hósdagur 15. januar 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 16. januar 2015
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Eitt nýtt ár er byrjað, og eg haldi at nógv er vorðið betri. Eg haldi til dømis, at
vit í mentanarlívinum duga nógv betri at hyggja út í heim. Longri enn bert til
Danmarkar. Tað vóni eg heldur fram, og eg vóni at vit fara at hygga longri og
longri burtur. Tess størri verður okkara listaheimur.
Listasøgan er ein søga full av undanførslum. Hetta hava feministar og post
kolonialistar gjørt okkum varug við seinasatu hálvtrýss árini, og einki nýtt í tí.
Vit vita, at søgan um listina bert hongur saman sum søga tí hon skýggjar ávís
kyn og fólkasløg og tí hon snýr seg um eitt rættiliga lítið øki í hesum fagra heimi.
Vit vita, at list, sum ikki er skapað í miðeuropa ella í USA fær eina óbetýðiliga
støðu sum primitiv list í listasøguni. Vit vita, at tann hátturin, sum listasøgan
verður søgd, er ivingarsamur, eisini í mun til føroyska list. Men hvat gera vit við
tað?
Eg haldi millum annað, at vit skulu endurmeta tey mál og tey hugtøk, sum vit
brúka, tá vit tosa og skriva um list. Tað haldi eg er ein ógvuliga umráðandi for
treyt fyri at fara virðiliga við listini. Men eg haldi eisini, at vit skulu gera okkum
ómak við at lýsa og greina støðuna sum hon er nú meira breitt og har kann mann
royna at spegla seg í øðrum londum og mentanum, sum eisini verða mett sum
útjaðari. Til dømis arabiska heimin.
Uttaná er líkleikin ikki stórur. Arabiski heimurin er myndaður av 22 londum
við tilsamans 323 milliónum íbúgvum. Arabisk list líkist heldur ikki føroyskari
list, men allíkavæl líkjast tær í mongum, m.a. í bygnaðinum, sum er kring listina
og hervið ber tað til at finna íblástur í granskingar- og praktiskum loysnum, sum
tey arbeiða við innan listina í hesum partinum av heiminum.
Tann kanska týdningarmesti líkleikin millum Føroyar og arabisku londini er,
at ein sera stórur partur av listini verður skaptur uttanlands av emigreraðum
listafólkum. Tað er eftir míni meting fullkomiliga avgerandi, at vit kanna hvat
tað merkir fyri okkara list og royna at lýsa kompleksitetin, sum fylgir diaspora
støðuni. Ein annar eyðsýndur líkleiki hevur við imperialismu at gera og eksotiska
mátan, sum list frá arabiskum londum og úr Føroyum verður viðgjørd útifrá, og
sum londini sjálvi tilvitað ella ótilvitaða samtykki og víðariføring av eksotismuni
og skeivu fatanunum og konstruktiónunum, sum koma við eksotismuni. Ein triði
líkleiki er vantandi gransking og vantandi yrkisførleikar. Í arabisku londunum
tekst humanistiska granskingin næstan bert við bókmentaøkið. Tað merkir í
fyrsta umfari, at økið verður niðurskrivað, at skeiv kunning kemur fyri, at fakliga
kjakið manglar og at eingin stendur til reiðar við teimum røttu spurningunum
og teimum røttu hugtøkunum. Víðari merkir tað, at tað ikki verða útbúgvin fólk
til at taka sær professionelt av listini, at mann er treytaður av sjálvbodnum
áræði, at tað eru bókmentafólk, sum býta út pengarnar til myndlistina eins og
listaummæli oftast verða skrivað av bókmentafólkum. Í fjølmiðlunum vantar
mentanarmiðlan, og journalistar velja at taka ta listina framum, sum teimum
dámar best persónligt og tað er so eisini tann listin, sum verður mest viðurkend
við t.d. almennum heiðurslønum.
ritstjóri
Inger Smærup Sørensen
Oddagrein
Kata um katarøddir
BLÓÐSPEGLINGAR – ein hugleiðing um læring og list
Ein nýggjur varði í Havn
Á bókasavninum
Kristinu Sørensen Ougaard, sjónleikari
Opus 6 – ein symfoni fyri æðrar eftir Petur Pólson
Barnamentanarsíðan
Yvirluti teirra kúgaðu
Filmsentusiastur tekur saman um filmsárið 2014
Frá McCartney til Miðvágs – samrøða við Fred Ruddick
4
18
20
22
12
14
6
6
8
16
Samrøða:
Plakat:
Ummæli: