hósdagur 15. januar 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. januar 2015
sosialurin 6
4
Sunnudagin
10-15 m/s av norði, minkandi
til 5-10 m/s og í nátt undir 8
m/s. Onkur kavaæl. Hitin um
frostmarkið, í nátt millum 2 og 5
kuldastig.
Mánadagin og týsdagin
3-8 m/s av eystri og landsynningi,
eitt skifti 8-13 m/s. Kava ella
vátakavaæ. Hitin millum 3
kuldastig og 2 hitastig.
Hósdag seinnapartin
Skrið ella stormur av norði, 15-23
m/s við hørðum hvirlum. Regn,
vátakavi ella kavi mesta av tíðini.
Hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Í kvøld um frosmarkið og kavi.
Í nátt minkar vindurin til 12-17
m/s av útnyrðringi.
Leygardagin
Hósdag
Fríggjadagin
12-17 m/s
8-15 m/s
10-15 m/s
15-23 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s
Fríggjadagin
8-13 m/s av vestri og útnyðringi,
í løtum upp í 15 m/sek. Ælaveður
– at byrja við mest sum kavi.
Hitin um frostmarið. Seinnapartin
verður mest regn ella vátakavaæl
og hitin millum 1 og 4 stig.
Leygardagin
8-13 m/s av vestri og útnyðringi,
sum fer í norðan og veksur upp í
10-15 m/s. Ælaveður, men eisini
onkur sólglotti. Hitinum millum
2 og 5 stig. Í nátt 13-20 m/s av
norði. Hitin um frostmarkið.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Á facebook meina
fólk meira, enn tey
vita. Tað er so mín
meining.«
Sæð á Facebook:
»Føroyar er eitt pinkalítið
land, har størsta fragdin
hjá fólki er at skræða
seg um onnur.«
Vit skulu sjálvsagt ikki boyggja
okkum fyri trýsti frá víðgongdum
muslimum, og vit skulu verja
talufrælsið, men hví skulu vit seta
okkum fyri at særa onnur, spyr
løgtingsmaður.
Løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen
heldur, at franska satiru
blaðið Charlie Hebdo
hevur fingið eitt slag
av »halgimanna
status«, síðani blaðið
varð álopið av yvir
gangsmonnum í
farnu viku.
– Eg ivist í um
nakar torir at
finnast at nøkrum
sum stendur í
blaðnum, tí so ert tú í »hinum partinum«,
sigur Helgi Abrahamsen.
– Jú sjálvandi var tað, sum hendi í farnu
viku, ræðuligt. Sjálvandi var tað at fara
langt út um mark. Men tað merkir ikki, at
blaðið ikki eisini onkuntíð er farið útum
mark við teirra respektleysu satiru, sigur
hann.
Helgi Abrahamsen vísur á, at talu
frælsið skal brúkast við ábyrgd.
– Vit skulu sjálvsagt ikki boyggja
okkum fyri trýsti frá víðgongdum
muslimum, og vit skulu verja talu
frælsið, men hví skulu vit seta okk
um fyri at særa onnur? Hvat skulu
vit brúka allar hasar myndirnar av
Muhamed til?
– Talufrælsið er gott og tað skal
verjast, men vit skulu sanniliga eisini
brúka tað við ábyrgd. Vit hava loyvi
at vera ósamd, og vit hava loyvi at siga, at
vit eru ósamd. Men onkuntíð kann
tað eisini vera ein fyrimunur
at brúka møguleikan at tiga,
sigur Helgi Abrahamsen.
Eftir yvirgangs
atsóknirnar í París
í farnu viku hevur
skrivi- og talufrælsi
verið dúgliga við
gjørt í miðlunum.
Frælsið at føra fram per
sónlig sjónarmið verður
mett sum ein av týdningarmestu grundarsteinunum undir
einum fólkaræði. Allir stjórnir kring heimin avmarkað tó
talufrælsi á onkran hátt. Á okkara leiðum kann hetta ikki
gerast við sensuri, men til dømis við lóg um ærumeiðing,
rasismuparagraff og brot á tagnarskyldu. Fólk kunnu
í ávísum førum koma at standa til ábyrgd mótvegis
dómstólunum fyri okkurt, tey hava ført alment fram.
Talufrælsi: (løgfr.) frælsi at siga áskoðan sína alment
Streymurin fer fleiri
ferðir mánadagin, tá ið
stormur rakar landið.
Skúlar senda børn heim, og
samferðslan liggur lamin.
Løgmaður hittir danska
forsætisráðharran á
fundi. Tey viðgera millum
annað yvirtøku av út
lendingamálinum, ES
og búskaparsstøðu.
Lønarvøksturin í 2013
var tann størsti í sjey ár,
vísir nýggj uppgerð
Illveður seinkar
Norrønu, sum brúkar
52 tímar um ferðina
til Danmarkar
og eins leingi um
ferðina heimaftur.
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, væntar ikki, at
semja er um eina fiskivinnu
nýskipan 1. februar.
800 næmingar á miðnáms
skúlanum í Hoydølum
fara í verkfall fyri at fáa
atgongd til talgiltar orða
bøkur í skúla og heima.
Rúni Vang Poulsen
er nýggjur formaður
fyri Fíggingar
grunnin frá 1992.
Koyrilíkindini eru av teimum
ringastu hósdagin, og
løgreglan mælir fólki frá
at koyra millum bygdir.
Tórshavnar kommuna fer ikki
at órógva tey, sum vilja njóta
sólarmyrkingina 20. mars við,
at gøtuljósini tendra og »køva«
myrkrið.
– Vit hava havt eitt ávíst samskifti við
Kunningarstovuna viðvíkjandi sólar
myrkingini, og gøtuljósini verða sløkt undir
sólarmyrkingini, sigur Viggo Christiansen,
leiðari á gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar
kommunu.
– Helst verða gøtuljósini sløkt kvøldið
fyri – fyri at tryggja okkum, at einki kiksar,
sigur Viggo Christiansen.
Tað verður klokkan 9:40:12 fríggjadagin
20. mars at ein full sólarmyrking rakar
Mykineshólm og fer síðan um allar
oyggjarnar. Um leið hálvan annan minutt
seinni kemur myrkrið til eystasta punktið
á Fugloynni og fer so víðari norðureftir. Í
Føroyum verður longst myrkt í Mykines
hólmi, har tað verður myrkt í 2 minuttir og
24 sekund.
Ein sólarmyrking er, tá ið mánin
stendur millum sólina og jørðina, soleiðis
at jørðin kemur í skuggan av mánanum.
Tá ið sólarmyrkingin er full, verður myrkt
eina løtu, og so verður ljóst aftur.
Fullar sólarmyrkingar eru ógvuliga
sjáldsamar, og seinasta
fulla sólarmyrkingin í
Føroyum var 30. juni
í 1954.
Hvat skulu vit brúka
myndirnar av Muhamed til?
»Talufrælsi«
Sløkkja gøtuljós undir sólarmyrking
Charlie Hebdo
Sólarmyrking
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
av teimum, sum í 2013 fingu
játtað fyritíðarpensjón,
høvdu sjúku í rørslulagnum.
33%
mangt og hvat
Visti tú?
7,6 milliardir krónur
vórðu útgoldnar í
lønum í fjør
– Talufrælsið er gott og tað skal verjast, men vit skulu sanniliga eisini
brúka tað við ábyrgd, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.