Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 121 - 29. juni 2004 Nr. 121 - 29. juni 2004 39 HEILSANIR Góðu tit bæði Vit hesum báðum vilja takka, tey mangt eitt spor hjá okkum hava traðka. Tit manga tvøgu hava slitið, tí einki mátti jú vera skitið. Altíð klár við hjálpandi hond, knýtti mangan vinarbond. Vit takka fyri manga hugnaliga løtu, og góðar søgur - onkur var úr Gøtu, vónandi onkuntíð hyggja forbí, so aftur vit síggjar tykkar fittu snýð. Heilsan vit í F.T.S. Góða Marita Hjartaliga tillukku við 16 ára degnum. Nú ert tú blivin stór. Góða eydnu við honum sjálvum. Ynskja grannarnir Hey diddan Nú helt tú at tú slapp undan... Hjartaliga tillukku við 24 ára degnum. Alt tað besta. Heilsan AG Elskaði Gaja Eg ynski tær hjartaliga til- lukku við tí runda degnum og takk fyri tað tú ert fyri meg. Kærar heilsanir Elsebeth og Laisa Góði Gaja Hjartaliga tillukku við 40 ára føðingardegnum í dag og túsund takk fyri at tú ert so góður við okkum. Tær allarbestu heilsanir frá John Ivar, Jónu, Símun Petur, Ólavur og Annu Mariu Heilsan er eisini frá mammu og babba Góða fitta Lis Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum 29. juni. Jesus pápi signi framtíð tína. Vit elska teg. Omma, abbi og mostir Góða elskaða Lis Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum í dag. Jesus pápi gevi tær eina ljósa og góða framtíð. Vit elska teg so nógv. Ynskja mamma og babba Góði abbi Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Nú mugu tú og omma hava ein góðan túr. Takk fyri at tit bæði eru so góð við okkum. Heilsan Fríði og Heidi Góði elskaði babba Hjartaliga tillukku við føðingar- degnum tann 24. juni. Vit elska teg. Ynskja Edit og mamma Doulos Týsdagin kl. 10.30 og 13.00: Trúboðanar ævintýr fyri børn: Øll børn í aldrinum 8-12 ár eru vælkomin umborð, har tit saman við manningi á Doulos fara á eina ferð kring heimin og fáa fyrstuhonds vitan um, hvat ein trúboðari er, og hvat hann ger. Meðan tit eru á »ferð«, kunnu foreldur tykk- ara vitja stóru bókasøluna. Týsdagin kl. 19.30: Menn tosa til menn: Nakrir av manningini á Doulos eru vertir við hetta serliga tiltak fyri menn. Hvussu klárar tú krøvini og trýstið, sum í dag verður sett til tað arbeiðið, menn gera, bæði burturi og heima? Hoyrið nøkur reiðilig og hent sjónarmið hesum viðvíkjandi frá manningini á Doulos. Opið er umborð fyri almenn- inginum mán.-leyg. kl. 10-22 og sunnudag kl. 14-22. Samkoman Rhema Hóskvøldið kl. 20 Samkomu- fundur, kl. 11 Møti. www.rhema.fo Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Orðsins tænasta v/ kommuni- ón í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Benny Blumensaat prest, í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Mánakvøldið 5. juli kl. 19.30 verður Marie Keevern frá Missiónsskipinum »Anasta- sis« í Mariukirkjuni. Hon fer at siga frá, um arbeiðið og uppgávurnar umborð á hospitalskipinum, »Anastasis« ið verður á Havnini tann 7.- 15. juli 2004. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið Týskvøldið kl. 20 Bíbliutími, Opinberingin 4. Mikukvøldið kl. 20 Húsmøti hjá Martin og Dagny Dam í Kaldbak. Sunnudagin kl. 18 Møti v/ Øssur Kjærbo, Niels Juul og Birgit syngja. Filadelfia, Landavegur 22 Mánadag til hósdag kl. 17 Bøn. Fríggjadagin kl. 20 Ungdóms- møti við luttøku av ungfólki úr Levende Ord í Bergen. Leygardagin kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti við Ólavi Jacobsen – evnið: Nýtt lív í Jesusi, kl. 11.50 ABC »Grøðing við Jesu sárum« 1. partur við Sonna Djurhus. Kl. 18 Møti við Ólavi Jacobsen – evnið: Nýtt lív í Jesusi (framhald). Um tær tørvar forbøn ring 214067. www.filadelfia.fo Hebron, Argir Mikukvøldið kl. 20 Bíbliutími og bønarløta. Lívdin Í Fimleikarahøllini í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin kl. 10.30 Familjuløta, kl. 11.10 ein steðgur við drekka. Kl. 11.30 Tilbiðjanarmøti við talu, lovsongi og breyð- bróting. Barnatiltak verður í Hoyvíkshøllini frá kl. 11.30- 21.15. www.livdin.fo Haldórsvík Bønarmøti verður hjá Solveig og John Joensen í kvøld kl. 20, og útimøti kl. 21. Verið hjartaliga vælkomin á møti. Lívsins Orð, Saltangará Undirvísing um dóp verður í kvøld kl. 19 við Pola Jacob- sen. Bønarmøti verður mikukvøld- ið kl. 19.30 og um viðrar verður útimøti á torginum kl. 20.30. Sunnudagin kl. 10.30 Møti. Øll eru vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús. Sunnukvøldið kl. 18 Møti við ungdómi frá Levende Ord úr Bergen. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera verður í Siloa miku- kvøldið kl. 19.30, Klæmint Eliasen talar. Evnið: Brævið til samkomuna í Filadelfia (Op. 3:7-13). Øll eru hjarta- liga vælkomin. KFUM & K, Klaksvík Mikudagin kl. 20 Bíbliutími við Hilmar Danielsen, Matt. 19. Fríggjadagin kl. 22 Opið hús við teami frá Doulos. