Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. januar 2015 · Nr. 5 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Kjakið um, hvussu vit best býta sam­ fel­ags­á­góðarnar ímillum borg­ar­ar­nar er áhugavert – og mein­ing­ar­nar eru ymiskar. Landsins myndugleikar, t. v. s. fyrst og fremst Fólkaflokkurin, halda, at virðini, pengarnir og yv­ir­skot­ið eru best vard, tá tey eru á fáum privatum hondum. Dømi um tað er upp­sjóv­ arflotin, sum seinastu árini hev­ur forvunnið ovurhonds nógvar peng­ar. Í Degi og Viku mánakvøldið vísti Kári Pet­ersen, búskaparfrøðingur, enn eina­ferð á, hvussu hetta ovur­ honds­stóra yvirskot kundi verið býtt øðr­vísi. Um loyvishavarar rindaðu 600.000 mill­i­ón­ir fyri fiskirættindini til lands­ kassan – og um landið gav hetta út­ aftur sum skattalætta til øll, so hevði tað givið hvørjum einstøkum løn­mót­ takara 30.000 krónur um árið, ella 2.500 krónur um mánaðin, segði bú­ skaparfrøðingurin. Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiski­ vinnu­stjóri, segði, at hóast til­feing­is­ gjald er á vinnuni, so fer tað gjaldið ikki í landskassan, tí tað verður selt priv­at og vinningurin fer í privatar lumm­ar. Tað vil siga, at veiðirættindi, sum vinn­an hevur fingið ókeypis frá landi­num verða seld til onnur, og peng­arnir fara í privatar lummar. Kjartan Hoydal ivast ikki í, at hes­ in handil er ólógligur. Men tað er so eing­in, sum ger nakað við tað. Kári Petersen heldur uppá, at trígg­ir fjórðingar av vinninginum í upp­sjóv­ar­vinnuni stavar frá, at vinn­ an fær veiði­rættindini ókeypis, með­ an ein fjórðingur er grundaður á, at menn duga væl at reka skip. Út frá hesum treytum, so er størsti part­ur­in av yvirskotinum almennur stuð­ul – ókeypis veiðiloyvini. Víst varð eisini á vandan við, at ein ávísur bólkur, sum til dømis upp­sjóv­ ar­flotin, verður so ovurhonds sterk­ ur fíggjarliga, at hann breiðir seg yvir aðrar vinnur eisini, sum hann kanska ikki dugir at reka, men av tí at hann er so kapitalsterkur, so dren­ar hann alt. Kári Petersen vísti á dømi úr Ís­ landi, at 14 familjur áttu alt. Hann óttast, at vit fáa eitt fá­mannaveldi, har nakrir fáir kvota­barónar stýra allari vinnu og har­við øllum sam­fel­ ag­num. Endamálið við at innføra til­feing­ is­gjøld, sum av góðum grundum skulu í lands­kassan og ikki í privatar lummar, er at tryggja samfelagið, so landið ikki fer at tráskatta fólk. Tað er so ofta prógv­að, at inntøkuskattur og av­gjøld avlagar hugin at arbeiða. Fyrimunur við at skatta tilfeingi – um skatt­urin er rætt ásettur – er, at hann ikki ger forskjótingar eins og løn­ar­skattur, ið kann elva fólki til at ar­beiða minni og spara minni sam­ an. Hugtakið er gamalt í til døm­is Amerika, har tað varð nýtt í sam­bandi við jørð. Í Noreg er hesin skatt­ur frá olju og gassi týðandi súla undir sam­ fel­ags­bú­skap­inum. Men okkara ráðandi politikararnir halda fast við, at allur hesin vinngur verður verandi á privatum hondum. 