Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 20. februar 2015 verður ein spennandi og áhugaverdur evnisdagur í Østrøm við Svend Aage Madsen, leiðandi sálarfrøðingi á Ríkis sjúkrahúsinum. Svend Aage hevur granskað nógv innan mannfólka- og pápaøkið. Ljós verður varpað á pápar og tilknýtið til barnið ígjøgnum barndómin og ungdómslívið. M.a. fer hann at tosa um: • At vera pápi fyrr og nú - frá urtíðini til 2015 • Tilknýtið millum pápa og barn og týdningin av hesum • Trupulleikar í tilknýtinum - burðartunglyndi hjá monnum • Samskifti við pápan - reaktiónsmynstur hjá monnum • Sálarligir trupulleikar hjá pápum/monnum • Viðurskifti hjá pápum/monnum í mun til at hava trupulleikar og leita sær hjálp • Hvar eru menn og tað mansliga ávegis? • Maðurin í dag - tíðarrák og avbjóðingar Svend Aage Madsen hevur í meira enn 10 ár staðið á odda fyri granskingini á Ríkis- sjúkrahúsinum innan pápaøkið. M.a. hevur hann granskað í viðurskiftunum: Menn sum pápar – Menn í fertilitetsviðgerð – Menn og barnsburður – Menn og tilknýtið til pinkubørn – Mansins reaktiónir uppá at gerast pápar – Pápar og burðartunglyndi. Svend Aage Madsen hevur nógv ár á baki við sálarfrøðiligari viðgerð av monnum og kvinnum. Dagliga arbeiðir hann við burðartunglyndi hjá bæði pápum og mammum. Eisini granskar hann í, hvussu tú gerst varugur við burðartunglyndi, og hvussu tað kann viðgerast. Svend Aage Madsen hevur verið við til at skriva fleiri bøkur. Fyrilestradagurin er viðkomandi fyri tey, sum starvast við børnum og ungum innan øll økir og annars tey, sum hava áhuga fyri evninum. Tíð: 20.02.2015 kl. 9.00-15.30 Staður: Østrøm Prísur: 995 kr. Tekning: Við at flyta peningin á konto í Eik 9181-133.055.3 (tekningin er bindandi) Skriva t-post til: fa5.sjukrarokt@gmail.com Viðmerk navn á luttakara, yrki, t-post adressu og fartlf.nr. Seinasta freist at tekna seg: 13.02.2015 (Avmarkað pláss) SVEND AAGE MADSEN Pápi anno 2015 -og tilknýti millum pápa og barn Fyriskiparir: FÁ5 – Fakligt Áhugafelag fyri sjúkrarøktar- frøðingar, ið arbeiða við børnum og ungum Evnisdagur 20. februar í Østrøm Faroese for foreigners I og II Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva. Dentur verður lagdur á formsíðu málsins, eins væl og at tey lesandi læra at nýta hesa í praksis. Skeiðið er 10 vikur. Tað byrjar 1. februar 2015 og heldur á til 20. apríl 2015. Lærari verður Lena Reinert og Hjalmar P. Petersen hevur ábyrgd av skeiðnum, sum verður hildið á netinum. Undirvísingin verður í høvuðsheitum fjarundirvísing, men tey lesandi hittast til undirvísing á Føroya­ málsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, FO­ 100 Tórshavn, í tilsamans 9 undirvísingartímar. Hetta verður eftir ætlan; í byrjanini, tá skeiðið er hálvrunnið og móti endanum av skeiðnum. Hvørja viku skulu tey lesandi lata inn uppgávur á netinum. Neyðugt er tí, at tey lesandi: • hava og duga at brúka teldu • hava netsamband • seta seg inn í at nýta samskiftisskipanina Moodle Ein stuttur inngangur til Moodle verður í byrjanini av skeiðnum. Skeiðið telur10 ECTS. Bøkur til skeiðið eru Faroese. A Language Course for Beginners. Kostnaður fyri hvørt skeið er 2500,­ DKK. Luttakarar skulu hava goldið skeiðið seinast fríggjadagin 28. januar 2015. Luttøkugjaldið verður ikki afturgoldið. Fólk kunnu tekna seg til skeiðið, sjálvt um tey ikki búgva í Føroyum. Tilmeldingarfreistin er sett til 16. januar 2015. Umsóknir skulu sendast til: hjalmar@setur.fo Próvtøkan er skrivlig í fýra tímar við hjálpar­ amboðum og við innanhýsis próvdøming, har próvtalastigin er staðið/ikki staðið. Umsøkjarar fáa svar 19. januar, um tey eru tikin upp. Skeiðið verður treytað av nóg nógvari undirtøku. Umsóknin og skjøl skulu sendast teldutøk til: lestur@setur.fo ella við Posta til: Fróðskaparsetur Føroya, Postrúm 272, J. C. Svabos gøta 14, FO­110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 9. januar 2015. Boð um upptøku verða givin síðst í januar. Føroyskt fyri útlendingar Fróðskaparsetur Føroya fer aftur til várs at bjóða út skeið í føroyskum fyri útlendingar. Talan er um skeið á BA-stigi: Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 • 110 Tórshavn • www.setur.fo