mánadagur 12. januar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í 26 ár hevur
gravarin hjá Klaks
víkar kommunu -
Finnur Sigurðsson -
grivið fleiri enn 1200
gravir
Vilmund Jacobsen
Franski filmslistamaðurin,
Vincent Kelner, er í ferð við
at gera ein nýggja film um
Føroyar, har grindadrápið er
høvuðstátturin.
Á
facebook-síðuni
hjá
føroyingum, sum eru fyri
at friða grindahval, sóknast
Rúni Nielsen nú eftir føroy
ingum, sum eru ímóti grinda
drápi og sum kunnu føra síni
sjónarmið fram í filminum.
– Leitað verður eftir fólki,
sum kunnu føra síni sjónar
mið hóvliga - ella ikki hóvliga
- sum tikið verður til.
Rúni Nielsen heldur, at
tíðin er komin at siga okkara
meining um grindadráp hart
og alment.
Hann sigur, Vincent Kel
ner var í Føroyum tríggjar
ferðir í fjør í samband við
filmin, og hann roynir nú at
finna føroyingar sum halda,
at vit skulu gevast at at
drepa grind.
Vincent kelner fylgdist
nógv við Sea Shepherd í
summar, men tá tað varð
teimum greitt, at tey sluppu
ikki at avgera innihaldið í
filminum, mistu tey áhugan
at tosa við hann.
Tey vóru eisini strævin
at fáast við, tí tað vísir seg,
at Sea Shepherd er rættiliga
toppstýrt.
– Í hesum sambandi var
tað ringt at fáa tey siga nak
að, uttan at tað varð góðkent
á hægsta staði, sigur Rúni
Nielsen.
Annars heldur Vincent
Kelner, at tað er nógv áhuga
verdari at hoyra sjónar
miðini hjá vanligum føroy
ingum enn tað er at hoyra
sjónarmiðini hjá Sea Shep
herd.
Rúni Nielsen vísir eisini á,
at endamálið er ikki at gera
ein film ímóti grindadrápi,
men ein film, sum lýsir øll
sjónarmið.
– Tað trýtur ikki at finna
fólk, sum eru fyri grinda
drápi, men tað er verri at
finna fólk, sum eru ímóti
grindadrápi - at stíga fram
alment og grundgeva fyri
tí. Vit kundu hugsað okkum
at fingið fleiri at sagt sína
hugsan alment, sigur Rúni
Nielsen.
Hann heldur, at Sea Shep
herd hevur køvt allar tær
hóvligu røddirnar í Føroyum.
– Føroyingar eru siðiligir,
eisini tá teir tosa um grind,
og teir virða meiningarnar
hjá hvørjum øðrum.
Men tað er týðiligt, at
avleiðingin av, at Sea Shep
herd hevur verið her, er, at
tónin er hvestur munandi,
tí Sea Shepherd vísir ikki
virðing fyri føroyingum tí
tey manipulera og elva til
stríð.
– Hjá teimum snýr tað seg
nevniliga bara um at sleppa
í miðlarnar við tí endamáli
at fáa fólk at lata teimum
pening, heldur Rúni Nielsen.
Tíðin komin at siga
tað hart og alment
Vilmund Jacobsen
Tá Faroe Seafood fór á húsagang
og varð selt fyri nøkrum árum síð
an, keypti felagið Faroe Origin
flakavirkið á Toftum umframt nøkur
onnur virki og skip.
Saltfiskavirkið Vaðhorn á Strond
um hevur síðan leigað virkið og hev
ur havt saltfiskaframleiðslu bæði á
Strondum og Toftum seinastu trý
árini - fram til 1. september í fjør.
Tá sáttmálin millum Faroe Orig
in og Vaðhorn, sum var ein trí
árasáttmáli, gekk út, hevði Vaðhorn
ikki hug at leingja, og síðan í fjør
heyst hevur eingin framleiðsla verið
á virkinum á Toftum.
Men, nú hevur so felagið, sum
eigur fiskavirkið á Toftum, og sum
eisini
rekur
fiskaframleiðslu
á
virkinum í Runavík, gjørt av sjálvt
at fara undir saltfiskaframleiðslu á
virkinum á Toftum.
Felagið hevur søkt eftir fólki og
stjórin, Jens Pauli Petersen, sigur, at
framleiðslan kemur upp at koyra í
hesum mánaðinum.
- Vit ynskja at hava “stýr” á øllum,
og tí fara vit at leggja varliga út og
byrja spakuliga.
Hann veit ikki í løtuni at siga,
hvussu nógvum fólkum brúk verður
fyri á virkinum.
- Tað er ikki óhugsandi, at virkið
upp á sikt fer at keypa frystan fisk,
so virkið kann fáa nógv nógva ráv
øru til virkingar, segði Jens Pauli
Petersen í samrøðu við Vinnublaðið
hjá Sosialinum herfyri.
Seinastu mánaðirnar eru ábøtur
gjørdar á virkið á Toftum, bæði í
samband við tekniskar dagføringar
og góðkenning frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
- Vit fegnast um, at tað aftur
verður virksemi á saltfiskavirkinum
á Toftum, og vit ynskja Faroe Origin
góða eydnu við virkseminum, sigur
borgarstjórin í Nes kommunu, Jó
hannus Danielsen.
- Eg haldi, at tíðin er komin at siga tykkara meining um grindadráp
- hart og alment. Tað heldur Rúni Nielsen, sum er ein av fáu
føroyingum, sum alment viðurkennur, at hann er ímóti grindadrápi
Aftur at arbeiða saltfisk
Undirvísing í sunnum
lívsstíli verður í
Tofta kvøldskúla í
januar og februar.