Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Eivin Jacobsen Kjak síða 21 Hvussu langt røkkur næstra­ kærleikin? Búi Egason Dam Kjaks 22 Áttu at sett annan stjóra Á ársins fyrsta løgtingsfundi í seinnu hálvu av tingsetuni, skal løg­ting­ið viðgera uppskot frá Fram­ sókn til samtyktar um at leggja ognarrættin, raksturin og um­sit­ing­ ina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjálvstøðugt alment felag. Málið snýr seg um loysa net­part­ in í sambandi við telesamskifti frá Før­oya Tele, og leggja tann partin í ann­að alment felag soleiðis, at jøvn kapping verður millum tele­fel­øg­ ini. Tað kann tykjast løgið, at stóra almenna telefelagið skal hava tann fyrimunin, sum tað hev­ur við at eiga netpartin eisini. Men soleiðis er støðan. Føroya Tele eigur dótturfelagið FT Net, sum rekur og umsitur einasta fjar­skift­iskervið í landinum, og sum er veitari hjá øllum KT- og tele­fyri­tøk­um í Føroyum, sum selja sam­skift­is­loysn­ ir, harímillum Føroya Tele sjálvt, Vodafone og Elektron. Føroya Tele er so­statt í dupultleiklutinum sum bæði útbjóðari av nettænastum og sum kundi hjá sær sjálvum. Sambært uppskotsstillaranum, so hev­ur Føroya Tele serligan fyri­ mun við hesari skipan, sum skeikl­ ar kapp­ing­ina á økinum til egn­an fyrimun og til bága fyri kapp­ing­ar­ neyt­ar­nar. Poul Michelsen vísir á, at um lands­stýr­ið einaferð ætlar at ein­ skilja Føroya Tele, eru flestu ser­ frøð­ing­ar samdir um, at landið ikki skal selja netpartin. – Skilvísið í hesum er, at eitt priv­ at monopol er munandi verri fyri kappingina enn eitt alment mon­o­ pol, sigur Poul Michelsen. Hann heldur, at við at leggja ognarrættin, raksturin og um­ sitingina av almenna fjar­skift­is­ kerv­i­num í eitt sjálvstøðugt alment fel­ag, er sostatt eisini klárt at ein­ skilja Føroya Tele, um og tá tað skuldi verðið aktuelt. Sambært ein­skilj­ing­arp–ol–i– tikk­inum hjá landsstýrinum ABC sam­gong­uni, so stóð Føroya Tele á list­a­num yvir almenn feløg, sum skuldu seljast, eins og Føroya Banki og At­lantic Airways eisini vóru tað. Men privatiseringsgongdin er neyv­an galdandi longur, tí sitandi sam­gonga hevur gjørt tað øvugta við at tjóðartaka Atlantsflog. Tað er heldur ikki vist, at tað hevði veirð rætt at selt Føroya Tele. Men vit kunnu staðfesta, at tað almenna nýtir Føroya Tele sum skatt­ainnkrevja. Tí seianstu fimm ár­ini hevur felagið goldið 84 milliónir í vinningsbýti til lands­ kass­an. Tær 85 milliónirnar kundur verið brúktar til bílagir internet vil stovna alment netfelag Av 52 støðum, sum New York Times mælir fólki at fara til, eru Føroyar á níggjunda plássi. Tað er maturin, sum fær blaðið at seta Føroyar so ov­arliga. – Eitt fjarskotið land er heim­staðið hjá tí allar nýggj­ ast norðurlendska køkinum. Tað skrivar New York Tim­ es í grundgeving fyri, at seta Før­oyar á 9. pláss á listan við 52 teim­um londunum, sum eru best at vitja. Blaðið skrivar, at Føroyar tey seinastu fimm árini hev­ ur ment seg til tað mest fjar­ skotna ferðamálið við fram­ úr­góðu matvørunum. Á odda er Koks, sum hevur skivað und­ir manifestið um nýggja norð­urlendska køkin, sum legg­ur dent á modernaðar rættir úr lokalari rávøru, til­ far úr ymsu ártíðunum, og Áarstova, sum er ein fronsk matstova, sum bjóðar før­ oyska rávøru. Nýggja matstovan Bar­ bara Fish House, sum fer at bjóða einastu veiðuna av fram­úrgóða og serstaka tosk­ i­num av Føroya Banka, sum ikki finnur sín líka í heim­i­ num. Eisini fæst nýskapandi sushi á Etika, og í Føroyum er eisini eitt gott bryggjarí, Okk­ ara. Eisini hava oyggjarnar sín serliga ost og ræst kjøk, sum er ein lokal delikatessa. Hóast Føroyar liggja fjar­ skotnar, so eru tær bert ein stuttan flogtúr úr Keyp­ mannahavn ella úr Reykjavík, skriv­ar New York Times í sín­um viðmælið av Føroyum sum 9. besta ferðamálið. Føroyar á 9. pláss hjá New York Times Miskunsemi er ikki tað, sum hevur eyðkent kjakið í kjalarvørrinum av røðu løgmans á nýggjárinum. Nógv er sagt og nógv er skrivað – ikki minst á sosialu miðlunum, sum mangan fáa tað fram, sum liggur djúpast í menniskjanum. Um vikuskiftið hev­ur Brandur Sandoy, løg­tings­ mað­ur Fólkafloksins og borgarstjóri á Sandi, fest sína hugsan um løgmann og flótta­fólk á blað. Hann heldur, at løg­mað­ ur av naivur og spyr sam­ stund­is, hvat Danmark hev­ ur fingið burtur úr at hýsa flótta­fólkum. – Eru tað ikki júst hesi somu fólk, sum í fyrsta, ann­ að ella triðja ættarlið eru fremstu sympatisørar við eitt nú Islamiskum Stati? spyr løgtingsmaðurin. – Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvat hava hesi fólk at tilføra føroyska sam­ fel­ag­num? Hvussu nógv rík­ari verða vit í Før­oy­um, tá talan eitt nú er um mentan, pen­ing, íverksetan, ini­ ti­a­tiv, inovatión, spyr løg­tingsmaðurin. – Eru tað ikki júst hesi fólk, sum Danmark í dag hevur ein álvarsligan trupulleika av, bæði við at hesi fólk súgva landið fyri pening fyri onki at gera, og tí at tey eggja til ófrið millum aðrar av teirra líkum, móti donsku yvirvøldini? Boðskapurin hjá Brandi Sandoy er soleiðis greiður. Og fara vit í Skriftina, so er niðurstøðan, at vit ikki skulu vera sum miskunsami sámáriubúgvin, men sum presturin og levitturin. Vit skulu hjálpa, tá tað loysir seg fyri okkum at hjálpa. »Fær tú og ger so við!« 84 mió av tele­fon­pengum endaðu í landskassanum Við stórari mynd av Kvívík prentar The New York Times søga um tey 52 bestu ferðamálini