Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. januar 2015 · Nr. 5 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur James Rodríguez skoraði ársins mál Tað bleiv kolumbiska stjørnuskotið, James Rodríguez, sum fekk heiðurin fyri ársins flottasta mál. Málið skoraði hann í HM endaspælinum móti Uruguay, tá hann flúktaði bóltin í tvørstongina og inn. Hann var í kapping við Stephanie Roche og Robin van Persie, sum blivu avikavist nummar tvey og trý. Cristiano Ronaldo Við fullum uppbakningi frá føroysku umboðunum vann Cristiano Ronaldo FIFA Ballon d’Or fyri triðju ferð mánadagin. Heldur ikki í ár viðurkendu Ronaldo og Lionel Messi hvønn annan við atkvøðum Tróndur Arge Cristiano Ronaldo er aftur heimsins besti fót­bólts­spæl­ ari. Tað bleiv staðfest til FIFA Ballon d’Or í Zurich í Sveis mánakvøldið. Hetta er triðju ferð, at Cristiano Ronaldo vinn­ur heiðurin. Hann vann hann eisini í fjør og í 2008. Cristiano Ronaldo vann heið­urin frammanfyri Lionel Messi úr Argentina og týska mál­verjanum, Manuel Neuer. Bara Lionel Messi hev­ur vunnið heiðurin fleiri ferðir enn Cristiano Ronaldo. Lionel Messi hevur vunnið heit­ið fýra ferðir upp í slag. Liðskiparin hjá Portugal hevur í 2014 vunnið Champions League og sponsku steypa­kappingina. Hann skoraði samanlagt 61 mál fyri Real Madrid og Portugal. Hartil, so setti hann met fyri flest mál í einum kapp­ingar­árið í Champions League. Hann var eis­ini høvðusorsøkin til, at Portugal yvir­høvur kom til HM enda­spælið í Brasil. Taktisk atkvøðugeiðsla Eins og undanfarnu árini, so atkvøddu Cristiano Ronaldo og Lionel Messi ikki fyri hvørjum øðrum. Hóast teir á tíðindafundinum høvdu fleiri góð orð at bera hvørjum øðr­um, so sæst tað ikki á at­ kvøðu­greiðsluni. Cristiano Ronaldo at­ kvøddi fyri liðfeløgunum úr Real Madrid, Sergio Ramos, Gareth Bale og Karim Benzema. Lionel Messi at­kvøddi fyri lands­liðs­ liðfelag­num Ángel Di María, og Andres Iniesta og Javier Mascherano, sum báðir spæla við Barce­ lona, um­framt at Javier Mascherano eis­ini spæl­ir á argen­tinska lands­ lið­num. Sostatt vilja teir fram­vegis ikki at­kvøða fyri hvørjum øðr­um. Heims­meistari uttan møguleika Nummar trý í saml­aðu støð­uni gjørd­ist týski mál­verjin Manuel Neuer. Hann vann í summar HM og hevur at kalla upp­funn­ ið ein nýggjan mál­mans­ leik­lut, har hann er næstan ein hálvur útispælari. Fleiri hava mett, at tíðin er komin til, at ein málverji vinn­ ur heiðurin aftur. Seinast ein málverjin vann heitið Soleiðis atkvøddu føroysku umboðini: Lars Olsen føroyskur landsliðsvenjari 1 Cristiano Ronald (Real Madrid/Portugal) 2 Arjen Robben (Bayern Munchen/Holland) 3 Lionel Messi (Barcelona/Argentina) Fróði Benjaminsen liðskipari á føroyska landsliðnum 1 Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal) 2 Lionel Messi (Barcelona/Argentina) 3 Zlatan Ibrahimovic (PSG/Svøríki) Tróndur Arge føroyskt fjølmiðlaumboð 1 Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal) 2 Lionel Messi (Barcelona/Argentina) 3 Manuel Neuer (Bayern Munchen/Týskland) fótbóltur Heimsins besti fyri triðju ferð