Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. januar 2015 · Nr. 5 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Javni eigur grunn við næstan fýra milliónum Arvur og sølan av húsunum hjá Javna verður stovnsfæ í grunni, sum skal hjálpa teimum við menningartarni Áki Bertholdsen Javni, sum er felagið hjá fólki við menningartarni og fam­ iljum teirra, hevur ikki long­ ur ráð til at varðveita hús­ini á Hoydalsvegnum, har tey hava hildið til. Tískil hava tey nú selt hús­ini. Sigrun Wardum, for­ kvinna í Javna, sigur, at húsið var ikki í ringum standi. Men tað kravdi ábøtur og tað høvdu tey ikki ráð til. Tískil gjørdu tey av at selja húsini, og á eyka­aðal­ fundi í Javna leyg­ar­dag­in varð sam­tykt at av­greiða søl­una. Sostatt eru húsini seld, men Javni skal framvegis hús­ast har, til tey fáa onnur høli, men tað skal vera til leigu. Húsini hjá Javna eru í fýra hædd­um. Almannaverkið leig­ar tríggjar hæddir, og tey leigu­málini halda fram. Leigumálini kravdu eisini nak­að av umsiting, og tað er eis­ini ein orsøk til, at tey í Javna gjørdu av at selja. – Tað er ein lætti at vera sloppin av við húsini, sigur Sigr­un Wardum. Peningurin, tey fingu fyri húsini, skal ikki í raksturin hjá Javna. Tvørtur ímóti skal hann setast í ein grunn, sum skal stuðla ymsum áhuga­mál­um hjá limunum í fe­lags­skap­in­ um. Sigrun Wardum sigur, at Javni hevur eisini arvað ein lim í Javna, og tilsamans verð­ur fæið í grunninum næst­an fýra milliónir. Enn er ógreitt akkurát hvat grunnurin skal brúkast til, men tey í Javna hava hugs­að um at hann skal brúk­ast til onkusvegna at stuðla uppundir at útvega íbúð­ir til tey, sum Javni er fe­lagið hjá, kanska saman við Bú­støðum. Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 til meiri enn eitt vikuskifti fríggjadagin er mentan aftur í sosialinum fríggjadagin 16. januar er mentan aftur í sosialinum. í mentan ber til at lesa, hvussu tør fimm fantastisku songkvinnurnar í kata seta orð á røddirnar hjá hvørji aðrari. lív maria róadóttir jæger skrivar áhugaverda hugleiðing læring og list. vit sleppa at hyggja inn í tann velduga bygningin á trapputrøðni, sum hevur reist seg yvir Havnina. knút Háberg eysturstein hevur tosað við fred ruddick, sum er farin til miðvágs at gera tónleik og heldur, at vit eru totalt frammanfyri. ingun í skrivarastovu hevur tosað við vitandi films­ entusiastin rúna friis kjær um filmsárið 2014. vár í Ólavstovu hevur viðgjørt opus 6 eftir Petur Pólson og Hanus kamban um mælir krimiskaldsøgan Zapatista eftir duritu Holm. Barna mentanarsíðan er aftur á tremur við spennandi tilfari til børn og teirra foreldur, á bóka savnsíðuni er eisini íblástur at fáa, og so hevur kristina sørensen ougaard, sjónleikari, gjørt eina sera flotta plakat, sum kann takast úr blað num og heingjast upp heima. Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 5. september 2014 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 11. apríl 2014 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 í vikuskiftis Sosialinum