týsdagur 6. januar 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í nýggjum hami
Vikuskiftis Sosialurin
í handlunum fríggjadagin
vikuskiftisblaðið hjá miðlahúsinum
Áki Bertholdsen
Vandi er fyri, at tað verður
eingin nýggjur flokkur tikin
inn á skiparaskúlan á Vinnu
háskúlanum nú í januar.
Orsøkin er heilt einfalt, at
tað eru alt ov fáir umsøkjar
ar.
Eftir ætlan skal nýggjur
flokkur byrja á skiparaskúl
anum, men tað eru so fáar
umsóknir, at stórur vandi
er fyri, at flokkurin dettur
niðurfyri.
Higartil hava bara 10
næmingar søkt inn á flokkin,
sum skal byrja nú í januar og
á Vinnuháskúlanum siga tey,
at tey skulu helst vera eini
20 næmingar til at manna
ein flokk.
Orsøkin til, at tað eru so
fáar umsóknir er ikki tí, at
ungir føroyingar hava mist
hugin at sigla.
Orsøkin er rætt og slætt, at
upptøkukrøvini eru so hørð,
at tað ber illa til at lúka tey.
Nógv hava hug at fara
á skiparaskúla, men fyri at
sleppa á skúla, skulu næm
ingar hava siglt í 18 mánaðir
og tað er her, hundurin ligg
ur grivin, siga tey á Vinnuhá
skúlanum.
– Tað eru rætt og slætt og
fá skip at tað næmingarnir
kunnu fáa siglingstíð. Og á
summum skipum eru um
støðurnar so vánaligar, og
hýran so lá, at ungdómurin
vil ikki umborð.
Ein skiparaskúli er eisini
í Klaksvík, men har verða
næmingar ikki tiknir inn aft
ur fyrrenn um eitt ár.
Eisini har er næmingatalið
fellandi, tey hava havt flokk
ar upp á nakrar og tjúgu
næmingar, men í flokkinum,
sum nú er á skúlanum, eru
teir 14.
Páll á Reynatúgvu, ting
maður, hevur spurt Bjørn
Kalsø,
landsstýrismann
í
skúlamálum, hvat hann ætl
ar at gera við støðuna.
Bjørn Kalsø staðfestir,
at seinastu árini hevur
tilgongdin
til
skiparaút
búgvingina verið fellandi,
men higartil hevur tað so
eydnast at manna allar
flokkarnar.
Hann ásannar, at størsta
avbjóðingin er at veita áhug
aðum næmingum kravdu
siglingstíðina.
– Tað er umráðandi, at
okkara útbúgvingar eru á
altjóða stigi, og í hesum sam
bandi er siglingartíðin er
týðandi partur, sigur hann.
Í summar verður tiskil
farið undir eina nýggja út
búgvingarskipan við aspi
rantum.
Aspirantskipanin
er ein skipað útbúgvinging,
sum eisini fevnir um sigl
ingartíðina og tí vænta tey, at
tað fer at økja um tilgongd
ina av næmingum til skipara
skúlan, sigur Bjørn Kalsø.
Síðani fíggjarkreppuna er
bilasølan í Føroyum meira
enn tvífaldið.
Ein av teimum vinnu
greinum, sum einafyrst
kennir sviðan, tá konjuk
turarnir fella, er bilasølu
vinnan. Soleiðis hvarv so at
siga øll bilasøla í Føroyum
í kreppuni í nítiárunum.
Ringasta árið í kreppuni í
nítiárunum var samlaða
bilasølan í Føroyum niðan
fyri 130 bilar tað eina árið.
So galið var tað ikki í
fíggjarkreppuni, sum hevur
gjørt um seg síðani 2008.
Men hon sást eisini væl
aftur í bilasølutølunum.
Ringasta árið var í 2009, tá
bilasølan var niðri á 1.053
bilum. Tað er væl niðan
fyri tað, sum roknað verður
sum "normal søla". Tað talið
liggur um 2.000 bilar um
árið.
Tað vit støði í sølutøl
unum fyri 2009, so er bila
sølan javnt vaksin øll árini
síðani – og í fjør var talið av
seldum bilum meira enn
tvífalt tað, sum tað var í
2009 – ella 2.201 bilar, sum
er 109 prosent meira, enn
talið í 2009.
Ár
seldir bilar
%-munur
2009
2014
2201
109
2013
1852
76
2012
1527
45
2011
1218
16
2010
1135
8
2009
1053
0
2008
1948
85
Bara 10 søkt á skipara
skúla hesa ferð
Skulu føroyingar framvegis kunna kalla seg eina siglandi
tjóð, má okkurt alvorligt gerast, og tað heilt skjótt
Selja so nógv
fleiri bilar nú