Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 4 Sunnudagin 8-13 m/s av útnyðringi. Ælaveður, partvís við heglingi. Eitt skifti turt og nakað av sól. Hitin millum 1 og 5 stig. Seinnapartin 8-13 m/s av landsynningi og suðri, sum fer í útsynning og minkar. Um náttina tó 13-18 m/s landsynningi og suðri. Hitin millum 4 og 7 stig. Mánadagin 13-18 m/s av landsynningi og suðri, skýggjað og regn. Út á fyrrapartin 18-23 m/s av útsynningi, klárari veður, men onkur æli. Hitin millum 0 og 5 stig. Seinnapartin 13-18 m/s av útsynningi. Skýggjað og ælaveður, partvíst við heglingi. Hitin millum 2 og 5 stig. Út á kvøldið sum frálíður stundum regn. 8-13 m/s av útsynningi og suðri, seinni av landsynningi. Hitin millum 3 og 7 stig. S i i á ú o s LEYGARDAGIN HÓSDAG FRÍGGJADAGIN 8-13 m/s 13-18 m/s 10-15 m/s 13-18 m/s 8-13 m/s 18-23 m/s Út á dagin 8-13 m/s, eitt skifti 13-18 m/s av útsynningi og útnyðringi. Skýggjað og ælaveður, seinapartin turt eitt skifti. Hitin um 5 stig. 18-23 m/s, seinni 10-15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, partvís við heglingi. Hitin verður millum 2 kuldastig og 4 hitastig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Ja, eg veit ikki um manne vil, at abbabørnini hjá honum skulu vaksa upp við SHARIA-lóg. Og at fólk blíva hálshøgd á vaglinum hvønn dag« Sæð á Facebook: »Kann ein siga, at tey ið fáast við kappgongu, eru ítróttarstjørnur? – altso: gongustjørnur!« Vælumtókta sjónvarpsrøðin hjá Gutta Winther skal nú standa sína roynd úti í heimi. Toymið handan sendingina væntar, at tað fer at marknaðarføra Føroyar í enn størri mun. Gongst sum ætlað, sleppur Gutti Winther á norðurlendskar sjón­varpsskíggjar at siga 'pínadoyð'. Toymið handan Spískamarið hevur nú sett Allan Dalsgarð at samráðast við útlendskar sjónvarpsrásir um at varpa sera vælumtóktu føroysku matsendingina. – Vit merkja stóran áhuga fyri sending­ ini og vænta okkum ítøkiligar avtalur innan hetta hálvárið, sigur Allan Dalsgarð spentur á málinum. Seinastu árini hevur eitt norðurlendskt rák av álvara tikið dik á seg. Alt frá mentanarligari og listarligari fram­leiðslu í skandinavisku londunum hevur vakt stóran áhuga í londunum, og mat­mentanin stendur heldur ikki aftanfyri. – Tað er eitt greitt rák, sum vit ætla okkum at gera okkum dælt av. Vit hava sæð NOMA matstovuna vinna eitt ótal av prísum, umframt at okkara egna KOKS stendur seg øgiliga væl, sigur Allan. Í sendingunum er Gutti bæði kokkur og vertur, og hann loyvir hyggjaranum við á ferð kring føroysku oyggjarnar, har hann veiðir djór í føroysku náttúr­uni og hentar frískar rávørur úr nær­um­ hvørvinum. Hetta verður eisini kjarnan í marknaðarførsluni av sendingini uttanfyri Føroyar. – Við Spískamarinum flyta vit køkin út í náttúruna. Gutti førir hyggjaran heilt út á eggina av norðurlendskari matmentan, har vit uppliva, hvussu hann ferðast í sínum nærumhvørvi og finnur sær frísk­ar rávørur. Tað eru samanrenningin av ser­ stakari náttúru, rávørum og søgum, sum gera sjálvar sendingarnar serstakar, sigur Allan Dalsgarð. Verður avtala fingin í lag við útlendskar sjónvarpsrásir, kemur sendingin avgjørt at marknaðarføra Føroyar í enn størri mun, heldur Allan. mortan@sosialurin.fo Í nýggjársrøðuni segði løgmaður: »Tíðin er búgvin til eitt orðaskifti um, hvør okkara leiklutur á humanitera økinum skal vera... Spurningurin er, um vit áhaldandi bara kunnu gera okkum dælt av rætt­indunum í altjóða sam­ felag­num og ikki taka skyldur­nar á okkum.