5.000 krónur í skattalætta til føroysku familjurnar fólksins ogn og skattalætti Hjálpa fólki úr eldinum Helgi Abrahamsen kjak síða 13 Munur á pen­ sjón­istum Símun P. Jacobsen kjak Síða 14 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Reimund Langgaard, løg­ tings­maður Sam­bands­ floks­ins óttast, at við­ líka­hald­ið og trygdin í und­ir­sjóv­artunlunum fer at versna, um Landsverk skal hava ábyrgdina av tí. Hetta sigur hann í sam­ røðu við Norðlýsið. Norðlýsið hevur sein­astu dag­arnar varpað ljós á, hvat skal henda við und­ir­sjóv­ar­ tunl­u­num, tá teir eru nið­ ur­goldn­ir. Í svari sínum sigur Reim­und Langgaard, at hann held­ur at kostn­að­ u r ­i n fyri við­líka­hald skal fíggjast við brúk­ara­gjøldum. ­– Eri eisini eitt sindur stúr­ in fyri um viðlíkahaldið og trygdin verður á einum nøkt­ andi støði, um tunnlarnir verða lagdir undir Landsverk, sig­ur løgtingslimurin við Norð­lýsið. Óttast trygd í tunlunum – Síggja vit ikki nakrar í­tøk­i­ liga nýskipanir fyri 1. apríl, tá ið játt­an­ar­karm­arnir fyri 2015 skulu leggj­ast fyri Løgtingið, hava vit onga orsøk til at bjóða okk­um fram at vera stjórn­ar­ber­andi. Hesi orðini segði løgmaður fyri fimtan mánaðum síðan. Og tann 1. apríl, hann sipaði til, er tann 1. apríl sum fór aftur um bak fyri hálvum tíggj­unda mánaði síðani. Enn er støðan óbroytt, og hóast Jørgen Niclasen og løg­ mað­ur hava ásett 1. februar kom­andi til enn eina seinastu freist, so hevur løgmaður kort­ini útsett hesa freistina. Tað gjørdi hann fyri opnum skíggja í sjónvarpinum mán­ a­kvøld­ið. Men aftur til orð løgmans frá okt­ober í 2013: – Tað er øgiliga hart at siga, men vit kunnu ikki halda fram at drála og drála ný­skip­an­ir­nar. Fiski­vinnu­ ný­skip­anin SKAL verða klár tann 1. apríl. Løgmaður vísti tá eisini á, at tað verður ómøguligt at minka almennu útreiðslunar, um ný­skipanirnar ikki verða framd­ar í verkið: – Tað, sum endamálið er við nýskipanunum, er at támla vøkstrinum, segði løg­ mað­ur tá. Einki tykist kortini at verða broytt, hóast sam­ gong­an nú syngur sítt síðsta vers, og færri og færri trúgva upp­á, at nakað uppskot um fiski­vinnu­ný­skap­an kem­ ur – og so slett ikki, at tal­an verð­ur um eina breiða semju mill­um samgongu og and­ støðu. Absolutt einki er, sum bend­ir á slíka semju. Venda vit aftur til ok­ tob­er í 2013, so segði Jac­ob Vestergaard í viðmerking til upp­gev­andi útsøgnina hjá løgmanni, at ein fiskivinnu­ ný­skip­an skapar ongan fisk, tó at hon skapar tryggar karm­ar um vinnuna. – Arbeiðið at gera fiski­ vinnu­ný­skip­anina hevur lig­ið at kalla stilt síðani í vár, segði Jacob Vestergaard – og sipaði til várið 2012. Hann segði víðari, at end­ a­málið var at fáa greiði á nøkr­um viðurskiftum í sam­ gonguni fyrst, so at taka ar­ beið­ið upp aftur. – Og vónandi verður and­ støð­an eisini við tá, segði Jac­ ob Vestergaard. Og tað er sum sagt lítið, sum bendir á, at nakað er broytt, uttan tað, at sam­ gong­an hevur sitið á fundi og roynt at funnið semju. Men tað tykist kortini rættiliga greitt, at semjan er ikki funn­ in. Fólkaflokkurin hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann kann saktans liva við at einki hendir. Tí hendir einki, so heldur galdandi støða fram. Og tað er eitt endamál í sær sjálvan fyri tann partin av løg­tinginum, sum ikki vil broyt­ing­ar. Og tað er tann part­urin av løgtinum, sum ræður. Status quo sum framstig