskum hand­verki. Men her eru eisini mál, sum hepp­ið og dygd­argott politiskt handverk ikki rínur við. Tí eru viðurskfiti, sum benda á, at løg­tings­val kann útskrivast í vár. Veljarakanningarnar hava ikki ver­ið mjúk­ar við samgonguna. Tað í sær sjálv­um kann føra til, at løg­mað­ ur – eins og Helle Thorning-Schmidt – vil halda á sum longst fram ímóti val­i­num, fyri tá at leggja seg fyri fólk­s­ins dóm – og fyri at kunna prógva, at hann klárar at halda skeið­ið at enda og ikki stinga halan mill­um beinini. Veljaraanningarnar benda á, at vit skulu hava leiðsluskifti í Tinga­ nesi. Men óforútsigiliga pol­it­iska telvingin í Føroyum gevur okk­um einki greitt boð uppá, hvat alt­erna­ tivið til Fólkaflokkin og Sam­bands­ flokk­in er. Ikki vist at nóg mikið er við hepnum politiskum handverki Valfepur í eygsjón Spek­ u­lera við almennari jørð Jógvan arge kjak síða 22 Altíð bagir illa barni okkurt Virgar dalsgaard kjak Síða 22 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Seint mánakvøldið komu boð­ ini um, at eldur var kykn­aður í russiska verk­smiðju­trol­ara­ num, North Ocean, sum var staddur einar 90 fjórðingar suður úr Akrabergi. Eldurin var kyknaður í maskinrúminum á upp­sjóv­ ar­skipinum og tí vórðu boð send til lands eftir hjálp. MRCC í Havn sigur, at vakt­arskipið, Brimil og danska verjuskitið, Thetis, sum lógu í Føroyum, fóru alt fyri eitt avstað og vóru hjá russiska skipinum í morgun. Fyribils hava tey bæði hjálparskipini tikið 18 av russisku monnunum av russiska skipinum, Thetis hevur tikið nakrar og Brimil nakrar. Hinvegin eru 14 mans eftir á russiska skipinum. Sjálvvirkandi sløkki­út­ gerðin á russiska skipinum varð sett í verk, men tey iv­ ast í um tað hevur eydnast at sløkkja eldin, tí tað rýkur framvegis og tí hava teir ikki viljað latið upp til mask­in­ rúmið. Tískil er maskirúmið skalk­að til og Brimil hevur tikið russaran upp á sleip. Teir 14 menninir, sum eru eftir umborð, høvdu ong­ an streym, men teir hava fingið motor og proviant, so at teir fáa matgjørt. Teir líða onga neyð sum so og fyri­bils verða teir verandi umborð á russaranum. Men skuldi støðan broytst, eru tey til reiðar at taka teir av skipinum eisini. Veðrið er einki serligt og hann øtlar veðrið í kvøld og í nátt, men tað er undan og tað hjálpir upp á sleipið. Væntandi verður Brimil í Føroyum við russiska skipinum seint í kvøld, ella í nátt, men enn er ikki gjørt av, hvagar tey fara, kanska til Havnar, kanska inn á Skálafjørðin, sigur MRCC. Eldur í skipi sunnanfyri »Kinarøðin« er heitið á fram­ sýn­ing hjá Jógvan Biskopstø, sum letur upp í Ment­a­mál­a­ ráð­num hósdagin 8. januar 2015, kl. 15.00. Jógvan Biskopstø er fødd­ ur og uppvaksin í Havn og er útbúgvin sum Pro­dukt De­sign­ari frá Dan­marks De­ sign­skole. Hann hev­ur gingið á priv­ata lista­skúl­a­num hjá Hans Chr. Høier og var á China National Ac­a­d­emy of Art í 2003 – 2005. Jógvan hevur altíð fing­ ist við handaligt arbeiði og er upprunaliga útlærdur timb­ ur­mað­ur og bátasmiður. Tá ið hann ger skulpturar, eru teir oftast úr træi ella metalli. Í myndlistini fæst hann mest við skitsur og vatnlitir. Í sín­ um arbeiði søkir hann ta liv­andi linjuna og arbeiðir mest í kontrastum. Hann finn­ur stóran íblástur í trad­ i­ti­ónum og evnunum hjá trad­itiónunum til at end­ur­ nýggja seg. Jógvan hevur seinastu nógvu árini sýnt fram á yms­ um framsýningum, bæði her heima og eisini úti í heimi. Hann hevur verið á kveikj­ andi námsferðum í eitt nú Grøn­landi, Finnlandi, Italia og Japan, eins og hann hevur lut­tikið á fleiri skeiðum m.a. í silvuri, sveising og grafikki. Myndirnar á fram­sýn­ing­ ini í Mentamálaráðnum eru gjørdar á World Wood Day í Kina í 2014. Hetta var ein eyka uppgáva, ið hann fekk í sambandi við sína luttøku á stevnuni. Til ferniseringina verð­ ur tón­leik­ur við Onnu Hüd­ e­pohl at hoyra. Øll eru vælkomin, siga tey úr Ment­ a­mál­a­ráðnum. Jógvan vísir myndir úr Kina Hetta er hvørki Fidel Castro ella Che Guevara – men havnarmeistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen í einum amerikanskum Biuck frá 1955 – á Cuba