týsdagur 13. januar 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Elektrikari til SEV
SEV sóknast eftir einum elektrikara til Innleggingardeildina at
setast skjótast gjørligt. 10 fólk eru í starvi á deildini. Inn legg
ingar deildin hevur í løtuni um hendi eina verkætlan, har allir
gamlir elmálarar í Føroyum verða skiftir út við fjaravlisnar
málarar, sum verða bundnir í nýggju fjaravlestrarskipanina hjá
SEV. Innleggingardeildin hevur harumframt í høvuðsheitum
um hendi:
• eftirlit við nýggjum elinnleggingum
• skráseting av innleggingum kring alt landið
• dagføring av málaraskipanum
• stakroyndir av elmálarum
• tekniska kundatænastu
Tú ert útbúgvin elektrikari við starvsroyndum og góðum
kunn leika um eløkið. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta
og sam starva. Tú ert fyrikomandi, nærlagdur og arbeiðir
sjálv støðugt. Vit vænta eisini, at tú hevur kunnleika til teldu á
brúkara støði og koyrikort til perónbil.
Uppgávur
Tú skalt í fyrstu syftu skifta málarar kring alt landið. Seinni
kann talan verða um aðrar eluppgávur á SEV. Tú kanst vænta,
at arbeiðið fyri ein part fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
SEV bjóðar tær:
• smidligar arbeiðsumstøður
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið
Løn
Starvið er sett sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi
yrkisfelag. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan,
sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður
av fakliga viðkomandi arbeiði síðani endaliga próvtøku.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Dánial Jógvan Hansson,
leiðara á Innleggingardeildini, á telefon 34 68 00.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. januar kl. 12. Umsóknir
við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HRleiðari
Tpostur: starv@sev.fo.
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 134 fólk eru í føstum
starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólka
hópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið
strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum
sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV,
sum var stovnað 1. oktober 1946.