Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kundi tú hugsa tær eina yrkisleið sum maskin­ meistari á smoltstøðini á Glyvradali? Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða. Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning og vit søkja ein eldhugaðan maskinmeistara til smolt ­ støðina á Glyvradali at seta í starv sum skjótast. Arbeiðsøki Á smoltstøðini starvast 5 starvsfólk. Sum maskin­ meistari ert tú partur av eini vaktarskipan og kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógv alingina hjá Bakkafrost. Arbeiðið sum maskinmeistari á smoltstøðini er avbjóðandi og fjølbroytt. Aftan á upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur: · Luft, Oxygen og UV­skipan · Viðlíkahald av pumpum og motorum · Viðlíkahaldskipan ( OPUS ) · Ymiskt fyrifallandi smiðjuarbeiði · Røkt av fiski · Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð Tú hevur ábyrgdina av øllum vanligum maskin­ arbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, umvælingar­ arbeiði og viðlíkahald av øllum maskinum á smolt­ støðini. Vit vænta, at tú gert títt besta og at øll tól verða væl viðlíkahildin og koyra væl. Vit arbeiða í vaktum á smoltstøðini. Á dagvaktini eru 5 starvsfólk til arbeiðis og á náttar­ og vikuskiftis­ vaktum er 1 starvsfólk til arbeiðis. Sum maskin­ meistari verður tú partur av hesi vaktar skipan. Tín vangamynd Tú ert útbúgvin maskinmeistari ella hevur við­ komandi arbeiðsroyndir frá einum líknandi starvi. Sum persónur ert tú væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Meira at vita Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann, á tel. 23 50 74, ella við t­brævi til roja@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða send við t­brævi til hr@bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. januar 2015. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. MASKINMEISTARA TIL SMOLTSTØÐINA Á GLYVRADALI BAKKAFROST SØKIR Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk STARVSFÓLK