Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Vilmund Jacobsen Tað kann vera rættiliga trupult at leggja av at roykja. Líkamikið, um tú ert stjóri ella dagrøktarmamma, um tú ert lækni ella lærari, so kunnu teir smáu hvítu ”devlarnir” gera tær lívið trupult. Men, sjálvt um tað er trupult, letur tað seg saktans gera at sleppa av við sigarettina. Hugvekjandi verkætlan Hagfrøðiliga sæð er tað næstan ómøguligt fyri summi at leggja av at roykja, men greitt er, at tað ikki er eins egna bakgrund sum er av­ gerandi fyri, um tú sum roykjari megnar at leggja av ella ei. Hetta er eitt av úrslitunum í eini verkætlan, sum Køge kommuna í Danmark stendur aftanfyri. Verkætlanin kallast ”Sund Zone”, og málið við henni er at fremja heilsu í einum nærumhvørvi - Elle­ marken - í Køge, sum er eitt sosialt tungt øki í kommununi. Tað er heilsusjúkrasystirin, Char­ lotte Baeré, ráðgevi í roykisteðgi, sum fyri kommununa hevur staðið á odda fyri verkætlanini. Hon sigur, at úrslitini í kann­ ingini eru einki minni enni hug­ vekjandi. – Eg kann bara minnast tveir lut­ takarar, sum hava tikið seg burtur úr aftur verkætlanini - uttan at hava lagt av at roykja. Fyri nakrar roykjarar tekur tað tó longri tíð enn teir tveir til tríggjar mánaðirnar, sum er vanliga tíðarramman á ein­ um skeiði til at leggja av at roykja. Tú kanst tað tú vilt Verkætlanin í Køge kommunu tekur útgangsstøðið í átakinum hjá Kræftens Bekæmpelse - ”Kom & Kvit” - men aftrat hesum hava Charlotte Baeré og starvsfelagar hennara gjørt meira burtur úr sam­røðum og hava lagt dent á ein næstan óavmarkaðan møguleika at fáa stuðul, meðan roynt verður at leggja av at roykja. Sjálvi skeiðini verða hildin aðru hvørja viku ávísar klokkutímar, og haraftrat eru møguleikar hjá teimum, sum royna at leggja av, at vitja á skrivstovuni, sum er sett á stovn í einum av íbúðunum í nevnda bústaðarøki. Til ber eisini at ringja gjøgnum vikuna, um fólk hava tørv á eyka stuðli. – Talan kann eitt nú vera um, at onkur, sum hevur lagt av, er boðin á veitslu um vikuskiftið og er í iva um, hvussu tey skulu bera seg at fyri at lata vera við at festa sær í, sum kvøldið gongur. Tá soleiðis er, tosa vit eina løtu um hetta, sigur Charlotte Baeré. Eitt stig í senn Nógvir av roykjarunum, sum hon møtir í sínum arbeiði, hava roykt meginpartin av sínum lívi, og tað er ikki nøkur løtt avgerð hjá teimum at leggja henda vana, sum roykingin, er, frá sær. Men, hjá Charlotte og hennara starvsfeløgum ert tú eisini væl­ komin, sjálvt um tú ikki er klár/-ur at gera eina roynd at leggja av. – Vit halda upplýsingarfundir, har vit slett ikki tosa um at gevast at roykja, men har vit fortelja um, hvat sigarettin ger við menniskju. Tað kann vera, at hesir fundir verða fyrsta stigið, sum fær nøkur at umhugsa, um tey skulu gevast at roykja. Tað kann vera ein long gongd, men tað týdningarmikla er, at tíð og pláss er fyri øllum teimum, sum hava hug at verða við. Charlotte sigur, at fyri nakrar roykjarar eru tað fleiri stig á veg­ num til lívið sum ikki-roykjari. – Tað er ein fasa, har tú sum roykj­ari ikki ert áhugaður í at leggja av, ein fasa, har tú umhugsar at leggja av, ein fasa, har tú hevur gjørt av at leggja av, men enn ikki hevur lagt av - ein fasa, har tú letur vera við at festa tær í og endiliga ein fasa, har tú heldur fast um roykisteðgin. Tín egni vilji Líkamikið, hvørjari støðu tú ert í, so stuðla Charlotte Baeré og hennara starvsfelagar teimum fólkum, tey møta - og tey stuðla og eggja hvørj­ um øðrum á fundum. – Eg tosi bert um roykisteðg við tey, sum hava hug til tað. Tú gevst ikki at roykja fyri tað, um konan, læknin ella eg sjálv halda, at tað er eitt gott hugskot. Tað skal koma frá einum sjálvum, sigur hon. Charlotte Baeré sigur, at onkun­ tíð kemur ynski um at gevast at royka við, at tú setir tær sjálvum nýggjar spurningar um egnu vanar tínir. Kelda: www.helse.dk Fólkaheilsuráðið bjóðar tær, sum roykjari, ein øðrvísi hátt at sleppa av við sigarettina. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina. Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekstinum „gevst" til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Sms-boðini eru ókeypis og tú kanst melda teg til alt árið. Kelda: www.folkaheilsa.fo SMS-ÁTAK Í Føroyum fáa 28 menn staðfest prostakrabba um árið. Hóast nærum hvør einasti maður fyrr ella seinni fær prostatakrabba, merkja teir flestu einki til tað. Sjúkan kemur sníkjandi og kann koma langt, áðrenn hon veruliga ger vart við seg. Menn mugu tí verða varugir við tær broytingar, sum sjúkan hevur við sær, og við minsta illgruna skalt tú ringja til læknan. Myndin er av kvinnunum - fýra sjúkrafrøðilesandi - handan faldaran "Kennir tú tín prostata?" Í samband við próvtøku hava tær skrivað grein um prostatakrabba og hava gjørt nevnda faldara. Ræður um egnan vilja Áðrenn tú roynir at sleppa sigarettini, kanst tú seta tær nakrar einfaldar spurningar: Hvat ger sigarettin fyri meg? Hvat ger royking við meg? Hvørjir fyrimunir eru við at roykja? Hvørjir vansar eru við at roykja? Ert tú, sum roykjari, áhugað/-ur í góðum ráðum um roykisteðg, kanst tú leita inn á donsku heimasíðuna www.stoplinien.dk. Hetta er ein heimasíða, sum Heilsustýrið hevur gjørt. Heimasíðan - www.e-kvit.dk - er ein digitalur leið­vísari til roykisteðg, sum hjálpir og stuðlar við sms’um. Skipanin fæst eisini sum app til smart-telefon og kann heintast ókeypis i App Store ella Google Play. Kelda: www.helse.dk Hví roykir tú?