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bønar- møti, kl. 18 Møti viðHanus Simonsen. Fólk frá Doulos vitja, kl. 21 Ungdómsmøti, Fólk frá Doulos vitja. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Betel, Vágur Ónsdagin kl. 20 Bønar- og uppbyggingarfundur. Samkoman Malta Skagerak-fundirnir Cosmos Trawl, Østhavnen, Hirtshals. Fundirnir verða soleiðis: 8. juli og 23., 24. og 25. juli. Á fundunum 23.-25. juli luttaka ferðandi og onnur við vitnisburði og sangi. 5. august verður seinasti fundur. Allir fundirnir eru kl. 19.30. Aftaná fundirnar bjóða vit ein kaffimunn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Tilhaldið verður stongt vegna umvæling frá: 28. juni til 26. juli og frá 30. juli - 13. august. Ólavsøkuframsýning verður í Tilhalhdlinum 28.-29. juli. Brúðarmyndir 1919-1971. brúðarkjólar, fjarrit. Søla: Drekkamunnur og drýlur í kjallaranum. Opið: kl. 15.00-19.00. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Tilhaldið Hugnin í Sandoynni Tilhaldið í Sandoynni er opið mánadag og mikudag frá kl. 14-17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mikudagin 30. juni Vit práta um farna árið, og hugna okkum. Hetta er sein- asti dagur áðrenn summarfrí- tíðina. Tilhaldið fer í summar- frí 1. juli og opið verður aftur 1. september. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar Summarfrí verður frá 28. juni til 6. september 2004. Gott summar ynskir Fløvin. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll omanfyri 60 ár eru vælkomin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Føroya Heimavirkisfelag Postadressa: J. Paturssonar- gøta 24, 100 Tórshavn. Formaður: Óluva Vilhelmsen. T-postur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Tlf. 322686 / 319629 NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt hós- kvøld kl. 20 og sunnudag kl. 17. Síðsta sunnudag í mán- aðinum er opin speakarafun- dur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. TILTØK V4-dráttur í drátti nr. 1543 26. juni 2004 Tølini: 4 - 8 - 20 - 21 - 23 - 28 - 39 - 46 - 47 - 52 - 65 - 69 -70 - 75 - 86 - 93 Ongin vinnari Vinningurin fluttur til næsta drátt. Eykavinningur Seðlarnir til dráttin í kvøld luttaka eisini í stóra Ólavsøkuspælinum, har vinningurin er kr. 100.000. Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Leygardagin 3. juli kl. 15.00 giftast í Saksunar kirkju, Joan Haraldsen, Sandavágur og Gunnfríður Dahl-Olsen, Saksun. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16.30. Eftir kl. 20.00 er vælkomst heima í Saksun. 17. juli kl. 14.00 giftast í Miðvágs kirkju Nicoleta Radu, Buzau, Romenia og Øssur Hansen, Miðvágur. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Miðvági kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, kunnu tekna seg á tlf. 556491 ella 226190. Seinasta freist at tekna seg er 5. juli. Leygardagin 17. juli giftast Charlotta Hentze, Saltangará og Remy Hansen, Nes. Vígslan verður í Berøa kl. 13.30. Vælkomst verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í veitslu vera vinarliga biðin at siga frá áðrenn 2. juli á tlf. 447476, 220033 ella 509919. Leygardagin 31. juli kl. 13.30 giftast í Berøa í Saltangará Joan Thune úr Runavík og Ólavur Justinussen úr Streym- nesi. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, kunnu tekna seg á tlf. 226434 og 226432. Seinasta freist at tekna seg er leygardagin 3. juli. Leygardagin 7. august kl. 11.00 giftast í Skopunar kirkju Jóna Petra Thomsen, Skopun og Jóhan Mikkelsen, Sørvágur. Vælkomst verður í Bygdarhúsinum Samljóð í Skopun kl. 20.00. Teistin siglur úr skopun á Gomlurætt sunnumorgunin kl. 04.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í veitslu, verða vinarliga biðin at siga frá áðrenn 23. juli á tlf. 332312, 361575 ella 253001. BRÚDLEYP 4. juli konfirmerast í Vesturkirkjuni kl. 11.00 Dánjal Arge, sonur Dagfinn og Valborg Arge. Adr.: Jansstovugøta 7 KONFIRMATIÓN C M Y K 39 38 Týsdagin 29.06. kl. 1930 Týsdagin 29.06. kl. 2200 Mikudagin 30.06. kl. 1930 Mikudagin 30.06. kl. 2200 Hósdagin 01.07. kl. 1730 Hósdagin 01.07. kl. 2000 Billettprísur: 70,- kr. Týsdagin 29.06. kl. 1830 Mikudagin 30.06. kl. 1830 Hósdagin 01.07. kl. 1830 HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Týsdagin 29.06. kl. 2145 Mikudagin 30.06. kl. 2145 Hósdagin 01.07. kl. 2145 – Seinasta sýning Stórt úrval av DVD-filmum til sølu KOMANDI FILMAR Undanfrumsýning Hósdagin 01.07. kl. 2230 Frumsýning Fríggjadagin 02.07. kl. 2115 Fríggjadagin 02.07. kl. 2330