hósdagur 15. januar 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
16. januar 2015
Tað er ein skilagóð avgerð, sum
Sunda kommuna hevur tikið
við at leggja saman teir fimm
skúlarnar í kommununi í ein felags
skúla við einari leiðslu fyri allar
næmingarnar í kommununi.
Tað var longu í summar, umsókn varð send
Mentamálaráðnum hesum viðvíkjandi,
og fyrr í vikuni visti Skúlablaðið at siga, at
einki varð frætt úr Mentamálaráðnum enn.
Eyðvitað skulu slíkir spurningar viðgerast
gjølla – men tað átti ikki at verið neyðugt at
drálað óneyðuga nógv.
Sunda kommuna er ein væleydnað
samanlegging av 11 bygdum: Hósvík, Hvalvík,
Streymnes, Tjørnuvík, Saksun, Haldórsvík,
Langasandi, Oyrarbakka, Oyri, Norðskála og
Gjógv.
Hesar bygdir høvdu tilsamans sjey skúlar,
men næmingarnir í Tjørnuvík og við Gjógv
ganga í aðrar skúlar.
Men umframt Mentamálaráðið, so
er Eiðis kommuna annar mótpartur hjá
Sunda kommunu. Eiðis kommuna er ein
av teimum kommunum, sum fyri góðum
40 árum síðani gjørdu samstarvið um
Felagsskúlan á Oyrarbakka. Eitt framskygt
og væleydnað samstarv, sum er ein fyrimynd
í føroyskum skúlaverki. Næsta stigið hjá
Sunda kommunu at útbyggja Felagsskúlan
til ein veruligan felags skúla fyri allar
fólkaskúlanæmingarnar í økinum er eisini
framskygt. Tað er spell, at Eiðis kommuna
ikki er við í samstarvinum. Tað er skilligt,
at tað nívur at leggja niður skúlar – og tað
er eftir øllum at døma ein ov stórur biti hjá
eiðisfólki at flyta øll børnini av bygdini.
Men sæð frá einum pedagogiskum
og didaktiskum sjónarmiði, so høvdu
næmingarnir uttan iva fingið meira burtur
úr skúlanum, sum við oman fyri 300
næmingunum hevði verið ein av landsins
størstu skúlum.
Vónandi verður tað ikki framskygda
samstarvsavtalan frá fyrst í sjeytiárunum,
sum forkemur ætlanini hjá Sunda
kommunu. Tað kann á ongan hátt órógva
eiðisfólk, at Sunda kommuna byggir út
og mennir Felagsskúlan og ger hann til
ein veruligan felagsskúla – hóast eiðisfólk
halda fast við felagsskúlan sum bara
framhaldsdeild.
Aðrar bygdir hava nógv at læra av Sunda
kommuna. Skúlin er ikki til fyri bygdina.
Skúlin er til fyri næmingin og næmingsins
besta.
Løgmaður hitti hósdagin
Helle Thorning-Schmidt,
forsætisráðharra.
Tey tosaðu um spurningurin um at yvirtaka
útlendingaøkið og marknaeftirlit. Løgmaður
gjørdi greitt, at landsstýrið fremur onga
yvirtøku, áðrenn avbjóðingarnar um
Schengen – samstarvið eru avgreiddar.
– Eg vísti á, at tað er neyðugt at varðveita
Føroyar innan fyri Schengen-samstarvið
– eisini eftir, at vit møguliga yvirtaka
útlendingaøkið. Hetta er snøgt sagt ein
fortreyt. Forsætisráðharrin tók undir við
mínum sjónarmiðum og segði seg vilja
stuðla føroyska ynskinum um at fáa greiðu
á avbjóðingunum í sambandi við Schengen
samstarvið, sigur løgmaður.
Eftir ætlan verður ein frágreiðing frá
danska løgmálaráðnum um Schengen-
samstarvið liðug um mánaðarskiftið februar/
mars.
Í gjár vóru liðin 11 ár síðani
vanlukkudagin hjá Smyril Line, tá
spildurnýggja Norrøna sigldi á land
tríggjar ferðir innan fyri molan í
Havn.
Tað var tá Norrøna
skuldi leggja at í Havn
hósdagin 15. januar
í 2004, at skipið tók
nógvan vind á seg og rak
ímóti grótkastinum á
Viðarnesi.
Tað eydnaðist
skiparanum at fáa
skipið leyst aftur og sigla
fráaftur. Men á veg út um molan var ein harður
brestur, tá bakborðssíða rakti endan á molaum.
Skipið helt tá út á fjørðin.
Men skipið tók nógv vatn inn og vendi
viðaftur og endaði aftur í grótkastinum á
Viðarnesi.
Stríð um góðan skúla
Skulu varðveita
Schengen-samstarvið
Norrøna
sigldi á land
11 ár síðani:
so segði hann...
Les eisini blaðið
á telefonini
»Eingin hevur
nakrantíð hótt meg
eftir lívinum og so
langt frá tí.«
Tíðin er komin at
strika 266b
Tíðargrein
á síðu 11
Hervilig
hebdovirus
Klumma á
baksíðuni
Ongantíð liðugur
at leita eftir tí
andaliga
Les síðu 6-8
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Óli Petersen, satiruteknari
16. januar 2004 • 78. árgangur • Kr. 12,00
r
di
ur 27-28
Fleiri buglur og hol – bæði undir og yvir vatnganginum á Norrönu – sóust
týðuliga, eftir at hon sigldi á kaiina á Viðarnesi og rak á grótkastið. Norröna
slapp fráaftur og helt út um molan, har hon vendi og sigldi innaftur
Norröna
sigldi á land
28-29
seks
aðalráð
Savnsmynd