hósdagur 8. januar 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
9. januar 2015
Óhugnaliga álopið á redaktiónina
hjá franska blaðnum Charlie Hebdo
í París mikudagin, sum kostaði 10
av starvsfólkunum fólkum lívið, var
ein roynd hjá víðgongdum kreftum
at steðga satirublaðnum, sum við
keiputekningum vísir veruleikan
soleiðis, sum tey á blaðnum síggja
hann.
Men talan var ikki bara um eina andstygg
iliga yvirgangsatsókn við avrætting av
blaðteknarum og løgreglufólki. Tí atsóknin
var eitt álop á tað mest grundleggjandi undir
okkara fólkaræði – eitt álop og talufrælsið.
Vit sóu somu óhugnaligu og manna
vondsku atferð í sambandi við rokið um
Muhammed-tekningarnar hjá Jyllands-
Posten á sinni. Tá sóu vit eisini, hvussu
mannafíggindarligt islamiskir fundamenta
listar svaraðu aftur – á sama hátt, sum
feigdarmenninir í París mikudagin.
Á Facebook sóust hósdagin upptøkur
av tveimum svartklæddum monnum, sum
nærkaðust einum særdum løgreglumanni, ið
lá á vegnum. Løgreglumaðurin rørdi seg, tá
annar av teimum svartkløddu ísakaldur fór
yvir til hansara og skeyt hann í høvdið.
Óndari kunnu menniskju ikki vera.
Samkensluynski streyma úr øllum
heiminum til París. Allur heimurin øsir
seg ímóti hjartaleysu ræðuskítunum, sum
framdu illgerðina. Men samljóðandi er
eisini boðskapurin, at vit skulu halda fast
við frælsa og opna samfelagið, har vit frítt
kunnu seta fram okkara sjónarmið.
Gera vit ikki tað, skapa vit eitt eftirlits
samfelag, har politikarar og tey, ið bera sínar
hugsanir fram, skulu hava lívverju – ein
politistat, har sjónarmið bara kunnu berast
fram undir verju.
Tað vilja vit ikki.
Spurningurin er, hvussu nógv vit kunnu
skerja hesi rættindi, um vit framhaldandi
skulu kalla okkum fólkaræði.
Markið er talufrælsið.
Mongu ljótu viðmerkingarnar, sum vit
hava sæð á sosialu miðlunum seinastu
dagarnar – eisini í kjalarvørrinum av
nýggjársrøðu løgmans, eru hinu megin tað
markið.
Vit skulu hava eitt vakið eyga við
víðgongdu kreftunum,
sum ikki skulu sleppa
at kúga okkara
fólkaræði.
At kjak um fremmandafólk mangan
er ótespiligt sæst javnan – serliga á
sosialu miðlunum
Soleiðis hevur eisini verið fyrstu dagarnar av
hesum árinum – síðani løgmaður bar fram
boðskapin um moralsku skyldu okkara at
hjálpa fólki í neyð. Vit kenna sjónarmiðini,
sum vónandi siga meira um tey, ið bera tey
fram, enn um okkum sum fólk og tjóð.
Men tá tveir fakfelagsleiðarar í Havn
fara upp á barrikadurnar við fremmanda
hatskum sjónarmiðum, tá átti onkur klokka
at ringt.
Tað sigur seg sjálvt, at øll skulu halda
landsins lógir, og eingin tosar um »at lata
slúsur upp«. Løgmaður mælti, at vit skulu
vísa okkara moralsku skyldu við at hjálpa
fólki í neyð.
Tað mátti ikki verið ov mikið fyri
fakfelagsleiðarar í Havn. Heldur skuldu
teir mælt okkurt vísari, enn at muta ímóti
góðynski løgmans um at vísa næstra
kærleika í verki.
Ársins fyrsta
vikuskiftisblað er
nú á gøtuni – og
sum lesarin leggur
til merkis, er blaðið
latið í nýggjan ham.
Við at leggja størri dent
á »Vikuskifti« vilja vit
við blaðnum útbyggja
vikuskiftispartin, har vit eitt nú hitta fólk, ið
hava verið fyri ymsum hendingum, fara meira
aftur um søgur og seta mál í annað perspektiv,
enn vit vanliga síggja.
Hóast vikuskiftisblaðið hevur verið væl
umtókt, so halda vit, at ávísar broytingar vóru
neyðugar, og tí hava vit valt at taka aðrar
tættir við, so sum temagreinar, orðadrátt og
afturhvarv.
Blaðið »Mentan« verður enn sum áður í
blaðum eina ferð um mánaðin.
Talufrælsi í hásæti
Vísið heldur næstrakærleika
Vikuskifti í
nýggjum hami
Upp á barrikadurnar
miðlahúsið
so segði hann...
Les eisini blaðið
á telefonini
»Tað eru ikki øll av
teimum, sum ganga við
eini hondgranat innan
fyri jakkan«
Skal samkyndleiki
lóggevast inn í
fólkaskúlan?
Les orðadrátt
á síðu 20-21
Komið og ballið
okkum meira
Tíðargrein á síðu 17
Føroyingar gera
vart við seg í
donskum sjón
varpskappingum
Les síðu 22-23
Visti tú?
At upp í 50 tíðinda
greinar kunnu lesast
á in.fo um døgnið
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
um flóttafólk í kjaki á Rás2 mikudagin
HA N DV E R K SÍ ÐA N 1 9 7 9
Mika bleiv
bert seks
Mánaðir
vikuskiftisblaðið hjá miðlahúsinum
árg. 89
...gott vikuskifti
9. januar 2015
Blaðnr. 3
Skal samkyndleiki
á skúlaskrá? s20-21
Vildu ynskt betri
hjálp frá tí almenna
perSónSSøga s6-8
Helen og Gunnar
Orðadráttur
Bankaránið í ‘85
Nýggj samrøða:
eg gjørdi tað ikki
fyri pengarnar
afturhVarV s26-28
tema
Børn og tøkni s10-15
Frakland:
Blóðugt álop á
talufrælsið
s24-25