týsdagur 6. januar 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. januar 2015 · Nr. 2
VISJÓN 2015
At føroyingar í 2005 ikki vóru nóg bráðir
at hugsa um seg sjálvar sum búsitandi í
heimsins fremsta landi, skapti kanska eina
andsøgn millum marknaðarføringina av
Visjón 2015 og føroysku sjálvsfatanina
Mortan Østerø
- Eg haldi, at Visjón 2015
kom væl út, skilt á tann
hátt, at hon fekk gróðr ar-
líkindi í sinninum á før oy-
ing um. Fólk fóru at kjakast
um hana, sigur Niels Arge
Galán, stjóri á lýsinga- og
sam skiftis fyritøkuni, Sendi-
stovuni.
Hann viðgongur, at hann
ikki hevur nærlisið sjálvan
bók lingin við Visjónunum
fyri 2015, men um hann trív-
ur í tað, sum hann minnist
frá tíðini, tá Visjón 2015
gjørd ist aktuell millum fólk
og í fjølmiðlunum, so heldur
Niels Arge Galán, at tíðin
kanska ikki var búgvin til
eina visjonera ætlan júst tá.
- Fyrst og fremst, vóru
vit ikki von við lang tíð ar-
ætlanir í Føroyum í 2005.
Um eg royni at minn ast
aftur á tíðina, tá ið Vi sjón
2015 var frammi, so var talan
um eitt frískt inn spark við
góðum hug skot um. Men
eg haldi ikki, at saman-
hang ur var millum tað,
sum varð sagt, og tað, sum
varð gjørt. Tað var ógvu liga
ógreitt hvussu vit skul du
koma á mál, og av tí sama,
mangl aði
fólksligi
upp-
bakn ingurin. Ábyrgdin av
at veruleikagera visjónirnar
tykt ist eisini vera flutt yvir
á tey fólkini, sum orðaðu
visjón 2015, heldur enn
politikararnar, sum tá sótu
við valdi, sigur Niels.
Visjón 2020
Umframt, at hvørki før-
oyska fólki ella politiska
skip an in kanska vóru nóg
búgv in at taka í móti Visjón
2015 av praktiskum ávum,
vís ir stjórin á Sendistovuni
á, at føroyska sjálvsfatanin
ikki var í tráð við stóru æt-
lan i r nar í bóklinginum.
- Eg haldi, at man kann
siga, at føroyingar generelt
ikki eru verðsins sjálv feit-
asta fólkaslag, og tískil
var trupult at ímynda sær,
at vera millum heimsins
fremstu tjóðir. Her var
ætlan in júst tann, at vit
skuldu vera millum heim-
sins fremstu tjóðir í 2015. Vit
skulu minnast at, tá ið sjøtul
varð settur á Visjón 2015
í 2005, vóru Føroyar ikki
eins væl marknaðarførdar
og viðurkendar úti í heimi,
sum tær eru í dag. Tí er
ikki
óhugsandi,
at
tað
var eitt ósamsvar mill um
sjálvsfatanina hjá før oy ing-
unum tá, og stóru visjoneru
æt lan irnar, sigur stjórin á
Sendi stovuni.
Hann vísir á, at í mark-
nað ar førsluhøpi
verður
skyn að í millum 'brand' og
'brand ing'. Flyta vit dømi
yvir á Føroyar sum brand,
so skal brandið skiljast sum
tann hugsanin, ið øll onnur
hava um Føroyar. 'Branding'
hin vegin, er stýringin av
fatan ini hjá øðrum av Før-
oy um. Tað er her, sum stjór-
in á Sendistovuni heldur,
at føroyingar eru vorðnir
dugna ligari.
- Ferðavinnan er í vøkst-
ri, og vit merkja sera posi-
tiva umrøðu í við ur kend-
u m útlendskum fjøl miðl u m.
Onkurs vegna kann man
siga, at hendan uppfatanin
hjá øðrum eisini ávirkar
okkara sjálvsfatan. At onn-
ur halda Føroyar vera kular,
hev ur, við øðrum orðum,
ført við sær, at vit kanska
loyva okkum sjálvum at
hugsa um Føroyar sum kul-
ar, sigur Niels Arge Galán.
- Kanska broytta sjálvs-
fat an in hjá før oy ing um – at
okkara rávørur, tón leikur,
náttúra og ment an eru
heilt serstakar – hev ur ført
við sær, at vit eru meira til
reiðar at taka ímóti ein um
so visjonerum hug skot ið
sum at vera millum 'frem-
s tu tjóðir'. Tað er ilt at gita
um, men møguliga ein vi-
sjón 2020 hevði verið áhuga-
verd, sigur Niels.
Ikki nóg
sjálvfeit til
Visjón 2015
í bóklingin. ST sáttmáli við-
víkj andi rættindum teirra
brek aðu er komin í gildi,
bú stað ar møguleikarnir eru
batn aðir og í 2013 varð lóg-
gáva ásett, sum tryggjar, at
førleikaskerd sleppa í starv.
Tó eru umstøðurnar í síni
heild ikki nøktandi, og held-
ur ikki í tráð við Visjón 2015.
Fólk við skerdum før l eik-
um hava framvegis alt ov
trupult at koma út á arbeiðs-
mark nað in og serliga vána lig
til boð eru til ung, sum verða
liðug við fólka skúl an. So,
saman um tik ið eru nøk ur góð
ting komin burtur úr, men
tað er fram veg is langt á mál.
- Móttøkan av Visjón
2015 millum fólk var kanska
blandað av tí, at visjóns-
ætlan irnar
vóru
tiknar
fyri at vera meira av einum
flosk li enn ein ítøkilig ætlan.
Tað ironiska er nokk, at tað,
sum varð ætlað sum ein
polit isk
stýringsmanualur
nú kann verða brúkt av fak-
og áhugafeløgum at trýsta
politik ar ar nar við. Visjón
2015 var kanska ikki nøkur
polit isk suksé, men er vorðið
eitt gott amboð at trýsta
politi k ar ar nar við, sigur hon.
VISJÓN 20
A
a
h
a
V
M
-
k
h
l
i
u
G
s
s
i
b
V