« Og orðaskiftið hevur løg­maður av sonnum fingið. Nógv fólk hava sagt sína hugsan um evnið, men spurn­ingurin er, um hetta er eitt orða­skifti bara fyri at hava eitt orðaskifti, ella um hugsanin er at gera nakað. Vit misteinka tað fyrra. Hvussu er og ikki, man »flótta­ fólk« verða mest nýtta orðið hesa vikuna. eydna@sosialurin.fo Flóttafólk: fólk, ið er flýtt (t.d. av politiskum orsøkum) Flótti: tað at flýggja, flýggjan, rýming, vera á flótta; (bíbl.) hann rak synir sínar á flótta The Guardian hevur Føroyar á einum lista millum mest áhugaverdu lond at vitja í 2015. Eldur er í einum húsum í vestur­býnum í Havn. Ein maður var í húsinum, hann vaknaði av eld­ varnarum og slapp út. Hundurin brann inni, og maðurin misti at kalla alt. Eldurin kyknaði í stovuni, men enn er óvist hví. 37 umsóknir eru um at sleppa at royna eftir makreli. Enn ein eldur kyknar í einum húsum í Havn. Ein taxaførari sær logarnar inni í húsinum og boðar frá. Í húsinum búleikast nógv fólk, sum øll sleppa út uttan at fáa mein. Tamarhald fæst skjótt á eldinum. Føroyingur verður handtikin fyri at drepa konu sína í Keyp­mannahavn. Hann ringdi sjálvur eftir løg­regluni. Maðurin noktar seg sekan. Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, undrast á, at løgmaður ikki nevndi tey, ið bera brek í nýggjársrøðu síni. Bara 10 søkja inn til skipara. Eldur er í russiska skipinum, North Ocean, sum er statt sunnan­fyri Føroyar. Gott og væl helvtin av mann­ingini verður flutt á bjargingar­skip. Skipið verður sleipað til Havnar. Ein yvirgangsatsókn í París krevur 12 mannalív og særir meiri enn 20. Frank Van Der Bleeken úr Belgia er dømdur at sita í fongsli fyri lívstíð, tí hann hevur neyðtikið og dripið fýra kvinnur. Hann hevur nú sitið 30 ár av dóminum, men skjótt sleppur hann undan fongslinum. Hann hevur nevniliga søkt um, at lív hansara skal enda – og hann hevur fingið játtandi svar uppá umsóknina. Tað verður nevnt »eutanasi«, tá aktiv deyðshjálp verður givin, og orðið merkir »tann góði deyðin«. Orsøkin til, at Van Der Bleeten hevur søkt um deyðshjálp, er, at hann fer at hava »óberandi líðing« í fongslinum, orsakað av sínum ógvusliga og harðskapsmerkta seksuelli tørvi. 11. januar veit hann, at lívið endar. – Hvat skal eg gera? Eg siti bara her og rotni burtur, sigur Frank Van Der Bleeken, sum nú kann síggja fram til at fáa ynskið uppfylt. Spískamarið skal selja Føroyar »Flóttafólk« Drápsmaður fær ynskta deyðshjálp marknaðarføring uttan úr heimi Belgiski Frank Van Der Bleeken, ið situr í fongsli fyri lívstíð, fær nú deyðshjálp. Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt av orkuni, vit nýttu í 2014, var grøn 51% mangt og hvat Nýggja heimasíðan hjá Spískamarinum eitur á enskum The Nordic Pantry Visti tú? Dagurin er longdur við 38 minuttum síðani stytsta dag