týsdagur 13. januar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vóru úti, kom eldur í skipið,
og Archiebald bleiv saman
við restini av manningini
flogin heim, so yrkisleiðin
sum sjómaður varð stutt.
Ikki pláss fyri hand
ligum næmingum
Tá Archiebald var liðugur
við fólkaskúlan, var hann
skúlatroyttur. Skúlin var alt
annað enn musiskur, og pláss
var ikki fyri Archiebald, sum
hevði nógv handalig áhuga
mál. Hann greiðir, frá at hjá
honum hevur altíð verið
nemmast at forklárað seg
sjálvan gjøgnum tekningar.
– Eg havi altíð havt tað
soleiðis, at tá eg skal siga frá,
so tekni eg. Tað e, sum er í
trimum dimensjónum í orð
um, sigur hann.
Tó minnist hann gleðiliga
aftur á Ib, sum var ein dansk
ur lærari, ið undirvísti flokk
inum eitt tíðarskeið. Ofta var
ein tími har næmingarnir
sluppu at tekna ella annað,
tá lærarin rættaði stílar. Tá
vóru næmingarnir sleptir
upp á fjall, og gjørdu tað
teimum lystu. Men soleiðis
var ikki hjá Ib.
– Hann kravdi at vit skap
aðu og teknaðu í álvara. Tað
plagdi ikki at vera seriøst,
men hjá Ib var tað. Tá skuldu
vit læra at tekna, og hann
undirvísti í tí. Tá bleiv tað
knappliga stuttligt at ganga
í skúla, sigur Archiebald
ágrýtin.
Archiebald hevur sterkar
meiningar um fólkaskúlan
og sigur, at ofta verða lærarar
firtnir, tá hann tosar um
tær.
– Eg haldi, at skúlin er
ov fýrkantaður! Tey sum er
meir handlig fella ímillum, og
til endans útbúgva vit bara
bókliga vegin. Og so spyrja
vit, hví tey kreativu ofta fara
av landinum! Sigur hann.
Men, leggur hann afturat,
um tær dámar skipanina,
sum hon er, og hevur gingið
10 ár í fólkaskúla, síðani mið
námsskúla, og síðani lærara
skúla, so verður tú trong
skygdur. Hann heldur tó,
at skipanin er nógv batnað,
síðani hann gekk í skúla. Fyrr
var umhvørvið happandi, og
lærarin minni námsligur. Í
dag er betri samband millum
lærara og næming, hóast tað
enn ikki er gott pláss fyri tí
meir hándliga næminginum.
Abbi Archiebald læs nógv
ar bøkur og hevði eitt so
kallað »harrarúm« við leður
stólum, opnum eldstaði og
bókum frá gólvi til lofts. Har
roykti hann pípu og sigar
ímeðan hann kunnaði sær
lærdóm. Í harrarúminum
vóru fleiri nýggjar bøkur
við myndum av rúmdini.
Vitanin í hesum bókunum
var nýggj og dagførd, í mun
til bøkurnar í skúlanum, sum
ofta ikki var dagførd.
– Einaferð fór eg at lesa
eina av hesum bókunum
- ikki tí innihaldið var so
áhugavert, men tí myndirnar
vóru so flottar. Eg læs meir
og meir um innihaldið eis
ini, tí eg vildi vita meir um
málningarnar, og av tí sama
varð eg meir hugtikin av per
sónunum í bókini. Einaferð
fáa vit ein stíl fyri, og eg
valdi at skriva stílin um hesa
tjúkku bókina eg hevði lisið.
Eg haldi lærarin var ikki sørt
kløkkur, at eg knappliga lut
tók í arbeiðinum, og eg fekk
eitt avbera gott skoðsmál
eisini. Eg var tó taktiskur, og
brúkti sama stílin umaftur í
donskum, og umsetti hann.
Tá fekk eg botn skoðsmál,
og dansktlærarin sigur við
meg, at eg skal ikki skriva
av. Hann trúði ikki uppá at
eg hevði skrivað stílin, sigur
Archiebald.
Bóndin við langa
hárinum
Archiebald er ikki meir enn
18-20 ára gamal, tá hann verð
ur noyddur at taka sær av
garðinum hjá abba sínum, og
um tað mundi sá Archibald
onki serliga bóndaligur út,
við hári næstan niður á al
bogarnar.
– Tað var ikki serliga
bóndaligt, men eg gjørdi tað,
so hóast eg bleiv argaður eitt
sindur av vinmonnunum,
flennur
hann.
Garðurin
varð festur av Nólsoyar Pálli,
og Archiebald er sjeynda
ættarliðið á Myrkjanoyri. Í
dag hevur Archibald um 120
seyðir.
– Uppá ein máta setti
eg slett ikki spurnartekin
við tað at skula taka garðin
yvir, tí eg visti, at tað kom
fyrr ella seinni, og tá tíðin
endiliga kom visti eg, at tað
var nú, sigur hann.
Í 80'unum fór Archiebald
undir at byggja smáttuna
Dreymasóljuna uppi í dalin
um undir Hvítubrúgv. Í
smáttuni er ongin streymur
og bara brenniovnur og gass
komfýrur. Hann greiðir frá,
at hann valdi at byggja ein
ljóðdoyvara. Eitt stað sum
sløkti fyri dagliga larminum.
Har uppi í smáttuni er ein
burtur frá øllum - har er
onki sjónvarp ella internet
sum órógvar - og tú hoyrir
bert náttúruljóð.
Archiebald nýtir nógva
tíð í smáttuni, og ofta eru
vinmenn við. Og tá hann
kemur heim aftur av ein
um slíkum túri er tað sum
løðarin hevur verið í, og ein
orkar betur vanliga gerandis
dagin aftur, sigur hann.
– Uppá ein ella annan
løgnan máta, tá tú steingir
allar støjsendararnar av, so
verða allir hesir trupulleik
arnir lítisverdir. Vit hava
onkuntíð verið dagar har.
Himmalin har norðuri er
klárari, stjørnurnar verða
týðuligari. Tað dagliga kenn
ist ofta sum eitt óruddiligt
kamar, tí tú samlar so nógvan
lort gjøgnum lívið. Tá tú so
kemur í eitt slíkt stað, so er
tað sum at tú skalt rudda
upp í lívinum, og varðveita
tað sum hevur týdning.
– Í hæddini hevur tú ikki bert
frásjón. Tað sýnist sum sjálvt
høvdið klárnar.
(Úr bókini Archie/Hanus)
annikak@sosialurin.fo
meldurin
Fyrstu ferð eg vitjaði í Skotlandi
sum átta ára gamal, sá eg The Beatles
í sjónvarpinum. Hetta var nakað heilt
serligt fyri unga drongin, sum ikki var
vanur at hoyra popptónleik í føroyska
útvarpinum