týsdagur 6. januar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
bjarging
Tú bjargaði okkum jólafriðin
Fyri 35 árum síðani fór ein bilur á sjógv úti á Stongunum í Klaksvík. Trý fólk vóru í bilinum.
Høgni Høgnesen, ið tá var kavari, bjargaði einum av teimum upp úr søkkandi bilinum
Danjal av Rana
Beint undan jólum fekk
Høgni Høgnesen í Klakvsík
eitt heldur serstakt jólakort.
– 35 ár í dag, eru liðin síð
ani tú bjargaði okkum jóla
friðin. Góði Høgni, vit takka
tær fyri tað. Gleðilig jól til
tín og tíni, stendur skrivað
á kortinum, sum Høgni fekk
saman við eini bukett.
– Hetta hendi Tollaks
messudag
1979,
greiðir
Høgni Høgnesen frá. Hann
sigur, at hann var á veg í
song, men fór ein lítlan túr
til bóndan fyrst, at fáa sær
fulla mjólkarspann.
– Tá kemur ein bilur koyr
andi við nógvari ferð móti
húsunum. Grannin loypir
úr bilinum og sigur, at ein
bilur er farin á sjógv úti á
Stongunum,
sigur
Høgni
Høgnesen.
Sjálvur
hevur
grannin hjálpt tveimum ung
um gentum úr bilinum, men
enn er ein maður eftir, sigur
hann.
Høgni
Høgnesen,
sum
virkaði sum froskmaður, leyp
avstað. Útgerðin lá altíð klár í
bilinum, so um ráddi bara at
koma fram sum skjótast.
– Tað var bítandi kalt
hetta kvøldið. Ísur lá á sjó
num inni í víkini, sigur Høgni
Høgnesen.
Bilurin var farin út av um
leið har, sum Føroya Keyps
samtøka í Klaksvík stendur
í dag.
– Eg læt meg úr jakkanum
og skónum. Tað var ein
spurningur um tíð, so eg
tók mær ikki stundir at lata
meg í draktina, men tók bara
fløskurnar á ryggin. Tvær
gentur vóru slopnar úr bilin
um, og bønaðu meg um at
skunda mær, meðan eg gjørdi
meg kláran.
Ein maður stóð á bryggju
kantinum við eini lumma
lykt.
– Eg tók hana úr hondini
á honum og leyp útí. Kanska
lýsir hon eina løtu, hugsaði
eg, sigur Høgni Høgnesen.
Bilurin lá eini 10 til 15 metrar
úr landi, á liðini. Gronin lá
inn móti landi, so førarasíðan
lá niður á botn.
– Eg fekk ikki hurðina
upp, hóast eg spenti á, alt eg
var mentur. Eg stóð uppi á
bilinum og royndi at rykkja
hurðina upp, men hon vik
aðist ikki, greiðir Høgni
Høgnesen frá.
Hann fór tí at leita eft
ir onkrum steini niðri á
botninum. Tað er ógvuliga
mórut á botni og vatnið sera
gruggut. Eingin steinur var
at finna.
– Hetta er á nátt, so sýnið
er ringt, umframt at vatnið er
so gruggut. Brádliga merki eg,
at rúturin er niðri. Eg stingi
hondina inn og merki, at
fólk er innanfyri. Eg fái fatur
í manninum og megni at
hála hann upp úr vatninum,
men maðurin er lívleysur, tá
hann kemur upp á land, sigur
Høgni Høgnesen. Eingin ann
ar var í bilinum.
Nakað seinni fær Høgni
Høgnesen gleðiboðini um,
at maðurin raknaði við á
Sjúkrahúsinum, uttan nakað
mein. Sostatt komu øll trý í
bilinum frá óhappinum við
lívinum.
Kendi ikki kvinnurnar
Í fleiri ár visti Høgni Høgne
sen ikki, hvørjar genturnar
vóru,
ið
vóru
bjargaðar
úr bilinum hetta kvøldið.
Maðurin var Ingvi Ragnars
son, ið andaðist fyri nøkrum
árum síðani. Hann fekk at
vita navnið á gentunum báð
um, men kendist ikki við
tær.
Ikki fyrr en í fjør summar
fekk Høgni Høgnesen sam
band við aðra av teimum.
Høgni Høgnesen rekur fyri
tøkuna Blikksmiðjan í Klaks
vík. Ein dagin ringdi ein kona
og bað um hjálp við kumm
uni.
–
Høgni,
minnist
tú
Tollaksmessudag
1979,
tá
bilurin fór á sjógv, spyr hon
brádliga, og sigur síðani, at
hon var ein teirra, sum stóð
og bønaði meg um at skunda
mær út í eftir vinmanninum.
Eg bað hana seta kaffi útá,
so skuldi eg sjálvur koma at
ordna kummuna og heilsa
upp á hana. Soleiðis møtti
eg Siggu Johannesen aftur,
sigur Høgni Høgnesen.
Og nú, Tollaksmessudag
2014, 35 ár eftir óhappið,
fekk Høgni Høgnesen so
eina heilsu frá báðum kvinn
unum.
– Kristionnu Poulsen havi
eg ikki møtt enn, tí hon býr
niðri, men nú eg fekk kort
frá henni, fari eg at seta meg
í samband við hana eisini,
sigur Høgni Høgnesen at
enda.
Høgni Høgnesen hevur fingið takkarkort 35 ár eftir, at hann bjargaði einum manni eftir eitt ferðsluóhapp